mánadagur 24. september 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Taka føroysku bankarnir ov
høga rentu fyri at læna til
bústaðir?
Tað er ein spurningur,
sum Kappingareftirlitið nú
er farið at kanna.
Terje Sigurðsson, deildar
leiðari í Kappingareftirliti
num, sigur, at tað er nakað
síðani, at teir fóru í holt við
kanningina, men at hann
enn ikki dugir at siga, nær
tey koma til eina niðurstøðu.
Hann sigur, at Kappingar
eftirlitinum hevur havt eitt
fólk burtur av í eina tíð at
arbeitt við hesum málinum.
- Vit hava savnað upplýs
ingar frá peningastovnunum
og teir upplýsingarnar sita
vit nú og útgreina, sigur
deildarleiðarin.
Hann leggur afturat, at
hann væntar, at tey koma
til eina fyribils niðurstøðu í
hesum árinum.
- Áðrenn nýggjár vænti
eg í øllum førum, at vit koma
til eina niðurstøðu sum for
telur okkum, um, hvussu vit
skulu fyrihalda okkum og
um vit eiga at fara víðari við
kanningunum ella ikki, legg
ur hann afturat.
Men hetta eru umfatandi
kanningar, sum eisini krevja
uttanhýsis serfrøði og Kapp
ingareftirlitið vónar, at tey
fáa ráð til tann partin eisini.
Ein góð ábending
Kappingareftirlitið
hevur
leingi viljað sloppið í holt við
at kanna bankarnar.
Men tað fekk Kappingar
eftirlitið ikki játtan til og
tískil er kanningin avmarkað
til bara at umfata ein brot
part av tí, ætlanin var. So
statt fevnir kanningina nú
bara um rentuna av bústað
arlánum.
Í hesum sambandi verður
eisini hugsað um realkreditt
lánini, har bankarnir hava
staðið fyri skotum, tí teir
hava tikið nógv hægri bidrag,
enn danskir peningastovnar
taka.
Hinvegin verða spurn
ingarnir um ómaksgjøldini,
munurin á útlánsrentu og
innlánsrentu,
rentan
til
vinnulívið, kostnaðurin av
at reka peningastovn í Før
oyum
afturímóti
øðrum
londum, og aðrir viðkomandi
spurningar, ikki tiknir við,
sum upprunaliga ætlað, tí
tað fekst ikki fígging til tað.
- Kortini fer niðurstøðan
av kanningini um bústaðar
marknaðin at geva okkum
eina ábending um, hvussu
støðan er, sigur Terje Sigurðs
son.
Men nú bíða tey í Kapp
ingareftirlitinum eisini spent
eftir, hvussu stór játtanin
verður á fíggjarlógini fyri
2013 og um hon verður nóg
stór til at tey fáa ráð til at
fara rættiliga í dýbdina við
hesum málinum.
- Hetta er ein mark
naður, sum krevur eina
servitan og hana mugu vit
fáa uttanhýsis, sigur deild
arleiðarin á Kappingareftir
litinum.
Kappingareftirlitið hevur
leingi ætlað at fara undir
eina djúptøkna kanning
av føroyska fíggjarmark
naðinum.
Fyrst í árinum bað
Kappingareftirlitið
um
eina eykajáttan upp á eina
millión til at kanna kapp
ingarstøðuna í føroyska
fíggjarmarknaðinum sum
heild.
Men tann umbønin
varð ikki gingin á møti, tí
Kappingareftirlitið fekk
bara ein brotpart av tí og
tískil hevur Kappingar
eftirlitið avmarkað kann
ingina til bara at umfata
rentuna av bústaðarlán
um.
Tá segði Kappingar
ráðið, at endamálið við
kanningini var annars
at staðfesta um tað er
neyðugt við almennum
inntrivum
í
føroyska
fíggjarmarknaðin.
Kappingarráðið stað
festir, at ómaksgjøldini
og rentustøðið í Føroyum
hevur verið afturvend
andi kjakevni seinastu
árini.
Tað hevur tað eisini
verið á tingsins røðara
palli, har tinglimir úr at
kalla øllum flokkum hava
lagt á bankarnar og kalla
teir bæði líkt og ólíkt, tí
teir skulu vera ov gramm
ir við rentuni og ómaks
gjøldunum.
Ein kanning, sum Heri
á Rógvi gjørdi við stuðli
frá
Kappingarráðnum
vísti, at bankar í Føroyum
krevja nógv hægri rentur
enn danskir bankar við
tað, at í Føroyum er inn
lánsrentan væl lægri og
útlánsrentan væl hægri
enn í Danmark.
