Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Fyri fyrstu ferð verður ein framsýning við ikonum at síggja í Føroyum. Og tað er forvitnisligt, sum verður í forkirkjuni í Glyvra kirkju, heldur Oggi Lam­hauge, listamaður. Hann situr í lista­nevnd­ ini hjá Glyvra kirkju saman við m.a. Meinhard Bjartalíð, sókn­ar­presti, sum hevur tikið stig til framsýningina. Meinhard Bjartalíð var hesa tíðina í fjør í lestrar­far­ loyvi, og tá granskaði hann orto­doksu kirkjuna við ser­ ligum atliti til ikonografi og ikon­teo­logi. Ikonir eru myndlist í eystur­kirkjuni. - Vesturlendska mynd­ list­in er meira jørðisk, men ikonirnar hava eina meira anda­liga tilgongd til listina, sigur Oggi Lamhauge. Hann heldur fram­sýn­ ingina við ikonunum vera listarliga spennandi, tí vit eru ikki von við slíkar fram­ sýn­ingar. Nógvir føroyingar hava tó sæð ikonir áður eitt nú á vitjan í kirkjum eystan­ fyri og sunnanfyri. Á framsýningini verður ein ikon úr Russlandi, ein úr Grikkalandi, málaður á sjálvum heilaga fjallinum Athos, og ein er úr Bulgaria. Onk­ur er elligamal, og teir eru viðismiklir, prýddir við gulli. Onkrir ikonar á fram­sýn­ ingini eru læntir ur Mariu­ kirkjuni, og aðrir eru privat ogn. Mikukvøldið klokkan 20 fer Meinhard Bjartalíð at halda fyrilestur í Glyv­ra kirkju um ikonar og ikon­o­ grafi, og tá letur fram­sýn­ ing­in upp. Framsýningin verður eisini opin í vikuskiftinum 28. Til 30. september frá klokk­an 16 til 20. Framsýning við ikonum Mikukvøldið klokkan 20 heldur Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur fyrilestur í Glyvra kirkju um myndlistina í eysturkirkjuni, og tá letur upp ein framsýning í kirkjuni við ikonum Magnus Høgenni praktikantur Bogi Apol, sum gongur í níggjunda flokki í Tórs­ havn­ar Kommunuskúla, er í starvsvenjing í Tinganesi í hes­um døgum. – Eg eri í starvsvenjing í Tinganesi, og her arbeiði eg í Vinnumálaráðnum, Inn­ lendis­málaráðnum og á Løg­ mans­skrivstovuni, sigur Bogi Apol. Har fæst hann við ymiskt fyri­fallandi, so sum at prenta skjøl út og gongur á ymsar fund­ir. – Og so hyggi eg eisini eft­ ir, hvussu hini arbeiða. Bogi Apol heldur, at tað er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, sum hann heldur vera áhuga­ vert. – Fólkini eru fitt, og her er nógv at gera. Og so fái eg eisini innlit í, hvussu hini ar­ beiða her á Tinganesi. Bogi Apol sigur, at hon­ um hevði dámt at starv­ast her, tí hann hevur áhuga fyri politikki og skriv­stovu­ arbeiði. – Eg valdi hetta starvið, tí eg helt, at hetta var eitt áhuga­vert arbeiðspláss, og eg vil gjarna vita, hvussu tað er at arbeiða í Tinganesi. Bogi Apol sigur, at hann eisini hevur áhuga fyri at ar­ beiða við teldum og filmi. Magnus Høgenni, sum gong­ur í níggjundu flokki í Tórshavnar Kom­munu­ skúla er í starvsvenjing á Sosialinum í hesum døg­ um. – Eg valdi Miðlahúsið sum starvsvenjingarpláss, tí eg vil fegin vita, hvussu tað er at arbeiða á einum blað og vita, um hetta er nakað fyri meg, sigur Mag­nus Høgenni. – Eg haldi, at hetta starv­ið er sera áhugavert, tú hittir nýggj fólk hvønn dag. Eisini haldi eg tað vera sera áhugavert at fara út við journalistum. Eitt nú var eg saman við Vilmundi Jacobsen í Fugla­firði í sambandi við mentan­arvikuna har, tað var sera áhugavert, sigur Mag­nus Høgenni. – Fríggjadagin var eg við Leo Poulsen úti í Tinganesi, og tá fekk eg høvi at heilsa upp á løg­ mann, sigur Magnus Høg­ enni. Áhugavert at starvast við tíðindum Kundi hugsað mær at starvast í Tinganesi Magnus Høgenni er í starvsvenjing í Miðlahúsinum Bogi Apol framman fyri trappuna til Løgmansskrivstovuna í Tinganesi. Hann kundi hugsað sær at starvast har