Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Um 17.26-tíðina í gjár fekk løg­reglan boð um, at eldur var í einum kranabili, sum stóð parkeraður á par­ keringsplássinum beint uttan fyri skúlan í Søldarfirði. Bil­urin kolaðist upp og verð­ur ikki til bil aftur. Í fyrstani ljóðaði, at eldur var komin í bilin, eftir at hann hevði koyrt og varð settur á parkeringsplássið. Løgreglan segði seg hava skilt, at tað møguliga var hiti frá einum syllindara í einum hjóli, sum hevði fest í aftarliga undir bilinum. Men hetta er ein mis­ skilj­ing. Kranabilurin hevði nevniliga ikki koyrt í eitt heilt samdøgur, tá eldur kom í hann. Helst el-skipanin Tann, sum eigur lastbilin, er Ássvein Mikkelsen, sum býr í Søldarfirði. Hann heldur, at løgreglan man hava misskilt hann, tá tey spurdu seg fyri um, hvat møguliga kundi vera hent við bilinum. – Kranabilurin hevði slett ikki koyrt í eitt heilt sam­ døgur, tá eldur kom í. Eg hevði nevniliga arbeitt upp á bilin á einum verkstaði leygardagin og hevði sett bilin á parkeringsplássið um­ leið eitt samdøgur, áðrenn eldur kom í. Ássvein Mikkelsen sigu­r, at hann var staddur í kjalla­ ranum, tá hann hoyrdi eitt hvørt og hugdi út. – Eg búgvi beint oman fyri, har bilurin stóð, og eg gjørdist rættiliga skakkur, tá eg sá, at kranabilurin stóð í ljósum loga. Hann sigur í morgun, at hansara meting er, at eldur er komin í, har sikringar og rele sita í sjálvum bilhúsinum.

 – Men, tað er bara mín leysa meting.

 Tá hann arbeiddi upp á bilin á verkstaðnum leygar­ dag­in, hevði hann slett ikki fingist við sikringar og rele, men hevði gjørt aðrar mekan­isk­ar umvælingar.
 Í góðum standi Ássvein Mikkelsen sigur, at hetta var ein gamal kran­ abilur, men hann var góðum standi, nú hann brendi. ­– Eg keypti bilin fyri góð­ um ári síðan og havi gjørt nógv við hann síðan tá. Eisini havi eg brúkt nógvan pening upp á at hava bilin í góðum standi. Eg havi havt nógva koyring hetta seinasta árið, og eg havi serliga arbeitt fyri EM-Asfalt. Nú noyðist hann at finna sær ein annan kranabil, tí bilurin, sum brendi sunnu­ dagin, kemur ongantíð at koyra aftur. – Hetta kemur óvart á meg, men eg ætli mær ikki at gevast á hendur. Spurdur, um tað kann hugsast, at eldur er settur á bilin, sigur hann at enda, at tað hevur hann onga sum helst orsøk at halda. – Nei, tann tankin er í mínari verð púrasta óhugs­ andi, sigur Ássvein Mikkel­ sen. Kranabilurin hjá Ássveini fór upp í royk - Eg hevði arbeitt upp á kranabilin leygardagin. Meðan eg var í kjallaranum seint seinnapartin sunnudagin, hoyrdi eg eitt hvørt. Tá eg hugdi oman á parkeringsplássið, har bilurin stóð parkeraður, stóð hann í ljósum loga, sigur Ássvein Mikkelsen í Søldarfirði, sum nú noyðist at finna sær eina annan kranabil - Hetta var ein gamal kranabilur, men hann var góðum standi. Eg keypti bilin fyri góðum ári síðan og havi gjørt nógv við hann síðan tá, sigur Ássvein Mikkelsen Mynd: Vilmund Jacobsen Hetta kemur óvart á meg, men eg ætli mær ikki at gevast á hendur Vilmund Jacobsen Fiskamarknaður Føroya væntar, at tvey línuskip landa í dag. Bæði hava verið undir Íslandi og hava eina blanding av toski, brosmu, longu og so nakað av hýsu og blálongu. – Seinni í hesi vikuni koma væntandi eini fýra ella fimm línuskip aftrat inn at landa. Eitt av hesum roynir undir Føroyum og hevur mest av longu og brosmu, meðan hini skipini royna undir Íslandi. Veiðan hjá skipunum undir Íslandi er serliga brosma, longa og toskur. Um útróður, sigur Fiska­ marknaður Føroya, at streym­urin er góður, og veðr­ið sær út til at gerast hampi­ligt. – So, vit vóna, at nakað kemur upp á land av út­ róðrarfiski í hesi vikuni. Fleiri fiska makrel Djúpvatnstrolararnir eru allir á makrelveiði. Av par­ trolarunum eru tað bara fýra pør, sum í løtuni fiska upsa. Hinir allir fiska makrel. – Eitt par kemur inn at landa í dag, og hini skipini koma seinni í hesi vikuni. Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at ein trolbátur fiskar við lemmum, og veiðan er ein blandingur av toski, longu og upsa. Tveir trolbátar partrola eftir upsa. – Trolbátarnir koma vænt­andi inn at landa tíð­ liga og miðskeiðis í hesi vik- uni. At enda vísir marknaður á, at tvey garnaskip eru til fiskiskap. – Eitt fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð. Hitt skipið fiskar havtasku og kemur helst inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni. Fleiri línuskip landa í hesi vikuni Sum henda vikan gongur, koma fleiri línuskip inn at landa, og tey fyrstu skipini landa longu í dag. Fleiri ísfiskatrolarar fiska makrel Tannlæknin  Gunvør  Poulsen  er  júst  komin  í   starv  hjá  okkum,  so  nú  eru  vit  2  tannlæknar   umframt  1  tannrøktari  og  1  klinikkdama.     Hjartaliga  vælkomin  Gunvør.     Tannlæknastovan  hjá  Steintór  Larsen   Torkilskrókur  8   530  DuglaEørFur  –  telefon  444  358