fríggjadagur 21. september 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 110 · 21. september 2012
7
VIKUSKIFTI
Hvat er tað besta við at
arbeiða innan miðlaheimin?
At so at siga eingin dagur er eins, og at tú
hittur einari rúgvu av fólki, sum eru væl
og virðiliga klókari enn tú sjálvur.
Er tað nakað scoop tú minnist serliga væl?
Ja, tá nøkur innsløg hjá mær um veðhald til
fjarfiskiflotan í útvarpinum settu gongd á málið um
Jørgen Niclasen, sum tá var landsstýrismaður við
fiskivinnumálum. Seinni hoppaðu hinir miðlarinur
uppá, og tað endaði við, at Jørgen legði frá sær.
Hvat dámar tær betri, skriving ella radio?
Mær dámar best at skriva, men tað er ikki
so ofta, at mann fær tíð til at gera sítt
allar besta, tá mann arbeiðir sum skrivandi
journalistur í Føroyum (og øðrum londum).
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Ikki so nógv, sum eg kundi hugsa mær. Havi tó seinnu
árini verið fast úti á Slættanesi einaferð um árið ella
har á leið, og roynt at vitjað mostir mína í Húsavík av og
á. So eru tað onkrir festivalar og nakrar rennikappingar
(m.a. í Kalsoynni), sum tað verður til. Beinleiðis aktivt
ferðafólk í egnum landi manglar, men tað fer sikkurt
at koma, tí her er nógv spennandi at síggja og uppliva.
Tá tú ert uttanlands og ferðast, er tú
til aktiva feriu ella hvítar strendur?
Hvørki. Mær dámar allarbest at vitja stórbýir.
Nú fjøllini nærkast, hevur tú fenað?
Nei, men havi verið so heppin, at ein fyrrverandi svágur
mín seinnu árini hevur roynt at lært meg at fletta
(seyð av trøðni hjá Hera Lava). Tað gongur framá.
Er tú nakrantíð á floti?
Ja, vit flota av og á, men rættiliga ofta verður tað bara
til ein túr til Nólsoyar og so ein spaserutúr í bygdini.
Hvat er tað besta tú fær at eta?
Skal eg nevna eitt einstak, so er tað stokt ræst
kjøt. Annars dámar mær so at siga allan føroyskan
mat sera væl, og so bakki eg ikki fyri einum
sevjumiklum búffi (sera lítið stoktum) og ein
kraftigum glasi av reyðvíni afturvið. Seinnu árini eri
eg tó farin at eta meira fisk, eisini tá eg eti ”fínt”.
Dugir tú at matgera?
Tað mugu onnur nokk døma um, men um eg ikki
skal vera undirbrotligur, so stendur ikki so galið
til á tí økinum. Mær dámar í hvussu so er væl at
gera mat, og tað plagar at smakka. Eri heldur ikki
bangin fyri at kasta meg út í øðrvísi matgerð.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Í løtuni havi eg einki sjónvarp, og internetsambandið
er vánaligt, har eg búgvi, so eg havi verið á Býarbóka
savninum og lænt mær tveir stórar posar av spennandi
bókum. Plagi tó at taka niður Dag og Viku nakrar av
teimum døgunum hon er, og so hyggja eftur henni,
áðrenn eg fari til songar, men eg gloymi tað í heilum.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Lurti serstakliga nógv eftir tónleiki fyri tíðina. Tað
skal vera friðarligur tónleikur, sum ikki órógvar
lesnaðin. Havi lænt nakrar avslappandi fløgur frá
einari deiligari vinkonu, og so havi eg eisini keypt
eitt sindur av tónleiki á iTunes – m.a. »100 Best
Relaxing Classics« og »Relaxing Music (50 løg)«.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Uha, hvar skal eg byrja? Har liggja einar 20. Millum
annað »Brahmadellarnir« hjá Jóanes Nielsen, »Den
utrolige historie om Kavalier og Clay« hjá Michael
Chabon, ein bók um meditatión hjá David Fontana,
ein um massasju hjá Dr. Andrew Yorke, og so yvir
eksponeraða bókin »Fifty Shades of Grey« hjá EL
James. Men hon er altso ikki serliga góð – í hvussu so
er ikki enn. Eg havi lisið tær fyrsti 100 síðurnar, og har
hendir akkurát einki. Men tað byrjar at gerast heitt.
Lærararnir vita vónandi. Kanska
ikki teir yngstu. Men spyrt tú
næmingar í miðnámsskúlunum,
hvat hendi 14.september í 1946,
vita tey ikki.
