fríggjadagur 21. september 2012síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 74 · 29. juni 2012
9
VIKUSKIFTI
Eftir at Høgni Lisberg hevði roynt
lívið sum sangskrivari, sangari og
frontmaður, kundi hann valt at farið
aftur til trummurnar og konsentrera
seg um tað. Men tað gjørdi hann ikki.
Hann helt áfram sum solistur, sam
stundis sum hann eisini spælir trumm
ur í onkrum bólkum – millum annað í
ORKA og hjá Eivør.
– Tað vóru fleiri orsøkir til, at eg
helt fram við at gera og spæla mín egna
tónleik. Ein orsøk var, at eg ynskti ikki
at blíva ein trummuslava hjá nøkrum.
Eg vil hava nakað at ganga upp í, skapa
nakað og halda tað verða listarliga
áhugavert. Eg hevði heldur ikki hug at
fara aftur í ein bólk og gera nýtt tilfar
saman við einum nýggjum bólki. Tí
koyrdi eg bara ahead við mínum egna,
sigur Høgni Lisberg.
Krevur disiplin
Tilveran sum tónleikari kann verða
skiftandi, ganga upp og niður, og tað
er ikki altíð, at vegurin bara er lættur
at ganga.
– Eg var heilt ungur, tá ið eg tók av
gerðina um, at eg vildi verða tónleikari,
so ræður tað um at gera tað, sum skal
til fyri at kunna vera tónleikari, sigur
Høgni Lisberg.
– Tað hevur verið læruríkt, tí ein part
av tíðini havi eg skrivað sangir og spælt
inn, og ein part av tíðini havi eg spælt
live og tikið mær kontórarbeiðnum. Og
soleiðis hevur tað skift nú í nógv ár.
Eitt tíðarskeið spældi eg ikki so nógv
trummur við øðrum bólkum, men tað
havi eg gjørt meira av seinastu trý ella
fýra árini.
Lívið sum tónleikari kann verða
skiftandi á ymsan hátt.
– Eg veit ikki altíð, hvar eg flóti. Eg
eri rímiliga organiseraður við pengum,
og eg kann gott leggja ætlanir, sum eg
klári at halda. Til dømis kann eg spæla
nógv í ein mánað og forvinna mær
pengar, og so einki forvinna í nakrar
mánaðir. Tað klári eg væl at umsita. Eg
veit, at um tríggjar mánaðir, so havi eg
ongar pengar eftir, og so má eg antin út
at spæla meira ella fáa mær eitt vanligt
arbeiði í eina tíð, og tað havi eg gjørt
fleiri ferðir.
– Lívið sum tónleikari krevur disi
plin. Fólk halda kanska, at lívið sum
tónleikari er ein dreymur, mann skal
útliva, men tað er ein illusión. Tað er
hinvegin ofta eitt baks, og tú skalt tíma
tað øgiliga væl. Tað nyttar ikki at ganga
og plága seg sjálvan, tá ið tað ikki gong
ur so væl, tí so verður tú klikkaður av
tí. Og tað lærir mann seg. Tú mást góð
taka, at tað er ein lívsstílur, sum tú hev
ur valt, sigur Høgni Lisberg.
Avkláraður
Hóast onkur tíðarskeið kunnu verða
strævin, heldur Høgni Lisberg, at tað
ber til at gera alt lættari fyri seg sjálvan
við at viðurkenna, hvussu treytirnar
eru.
– Ert tú avkláraður við, at við hvørt
gongur tað væl, og við hvørt gongur tað
minni væl, so er tað lættari. Og tú skalt
eisini gera upp við teg sjálvan, nær tað
gongur væl. Fyri meg snýr tað seg nógv
um at skapa tónleik.
Men gongur tað væl, tá ið tú hevur
nóg mikið av pengum at liva fyri og
ikki nýtist at gera so nógv við tónleikin,
ella tá ið tú skapar okkurt?
– Eg má forvinna pengar av tón
leikinum, fyri at tað skal bera til, og tá
ið tað gongur, so kann mann staðfesta
fyri sær sjálvum, at tað veruliga ber til.
Men hinvegin kemur ofta mest burtur
úr, tá ið eg mangli pengar. Um eg veit,
at um ein mánað havi eg ongar pengar
eftir, so má ordiliga fara í gongd við at
spæla og koma út.
– Eg haldi eisini, at tað eru nógvir
fyrimunir við ikki at fáa stóra succes
sum tónleikari. Eg eri glaður fyri, at
eg ikki fekk nakað gjøgnumbrot í 2005
við Morning Dew. Tá ið eg geri tónleik,
hugsi eg altíð, at eg skal út at vinna
fólk av nýggjum. Tað motiverar meg
og skundar undir at verða í gongd og
skapa nakað nýtt.
– Fyri meg er tónleikur ein lívsstílur,
og tað er nakað, sum broytist við tíðini.
Eg byrjaði við at verða trummusláari,
skuldi verða klassiskur percussionistur,
so bleiv tað til popp og rock, so fór at
skriva sangir og geva mín egna tónleik
út. Tað flytur seg allatíðina, og eg veit
ikki, hvar eg endi. Tað ræður um at
varðveita forvitnið, læra nýggj ting og
koma víðari, sigur Høgni Lisberg.
Høgni
Lisberg
hevur konsert í
Norðurlandahúsinum
fríggjakvøldið
kl. 19.30 og í
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði leygarkvøldið kl. 22.30
myndir: eydbii myndir
– Tú skalt eisini gera upp við teg sjálvan, nær tað gongur væl.
Fyri meg snýr tað seg nógv um at skapa tónleik, sigur Høgni Lisberg