fríggjadagur 21. september 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 110 · 21. september 2012
10
VIKUSKIFTI
Moralur
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Vit liva í eini moralskari tíð við eini ør
grynnu av góðum søkum at velja ímill
um. Vit skulu hugsa grønt, liva sunnari,
dálkað minni, spara orku og lata
mánaðarligan stuðul til Amnesty, bert
fyri at taka nøkur fá dømir. Og vit skulu
gera tað fyri mannaættina, framtíðina,
jørðina og komandi ættarlið, eru nøkur
av boðunum. Men ábendingar eru um,
at hesi boðini ikki rína við hjá so nógv
um, sum ynskiligt var. Og fleiri orsøkir
munnu vera til tað; kanska er talan um
eitt »information overload«, ella eru
vit bara selektiv, sjálvsøkin og stutt
skygd?
Politiska heimssamstarvið fyri at
minka CO2 útlátið er eitt dømi um
eina kampanju, ið líðir av, at fólk hugsa
stuttskygt – í hvussu er tá pengapung
urin ikki hevur tað gott. »Vit skulu
bjarga jørðini fyri komandi ættarlið«
er kanska heldur abstrakt fyri summi,
tá tey sjálvi ikki hava ráð til breyð í
gerandisdegnum. Granskarar eru tí
farnir at sýna okkara selektiva morali
stóran áhuga. Spurt verður um júst
hvørjar umstøður skulu til, fyri at
broyta okkara atferð, og fáa okkum at
gera eftir moralskum boðum? At gera
tað »rætta«.
Tá fólk bara eru tøl
Rationelt sæð vita flestu okkara, at
heimurin líðir. Og vita vita væl, at vit
kundu gjørt nógv meir enn vit gera.
Men tey sum arbeiða millum neyðstødd
vita hvussu avbjóðandi tað kann vera,
at fáa onnur at stuðla sínari søk. Og
kanningar geva nú ábendingar um, júst
hví tað kann vera so torført, at fáa fólk
at hjálpa fremmandum neyðstøddum.
Eitt nú er staðfest, at fólk eru meiri
sinnaði at hjálpa einum einstøkum
persóni, enn um talan er um eitt stórt
tal av persónum.
Í einari kanning fingu luttakarar
sýnda mynd av einum einstøkum svølt
andi barnið, við navni og einari greiðari
fatan av samleikanum hjá barninum.
Samstundis vóru luttakarar spurdir,
hvussu nógv teir vóru sinnaðir at lata,
tá tað snúði seg um túsundtals svølt
andi børn í eystara partinum av Afrika.
Kanningin avdúkaði, at luttakarar
vóru sinnaðir at lata 2,5 dollarar tá tað
snúði seg um einstaka barnið á mynd
ini og bert 1,5 dollara tá tað snúði seg
um mongu børnini. Ein skuldi kanska
annars hildið, at tað var meiri týdn
ingarmikið at hjálpa mongum enn
einum.
Granskarar hava rópt heldur
ræðandi fyribrigdi fyri hagfrøðiliga
líkasælu. Tøl siga okkum ikki tað sama
sum persónar. Heilagranskarar vísa á,
at okkara heili einfalt er gjørdur til at
hava samkenslu við persónum og ikki
tølum. Tað hjálpir at seta eitt andlit á.
Hjálparátøk neyðstøddum at frama,
hava lært av hesum, og eru í nógv størri
mun farnar at nýta persónar sum dømir
í sínum samskifti, heldur enn at ramsa
stór tøl upp.
Hví ert tú ikki grønari?
Er torført at fáa okkum at hava sam
kenslu við øðrum fólkum, er kanska
uppaftur torførari at fáa okkum at
hava samkenslu við umhvørvinum
og náttúruni. Ímeðan tey flestu t.d.
ásanna, at veðurlagsbroytingar eru
ein týðandi avbjóðing, er avmarkað
hvussu stór stig tey sjálvi taka fyri at
basa trupuleikanum.
Ein frágreiðing frá American
Psychological Association avdúkar, at
mong hava lyndi til ikki at síggja veður
lagsbroytingar sum nakra nærverandi
hóttan í mun til t.d. dálking í nærum
hvørvinum. Og nógvar orsøkir eru til
líkasæluna. Frágreiðingin vísir á, at fólk
ofta samanbera sína egnu atferð við
hana hjá øðrum, og soleiðis rættvísgera
egna atferð – um flest onnur ikki spara
uppá orku ella byggja minni hús, hví
skuldi eg so? Ein onnur týðandi orsøk
er støddin av veðurlagsbroytingunum
– talan er um ein so ovurhondsstóran
trupuleika, at atferðin hjá mær ikki
hevur nakra veruliga ávirkan.
Umhvørvisblaðið The Ecologist
hevur víst á, at stig eru tikin til at brúka
sálarfrøði til at broyta aferðina hjá ein
staklingum í mun til umhvørvið. Eitt nú
vísa kanningar, at tað er meiri sannlíkt
at fólk spara orku við tólum, ið vísa júst
hvussu nógv tey spara við at skrúða
nýtsluna niður. Her ber til at brúka per
sónliga sjálvsøkni konstruktivt fyri at
bjarga umhvørvinum.
Ein annar háttur er, sambært blað
num, at bjóða fólkum sjálvi at koma
við hugskotum um hvussu vit kunnu
spara orku. Á tann hátt slepst undan,
at fólk kenna umhvørvisboðskapin sum
Vit skulu hugsa um umhvørvið, liva sunnari og hjálpa neyðstøddum í
fremmandum londum. Boðini eru greið, men onkunsvegna er torført
at fáa fólk at spæla við. Og granskingin sýnir nú okkara selektiva
morali stóran áhuga. Samstundis vita snildir spinndoktarar júst
hvørjar knøttar teir skulu trýsta á, fyri at fáa okkum at vakna
miseydnaður
moralur