fríggjadagur 21. september 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 110 · 21. september 2012
14
VIKUSKIFTI
ólátaði
popparin
Dagurin
september21
Sjálvur segði hann seg hava eins stóran týdning fyri tónleikin, sum John
Lennon hevði tað. Kanska gevur samtíðin honum ikki heilt rætt, men eingin
ivi er um, at Liam Gallagher hevur havt sína stóru ávirkan á popp-tónleikin
rundar 40
Ræðu-kongurin
21. september í 1947 varð Stephen King borin í heim. King man vera ein tann
kendasti rithøvundin yvirhøvur innan ræðu- og science-fiction genruna. Hann
hevur skrivað fleiri enn 50 skaldsøgur og nærum 200 stuttsøgur. Ein tann
kendasta útgáva hansara er The Shining, sum varð útgivin í 1977. Trý ár seinni
leikstjórnaði Stanley Kubrick filmatiseringini av bókini. Við Jack Nicholson í
høvuðsleiklutinum gjørdist talan um helst kendasta ræðufilmin í heimssøguni.
Skotskur klassikari
21. september 1832 andaðist Sir Walter Scott. Scott gjørdist
fyrsti enskt-skrivandi høvundurin, sum fekk tað, ið kann kallast
eitt altjóða navn, og verk hansara vórðu seld í stórum tali í bæði
Europa, Australia og í Amerika. Fleiri av verkum hansara teljast
í dag millum stóru klassikarnar í enskum skaldskapi – eitt nú
Ivanhoe, Waverley og The Heart of Midlothian.
Tónleikur
Jákup Mørk
post@sosialurin.fo
Liam varð føddur júst 10 ár eftir, at
the Beatles hevði verið í studio til upp
tøkurnar av Love me do, sum var fyrsta
íkastið frá the Fab Four til tónleikin,
men tað lá tó ikki í kortunum, at tað var
innan tónleikin, at Liam skuldi gerast
kendur.
Heimið var ófriðarligt, og tá Liam
var 10 ára gamal hevði mamman fingið
nóg mikið av harðliga pápanum, og
saman við eldru beiggjunum, Paul og
Noel mátti Liam venja seg við eina
nýggja tilveru sum skilnaðarbarn.
Hetta var tó alt annað enn lætt, og
sum 15 ára gamal varð Liam tveittur
úr skúlanum, tá lærararnir ikki longur
vildu vera vitni til bardagarnar, sum
hann støðugt var partur av.
Tað var ikki fyrr enn sum unglingi,
at Liam kom eftir, at hann hevði serliga
tónleikagávur. Og eftir hetta lurtaði
hann støðugt eftir bólkum sum The
Stone Roses, The Who, The Kinks,
The Jam, T.Rex og – ikki minst – The
Beatles. Serliga hevði hann als til John
Lennon, og sjálvur hevði Liam sagt seg
vera eina reinkarnatión av Lennon –
sum tó ikki doyði, fyrr enn átta ár eftir,
at Liam varð borin í heim.
Rakti toppin
Tá Liam gjørdist partur av The Rain,
var heldur ikki tað nógva, sum bendi á,
at talan var um komandi stórbólk. Sam
an við Paul Arthurs skrivaði hann tað
nógva av tónleikinum hjá bólkinum,
men tað var ikki, fyrr enn eldri beiggi
Liam’s, Noel, gjørdist sangskrivari, at
verulig ferð kom á. Og sjálvur hevur
Liam í onkrari óvanliga bleytari løtu
viðgingið, at tónleikurin, sum varð
skrivaður fyrstu árini, var út av lagi
vánaligur.
Saman við Noel megnaði bólkurin
tó at fáa plátusáttmála, og so er restin
at kalla søga. Definitely Maybe gjørdist
skjótast seljandi debut-útgávan í bretsk
ari tónleikasøgu. Røddin hjá Liam varð
róst til skýggja, og hartil hevði hann
eina útstráling, sum dróg túsundtals
fjepparar til live-framførslurnar hjá
bólkinum. Og næsta útgávan, (What’s
the Story) Morning Glory?, vann sær
status sum trið-mest seljandi útgávan
í Onglandi nakrantíð.
Karismatiska persónligheitin var tó
ikki bert til tað betra. Ensku tabloid-
miðlarnir høvdu úr at gera við at skriva
síðu upp og niður um rúsevnisnýtsluna
hjá Liam og um atburð hansara sum
heild.
Og har var nóg mikið at skriva um.
Fleiri ferðir fóru teir báðir Gallagher-
brøðurnir til hendurs. Ta einu ferðina
segði Liam seg ikki kunna syngja á
MTV, tí hann hevði ilt í hálsinum, tó at
veruleikin helst var onkur onnur sjúka.
Hann tømdi ein eldsløkkjara í andlitið
á Paul Gascoigne, og tá hann á sinni
fekk bann fyri at flúgva við Cathay
Pacific, eftir at hava barst umborð á
einum flogfari, segði hann bara, at so
mátti hann heldur ganga tvørtur um
Australia.
Samstundis kappaðist Oasis um stóru
yvirskriftirnar við Blur, og saman vóru
tey bæði orkestrini ímyndin av nýggju
Britpop-rørsluni. Ta einu ferðina góvu
tey bæði orkestrini enntá út single-
plátu sama dag. Tann tvídystin vann
Blur, sum við Country House seldi
274.000 eintøk fyrstu vikuna mótvegis
teimum 216.000, sum Roll with it
seldi. Men samanlagt gjøgnum 90’ini
var Oasis stóra navnið. Triða útgávan,
Be Here Now gjørdist nýggjur enskur
metseljari, og hóast tað skjótt bert vóru
teir báðir Gallagher, sum vóru eftir av
upprunamanningini, hildu teir fast
um stóra fjepparaskarðan. Ikki minst,
tí røddin hjá Liam er og verður nakað
serligt. Nakað sum eisini verður staðfest
av Q-magazine, sum hevði Liam á 11.
plássinum á yvirlitinum yvir bestu
songrøddir nakrantíð.
Ikki vaksin
Bardagarnir við beiggjan gjørdust at
enda ov nógvir, og síðani 2009 hevur
Liam verið partur av Beady Eye, sum
roynir at sláa sítt navn fast innan rock-
tónleikin. Fleiri vilja vera við, at Liam
í dag er eins góður, sum hann var, tá
hann toppaði við (What’s the Story)
Morning Glory, men enn hevur bólkurin
ikki vunnið seg í nær námind teimum
sølutølum, sum Oasis stóð fyri.
Men framvegis finnur Liam Gallagher
finnur vegin til yvirskriftirnar. Ólátaði
tannáringurin verður kanska 40 ár í
dag. Men tey fæstu munnu halda, at
hann er vorðin vaksin fyri tað.