Spyrt tú so genturnar, hvussu
ofta sangarin í onkrum tilvildar
ligum boybandi fleygaði sær
14.sepetember í 2006, vita tær
sjálvandi alt um tað.
Og allir dreingirnir vita,
hvussu nógv stig, Liverpool hevði
tann 14.september í 1996.
Ungdómurin er vorðin inter
nasjonalur. Hann hevur globala
vitan. Hann er ikki heimføðingur.
Hann veit eisini, hví samfelagið
verður lagt í andingartól,
respirator, seinastu vikuna í
hvørjum ári.
Tað var líkasum onkur, sum
varð føddur ella okkurt sórit har
– haldi eg, ella...?
Hví vita, hvat hendi í Føroy
um 14.september í 1946? Tað var
gamaní fyrsta veljarakanningin
her í landinum. Øll blivu spurd,
fá tímdu at svara.
Ein slík spurnarkanning skuldi
so vera aftur í 2002. Hon varð
avlýst, tí helst fór meirilutin at
svara skeivt. Sí, tað er fólkaræði.
Meirilutin ræður bara, tá hann
hevur rætt.
Skotið er upp at hava fólka
ræði á tímatalvuni. Fólkaræði í
fólkaskúla.
Umafturafturum skjýtur upp
at hava fleiri tímar í føroyskum
fyrst, so blómandi og vitskarpi
ungdómurin dugur at stava fólka
ræji, áðrenn hann fær fólkaræði
sum heimaarbeiði. Og hvønn har
heima skal hann fáa at hjálpa sær
við heimaarbeiðinum?
Men, einki nýtt er í øllum
hesum. Hetta stendur longu alt í
feysbukkuni. Eg siti ikki har. Havi
ikki leyst lív, heldur ikki nakað
lortalív.
Alt, sum verður sagt og
skrivað, er sagt og skrivað fyrr.
Eisini tað, sum her verður
skrivað. Og tað, sum verður sagt
um tað, skuldi onkur sagt nakað,
á bukkuni sjálvandi.
Eg hoyri ofta onnur bera fram
ymiskt, sum eg segði ella skrivaði
fyri nøkrum árum síðani. Tá eg
segði ella skrivaði tað, gav eingin
tí ans. Nú onnur siga tað sama
við næstan somu orðum, nikka
øll og siga, ja, sjálvandi.
Tí er nógv orka og nógv
tíð at spara við at gera sum til
dømis tey gudiligu. Tey vísa á
brot í Bíbliuni við styttingum og
tølum og bindistrikum og komma
millum styttingarnar og tølini.
Í staðin fyri at skriva ella siga
alt hvørja ferð um vinarbýirnar
Sodoma og Gomorin, verður víst
til staðið, har morreyðu søgur
nar um góða lívið í býunum
báðum kunnu lesast. Longu tá
var forboðið at hava tað stuttligt
og liva lívið hesumegin. So Gud
langaði til við sterkari lúti enn
tí lúti, sum okkara heimliga
Forboðsráð roynir at forbjóða.
Allar endurtøkur bera bara
til, tí fólk flest hava so vánaligt
minni, tey eru stuttmint. Tey
minnast ikki, at hetta hava tey
lisið fyrr. Ella hatta hava tey
hoyrt fyri ikki so langari tíð
síðani.
Men endurtøkan skapar
meistaran, sigst. Venjing er einki
annað enn endurtikin endurtøka,
sum gevur eitt finalupláss, tað er
áðrenn finalan hevur verið.
Eg hoyri sum sagt ofta onnur
koma við slíkum, sum eg kom ið
fyri fáum árum síðani. Sum eg
sjálvandi helt vera øgiliga snilt.
Tað var eg einsamallur um at
halda.
Tað ber, mær vitandi, ikki til
at søkja um og fáa einarætt til
skilagóð orð, søgd ella skrivað,
bara upphavsrætt. Men tað er so
nógv roks.
Tá kanst siga, at eg segði, at
nú er bara heyst. Minst 20 metrar
og 20 millilitrar hvønn dag.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Leif Láadal
lagt til rættis: Leo Poulsen
Fekk Jørgen at
leggja frá sær
Tað er eitt av sterkastu minnunum hjá 47 ára gamla
Leif Láadal, sum dámar væl at fara á flot við hvørt.
Hann arbeiðir sum sjálvstøðugur journalistur og
dámar best stórbýarferiur. Og so er hann farin at
eta fisk meira og meira, eisini tá hann etur »fínt«
Ninefourteen