mánadagur 24. september 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Seinasta umfarið í 2. deild hjá
monnum var eisini á skránni
leygardagin. Oddaliðið B36 staðfesti
oddasessin við einum knúsandi
10-0 sigri á Royn, sum má tungu
leiðina niður í 3. deild komandi
kappingarár. Longu í steðginum var
støðan 6-0 til B36. Dan Brimsvík,
sum hevur verið venjari hjá 2.
deildarliðnum hjá B36, umframt
U 18 liðnum hjá B36 sigur, at tað
týdningarmesta fyri felagið var,
at eykaliðið vann sær uppflyting
upp í næstbestu fótbóltsdeildina,
so teir ungu spælararnir hjá B36
í
vaksnamannadeildini
kunnu
verða betri brýndir til avbjóðingar
nar, sum eru í effodeildini. Aldurs
spennið hevur ligið millum 16 og
41 ár, har gamla landsliðskempan
Jens Christian Hansen, og gamli
verjuskansin,
Herbert
í
Lon
Jacobsen hava verið við til at
mynda 2. deildarliðið hjá B36 í ár.
Dan Brimsvík sigur, at hóast ein
fjórðingsøld er millum elsta og
yngsta mannin, so hevur liðandin
verið í topp.
Ómøguligt krav
til Giza/Hoyvík
Kravið til Giza/Hoyvík at yvirhála
TB á øðrum plássi á seinasta leik
degnum, var at Giza/Hoyvík vann
við 18 málum ímóti ÍF á niðari
vølli í Gundadali. Talan gjørdist
»bert« um ein 8-2 sigur til Giza/
Hoyvík. Støðan í hálvleikinum var
3-0 til Giza/Hoyvík. Undrið vann
4-2 á FC Suðuroy, og AB vann 8-0
á Skála. 07 Vestur hevur fyrr í ár
tikið sítt lið úr kappingini. Tí sat
TB yvir leygardagin. 2. plássið hjá
tvørámonnum var veruliga ongan
tíð í vanda hjá tvørámonnum í tí
seinasta umfarinum leygardagin,
tí Giza/Hoyvík hevði ein ómøgu
ligan setning at greiða ímóti ÍF.
Tó verður ongin uppflyting hjá
TB, um TB ikki verður omanfyri
niðurflytingarstrikuna í effodeild
ini. Spælararnir hjá Giza/Hoyvík
seta sína vón til, at B68 kann yvirliva
í effodeildini, so Giza/Hoyvík kann
flyta upp í næstbestu deildina.
Tann vónin hjá Giza/Hoyvík fekk
eitt skot fyri bógvin, tá TB ígjár
vann 1-0 á NSÍ í effodeildini. Nýggj
lið í 2. deild komandi ár verða KÍ
og MB. Leygardagin var finalan í 3.
deild leikt á Tórsvølli. Veteranarnir
hjá KÍ, sum hava mannað 3. deildar
liðið hjá KÍ í ár vunnið 3-0. Millum
teir sum hava myndað liðið hjá MB
hetta kappingarárið er fótbólts
legendan, Jens Erik Rasmussen.
Formaðurin í 07 Vestur, Heðin
Jørgensen harmast um, at felagið
mátti taka 2. deildarliðið hjá sær úr
kappingini. Effodeildarliðið hjá 07
Vestur má nú heilt niður í 3. deild
eftir eykaleikarum.
B36 aftur í 1. Deild, TB og Giza/Hoyvík bíða
Fótbóltur Eykaliðið hjá B36 kemur komandi ár at spæla í næstbestu fótbóltsdeildini. TB
gjørdist nummar tvey, men teir mugu bíða eftir avgerðini í botnstríðnum í effodeildini
Tróndur Arge
Dysturin millum Skála og 07
Vestur sá leingi út til at blíva ein
spennandi dystur um uppflyting,
men fyrst rann 07 Vestur undan
og síðani misti Skála stevið í
uppflytingarstríðnum. Tí endaði
dysturin við ongan týdning at hava
fyri uppflytingarstríðið.
07 Vestur vann dystin 2-0 og
staðfesti harvið gullið við sigri. Brian
Olsen legði gestirnar á odda longu
aftaná tíggju minuttir minuttir. Stutt
fyri tíð økti Hørður H. Johansen til
endaliga úrslitið 2-0.
Aftaná dystin var Tór-Ingar
Akselsen kosin ársinsleikari fyri
hetta kappingarárið. Ársinsstjørnu
skot gjørdist Tórstein Mýlingstind.
Heðin Jørgensen, formaður í 07
Vestur, segði í samsrøðu við Rás2,
at tað er ikki neyðugt at styrkja
seg við fleiri leikarum um ongin
fráflyting er. Heldur verður talan
um nakar fáar.
Venjaraspurningurin er heldur
ikki komin upp á pláss enn. Piotr
Krakowski hevur verið venjari í ár.
AB og Bagge halda fram
Sámal Erik Hentze og AB hava longt
samstarvið, so tað eisini er galdandi
fyri komandi ár. AB vann í seinasta
umfarinum 4-1 á B71. Bjartur Kjærbo
skoraði hattrick fyri argjamenn,
meðan Nicolaj Eriksen skoraði eitt.
Aron Clementsen skoraði málið fyri
B71.
Hetta er triðju ferð, at AB flytur
upp í bestu deildina. Tað eru tvey
feløg við stórum ætlanum, men
sum hava havt ilt við at bíta seg
fast í bestu deildina. Í 2013 fáa tey
so ein møguleika at gera tað.
NSÍ og B68 flyta niður, meðan
B36 og TB flyta upp úr 2. deild.
Tað er tí treyta av, at TB ikki flytur
niður úr Effodeildini.
trondur@sosialurin.fo
Úrslit, 27. umfar:
Skála – 07 Vestur 0-2
B68 – HB 1-2
B71 – AB 1-4
EB/Streymur – Víkingur 1-0
NSÍ – KÍ 1-2
Gullið staðfest við sigri
Fótbóltur 07 Vestur vann eisini seinasta dystin á árinum og
staðfesti harvið gullið við einum sigri. Talan gjørdist um ein 2-0
á Skála. Eisini AB endaði kappingarárið við einum sigri
Jóan Símun
byrjaði inni
í oddasigri
Jóan Símun Edmundsson
byrjaði inni, tá FC Fredericia
um vikuskiftið vann odda
dystin móti Lyngby í donsku
1.deild. Føroyski landsliðs
leikarin spældi fyrstu 76
minuttirnar.
Lyngby kom annars á odda
í dystinum, men við tveimum
málum seint í dystinum vendi
FC Fredericia oddabrakinum
til sín egna fyrimun.
Jóan Símun er útleigaður
til danska felagið og tað
kemur óiva væl við, at fáa
spæltíð nú tveir landsdystir
eru fyri framman í komandi
mánaði.
Hallur Hansson er millum
teir 19, sum eru úttikinir til
Superligadystin móti Esbjerg
í kvøld.
Silkeborg tapti heili 5-0 í
Parkini móti FCK. Christian
Lamhauge Holst var ikki á
liðnum. Hann gjørdist skadd
ur seinast Silkeborg spældi.