Hinvegin eru ómaks
gjøldini
ikki
hækkað,
men tey eru so fløkt og
ógjøgnumskygd, at tað
krevur eina neyva kann
ing at samanbera tey.
Kappingarráðið held
ur, at ein orsøk til, at prís
støðið í føroyska fíggjar
geiranum er so høgt, kann
vera, at peningastovnar
nir eru so fáir.
Hetta merkir, at teir
kunnu eygleiða atferðini
hjá kappingarneytunum
og hava eina tigandi sem
ju um ikki at kappast.
Kappingarráðið heldur,
at hetta er eitt fyribrigdi,
sum stundum er komið
fyri á føroyska fíggjar
marknaðinum, har teir
ymsu peningastovnarnir
heilt skjótt fylgja eftir,
tá ið ein peningastovnur
hækkar ella lækkar rentu
na ella ómaksgjøld.
Tað eru óivað fleiri
orsøkir til, at rentur og
ómaksgjøld eru so høg í
Føroyum og tað eru hesar
orsøkirnar, ætlanin er at
finna, sigur Kappingar
ráðið í umbønini um eyka
játtan.
Tigandi
semja um
ikki at
kappast
- Á einum lítlum marknaði
sum tí føroyska, er alt ov lítil.
Tað heldur Terje Sigurðs
son, deildarleiðari á Kapping
areftirlitinum.
Hann sigur, at samanborið
við onnur lond, er játtanin so
lítil, at tað ger eftirlitið rætti
liga veikt og elvir til, at tað
eru bara umstøður at gera
ein part av tí, tey kundu hug
sa sær at gjørt
- Í Føroyum er marknað
urin so lítil, at tað eru bara
ein, ella tveir, ella í besta føri
nakrir heilt fáir veitarar á
teimum á nógvum ymsum
økjum, sum hava storan
týdning.
Men nettupp tí hava vit
stóran tørv á einum sterkum
eftirliti.
- Minni eitt samfelag er og
minni ein búskapur er, størri
er tørvurin á einum sterkum
kappingareftirlitið,
sum
kann fylgja við, at leggur
hann afturat.
Á einum stórum mark
naði, har tað eru nógvir veit
arar er ikki líka stórur tørvur
á einum Kappingareftirliti.
- Men hjá okkum eru
so fáir veitarar á nógvum
økjum, at tað skal lítið til at
kappingin verður sett út av
kraft.
- Tað, sum er avgerðandi á
einum marknaði sum okkara
er, at tann ráðandi marknað
arstøðan, summir veitarar
hava á nógvum økjum, ikki
verður misnýtt, sigur Terje
Sigurðsson.
Játtanin til Kappingar
eftirlitið var 1,8 millión í ár,
men deildarleiðarin heldur,
at hevði hon verið tvær ferð
ir so stór, hevði tað verið
meiri hóskiligt.
Í 2007 var játtanin 1.730
millión, men í 2008 fingu vit
eina nýggja kappingarlóg,
sum eisini álegði Kappingar
eftirlitinum at hava eftirlit
við samanleggingum í vinnu
lívinum.
Hetta er rættiliga krevj
andi arbeiðsuppgávur og
tískil hækkaði játtanin tað
árið upp í 2.430 millión.
Men síðani er ein fjórð
ingur so líðandi skarvaður
av henni aftur, so at hon nú
er komin niður aftur á 1,8
millión.
Men harafturat fekk
stovnurin so 100.000 krón
ur í eykajáttan til at kanna
kostnaðarstøðið hjá peninga
stovnunum.
Vit eru ov veik
Kanna um
bankarnir krevja
ov høga rentu
BÚSTAÐARLÁN Kappingareftirlitið kannar nú um føroysku
bankarnir taka ov høga rentu fyri at lata fólki bústaðarlán
Áðrenn nýggjár vænti
eg í øllum førum, at vit
koma til eina niðurstøðu
Skerd kanning
Nógv halda, at bankarnir eru ov grammir at krevja ómaksgjøld og rentur.
Kappingareftirlitið ætlaði at kanna bankarnar, men samgongan vildi ikki seta neyðugu
pengarnar av til eina djúptøkna kanning. Tískil máttu vit avmarka kanningina
munandi, sigur Terje Sigurðsson, deildarleiðari á Kappingareftirlitinum