Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 110 · 21. september 2012 11 VIKUSKIFTI moralsk boð frá myndugleikum oman fyri tey. Tey flestu vilja sleppa undan at vera tikin av ræði við moralserandi betrivitan. Eitt dømi úr Føroyum er átakið við CO2 manninum, ið vendi sær til børn og ung, har tey sjálvi fingu høvið til at koma við sparihugskotum. Tú skuldi broytt lívsstíl Títt likam er eitt tempul og tú hevur skyldu til at fara væl við egnari heilsu. Tú skalt eta sunt, skera feitt og sukur burtur, íðka ítrótt dagliga og ikki roykja ella drekka. Vit hava Fólkaheilsuráð, heilsudagar, heilsumiðstøðir osfv. Tað snýr seg um okkara lívsstíl sum heild, eru boðini. Men heilsuboðskapurin hevur av­ markaða ávirkan. Hollendski Reint-Jan Renes, ið er professari í heilsusamskifti, hevur í einari tíðargrein víst á, at heilsu­ átøkini yvirmeta okkara rationalitet og sjálvstøðugleika. Tí hóast vit rationelt væl vita hvat er gott fyri okkum, eru vit einfalt eisini dovin av nátúr. Og tá um­ støðurnar ikki eru til at hugsa kritiskt og viga møguleikarnar, taka vit oftast skeivar avgerðir. Umhvørvið tekur ikki hædd fyri hes­ um heldur lítið virda parti av okkum. Vit eru umgyrd av elevatorum, ið gera tað lætt at sleppa undan at ganga, og mat­ stovum, ið sum heild seta ósunna matin ovast. Við øðrum orðum er ov lætt at velja tað ósunna, er boðskapurin. Átøkini ímóti royking á almennum støðum hava tó tikið dovnu síðuna í álvara. Ikki ber til longur at festa sær í har tú ert. Treytin er, at tú førkar teg, helst ein góðan tein, áðrenn tú kanst njóta sigarettina. Hollendski granskarin vísir á, at átkið ber við sær, at roykingin tískil ikki longur gerst nátúrliga valið, tí hon krevur ein eyka innsats. Tí er ikki líka lætt at vera dovin roykjari longur. Selektivur moralur Tá tað snýr seg um boð um at broyta lívs­stíl og moral hevur grindadrápið sett Føroyar á heimskortið. Siðvenjan hev­ur leingi verið undir trýsti bæði frá egn­um heilsumyndugleikum og stór­um pørtum av umheiminum. Men lítið sýnist rína við – enn í hvussu er. Og tó: kvinnur í burðardyggum aldri sýnast hava tikið við boðum. Her talar normurin um at verja egin børn fyri søkini um at halda uppat at eta grind. Og júst hetta váttar kanska okkara moralska selektivitet: At til tess at broyta moral, er oftast neyðugt at taka onnur atlit, enn bert einstøku moralsku søkina, inn í myndina. Snildir politiskir spinndoktarar vita eisini, at fyri at tryggja politikarum, flokk­um ella felagskapum vald, er neyð­ ugt at tríva í mál sum almenningurin er vorðin tilvitaður um – mál ið longu eru vorðin moraliseraði, viðkomandi og heit í kjakinum. Pessimistiska niður­ støðan kann tí vera, at politikkur ofta snýr seg um at vátta tað sum ein meiri­ luti í samfelagnum longu heldur vera týðandi – heldur enn at broyta ella flyta samfelagskjakið. Snildir politikarar »finna« røttu málini at profilera seg við. Tað er helst orsøkin til, at so lítið hoyrist um t.d. veðurlagsbroytingar og orkusparingar í løtuni. Tær eru nógvum veljarum rættuliga óviðkomandi nú bú­ skapar­kreppa og arbeiðsloysi standa ovast á breddanum. Men tær koma kanska afturíaftur í betri tíðum. Vit skulu bjarga jørðini fyri komandi ættarlið – er kanska heldur abstrakt fyri summi, tá tey sjálvi ikki hava ráð til breyð í gerandisdegnum. Granskarar eru tí farnir at sýna okkara selektiva morali stóran áhuga. Spurt verður um júst hvørjar umstøður skulu til, fyri at broyta okkara atferð, og fáa okkum at gera eftir moralskum boðum? At gera tað »rætta« Kanningar geva nú ábendingar um, júst hví tað kann vera so torført, at fáa fólk at hjálpa fremmandum neyðstøddum. Eitt nú er staðfest, at fólk eru meiri sinnaði at hjálpa einum einstøkum persóni, enn um talan er um eitt stórt tal av persónum tilvildarliga tilgjørd mynd