fríggjadagur 21. september 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 110 · 21. september 2012
15
VIKUSKIFTI
Framvegis finnur Liam Gallagher
vegin til yvirskriftirnar. Ólátaði
tannáringurin verður kanska 40 ár
í dag. Men tey fæstu munnu halda,
at hann er vorðin vaksin fyri tað
Fáir bólkar hava haft eins stóra ávirkan
á tónleikasøguna, sum Oasis høvdu tað,
eftir at bólkurin sá dagsins ljós í 1991
Upprunaliga æt bólkurin The Rain, og vóru limirnir
í bólkinum Liam Gallagher, Paul Arthurs, Paul
McGuigan og Tony McCarroll. Í royndin at finna sær
ein manager, tosaðu teir við eldra beiggja Liam, Noel.
Men hesin vildi heldur spæla við og skriva sangir, og
serliga hetta seinna var stóra orsøkin til framburðin
hjá bólkinum. Noel skrivaði nevnliga tey nógvu av
fyrstu mongu hittunum hjá bólkinum, sum gjørdist
sjálvur hornasteinurin í nýggja Britpop hugtakinum.
Nakað av útskiftin var í bólkinum gjøgnum árini, og
at enda vóru bert teir báðir Gallagher-brøðurnir eftir
av upprunamanningini.
Tey flestu siga helst, at teir taka dekan ov rívan til,
tá teir sammeta seg við the Beatles, men hóast alt
hevur bólkurin okkurt at hava sítt reyp í. Eitt nú hava
teir havt átta single-útgávur á fyrsta plássinum á
enska hitlistanum, og eins ofta hava album teirra
verið ovast á listanum. Teir hava vunnið 15 NME-
virðislønir, níggju Q-virðislønir, fýra MTV-awards og
seks Brit-awards. Samanlagt hava teir selt á leið
70 milliónir fløgur, og teir eiga pláss í Guinness
metbókini, eftir at teir 22 vikur á rað áttu okkurt lag
á enska top-10 listanum. Aðra staðni í somu metbók
kann lesast, at bólkurin í 10 ár (1995-2005) átti
okkurt íkastið til top-75 listan í ikki færri enn
765 vikur!
Tónlistarliga verður Oasis ofta sammett við the
Beatles, sum eyðsæð er stóra fyrimynd teirra. Men
eisini siga limirnir í bólkinum seg hava fingið íblástur
frá hópin av øðrum stórum nøvnum. Eitt nú Sex
Pistols, Nirvana, Pink Floyd, R.E.M. og Rolling Stones.
Kollveltu
poppin
Altjóða friðardagur
Síðani 1982 hevur 21. september verið roknaður sum altjóða
friðardagur. Hetta er dagurin, tá kríggj og harðskapur skal tiga,
og um allan heim hava fleiri tjóðir, politikarar og eisini militantir
felagsskapir hátíðarhildið dagin. Á ST-borgini í New York verður ringt
við friðarklokkuni hendan dagin, og eitt nú valdi Armenia sær júst
hendan dagin, tá landið í 1991 tók loysing frá Sovjetsamveldinum.
Spinks á toppin
Tann 21. september 1985 slerdi Michael Spinks sítt navn rimmarfast innan
boksiheimin. Larry Holmes hevði leingi sitið á tungvektskrúnuni, men tá Spinks basti
Holmes eftir 15 harðar umgangir, hildu tey flestu, at nú hevði boksiheimurin veruliga
funnið sær ein nýggjan stórmeistara. Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn ein ungur Mike
Tyson fór at gera vart við seg. Og móti honum helt Spinks ikki meira enn 91 sekund, tá
aldarinnar dystur skuldi gera av, hvør var kongurin innan tungvekt.