Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 74 · 29. juni 2012 8 VIKUSKIFTI Interview Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað er grátt og vátt hendan miku­morg­ unin í Leirvík. Heystið er her – beint her. Og føroyska náttúran og veður­ lagið, sum hava skapt gróðrarbotn fyri so nógvari list, leggur hendan dagin upp til eitt prát við tónleikaran Høgna Lisberg. Í køkinum heima hjá foreldr­ unum á Sýnini. Hann hevur í eini 15 ár verið sjónligur og virkin á føroyska tónleikapallinum – fyrst sum trummusláari í rockbólkinum Clickhaze, men mongu seinnu árini sum solistur við egnum útgávum og nógvum fram­førslum heima og burturi. Fyrstu almennu framførslurnar hjá Høgna Lisberg vóru við hornorkestrinum í Fuglafirði, síðani legði hann botnin í ný­skapandi rocktónleikinum hjá Click­ haze, og eftir tað tók hann stigið frá trumm­unum og fram á pallin – bæði tí fysiska pallinum og tí føroyska tón­ leika­pallinum annars. Nú er hann aftur fløguaktuellur, hev­ ur útgávukonsertir um vikuskiftið og gongur á sangskrivaralinjuni á Rytmisk Kon­serva­tiorium í Keypmannahavn. Fyrst í hornorkestri Tónleikalívið hjá Høgna Lisberg byrjaði, tá ið hann sum 9 ára gamal fór at spæla trummur í musikkskúlanum. Tvey ár seinni fór hann eisini at spæla gittar, men í nógv ár var tað trummuspælið, sum fylti mest. Musikklærarin hjá Høgna var eisini dirigentur hjá horn­ orkestrinum í Fuglafirði, so tá ið tey mangl­aðu trummuspælara, tók hann Høgna við í orkestrið. – Pápi mín spældi trummur, tá hann var yngri, men hann gavst, tá eg varð føddur, so tað er ikki tí, at eg havi sæð og hoyrt hann spælt trummur, at eg fór at spæla trummur. Men tað hevur helst fylt nógv alíkavæl, at hann hevði spælt trummur og var tónleikaáhugaður, sigur Høgni Lisberg. – Eg byrjaði við at spæla á lørini, og eg fekk ikki mítt fyrsta trummusett, fyrr enn eg var 15. Tað var gamla trummu­settið hjá hornorkestrinum. Teir skiftu út, og so fekk eg tað gamla trummusettið. Nógv av venjingini við trummu­spælinum er koordinatión mill­ um hendur og føtur, og tað kann mann venja á lør og gólvið, og so kann mann seta seg við eitt trummusett nakr­ar ferðir um vikuna, greiðir Høgni frá. – Eg treivst væl í hornorkestrinum, tí mín dreymur tá var at blíva klassiskur percussionistur. Men tá ið eg so bleiv 14-15 ára gamal, so broyttist tað eitt sindur. Vit høvdu onkrar rockbólkar her í kjallaranum – millum annað eg og Eivør Pálsdóttir og Knút Háberg Eysturstein – og tá ið eg so gjørdist partur av Clickhaze, so útviklaði tað seg bara tann vegin, og eg vildi heldur spæla rocktónleik. Tann loyniliga síðan Rockbólkurin Clickhaze, sum vann Prix Føroyar kappingina fyri góðum 10 árum síðani, var sera virkin í nøk­ur ár, og Høgni Lisberg var ein av tónleikar­ unum í bólkinum. – Clickhaze var seriøst og ambitiøst. Bólkurin fann sítt egna ljóð og vildi náa út um landoddarnar við sínum tónleikinum. Serliga Jón Tyril gekk undan, og tað smittaði á okkum onn­ur. Samstundis hevði Prix Føroyar skund­ að undir eitt rák, at føroyskir bólkar skriv­aðu egnar sangir. – Í 2003 gavst Clikchaze at spæla, og tá fór eg víðari við mínum egna tónleiki. Clickhaze var ein bólkur við sjey fólkum, sum høvdu sterkar mein­ ingar um, hvat vit skuldu gera. Tað skapti nógv spennandi ting, men tað var eisini ein strævin prosess at skapa tónleik. Øll skuldu verða samd, og tað kundi verða trupult at skriva nýggjar sangir, sigur Høgni Lisberg. – Eftir Clickhaze vildi eg gera meira við mína loyniligu síðu, sum var at sita í kjallaranum og spæla gittar og syngja. Mammu og tey vistu nóg illa av, at eg sat og putlaðist við sovorðið. Jens L. Thomsen var byrjaður at taka upp, og hann hjálpti mær so við upptøkunum til mína fyrstu fløgu. Tá visti eg ikki rætt­iliga, um eg skuldi gera meira við hetta, sum eg hevði rótað meg út í, men tað bleiv líkasum mítt projekt, og eg helt fram við tí. Høgni Lisberg tók hesa tíðina stigið frá trummunum og fram á pallin at syngja og vera frontmaður í sínum egna bólki. – Tað var løgið at fara frá at sita við trummurnar aftan fyri sangaran og so fara fram á pallin og standa framman fyri trummuspælaran. Tað var eisin nerva­pirrandi fyri meg, og fyrstu kon­ sertirnar hevði eg so nógvar nervar, at tað var pínligt. Men tað hevur verið ein partur av leiðini, sum eg havi valt. Eg havi skift positión fleiri ferðir, og tað lærir mann ótrúliga nógv av, sigur Høgni Lisberg. – Lívið sum tónleikari krevur disiplin. Fólk halda kanska, at lívið sum tónleikari er ein dreymur, mann skal útliva, men tað er ein illusión. Tað er hinvegin ofta eitt baks, og tú skalt tíma tað øgiliga væl. Tað nyttar ikki at ganga og plága seg sjálvan, tá ið tað ikki gongur so væl, tí so verður tú klikkaður av tí. Tú mást góðtaka, at tað er ein lívsstílur, sum tú hevur valt, sigur tónleikarin Høgni Lisberg er ein illusión Dreymurin