mánadagur 24. september 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo deildin
Heri Simonsen
Tá uppflytararnir úr KÍ endaðu á
einum flottum fimta plássi í fjør var
sagt úr Klaksvík, at málsetningurin
fyri 2012 var at gera tað betri og
røkka einum evropeiskum plássi.
Leingi hevur KÍ ligið á einum
evropeiskum plássi hetta kapp
ingarárið, men tey seinnu umførini
hevur ikki gingið heilt eftir vild, og
í skrivandi stund er KÍ bert eitt stig
frá at missa rættin til spæla undan
kappingardyst í Europa League
komandi ár. KÍ hevur 42 stig á
triðja plássi, HB og Víkingur hava
41 stig. Víkingur hevur sítt uppá tað
turra, tí teir eru við steypasigrinum
tryggjaðir at sleppa at taka lut í
Europa League kappingini komandi
ár. Gomlu arvafíggindarnir og javn
aldrarnir, KÍ og HB kappast nú um
tað fjórða og seinasta plássið út í
Evropa. HB hevur eina væl betri
málúrtøku enn KÍ, og tí ræður um
hjá KÍ at halda seg frammanfyri HB
á stigatalvuni.
Málveitsla
Dysturin millum KÍ og B36 gjørdist
ein sonn málveitsla við sjey málum,
har B36 var omaná. Í fyrra hálvleiki
fekk B36 tvey mál innanfyri fýra
minuttir. Unga álopstalentið hjá
B36, Rasmus Dan Sørensen tók av
møguleikanum í KÍ-brotsteiginum
og hann hamraði bóltin upp undir
nettakið. Fýra minuttir seinni gjørdi
Lukasz Cieslewicz eitt ótrúliga
snøgt forarbeiði, tá hann sneiddi
tveir verjuspælarar hjá KÍ av, og
legði bóltin fyri føturnar á Súna
Olsen, sum beindi bóltin í málið.
Men nú vaknaði KÍ, og eitt korter
seinni var javnleikur 2-2. Fyrst skor
aði Páll Klettskarð enn eitt mál
fyri KÍ við høvdinum, aftaná eitt
gott innlegg frá Ísaki Simonsen.
Ísak Simonsen og Heðin á Lakjuni
spældu seg væl ígjøgnum í vinstru
síðu, og Heðin legði inn til Andy
Olsen, sum kundi javna til 2-2. B36
legði hart út í seinna hálvleiki. Fimm
minuttir inn í seinna hálvleik legði
Atli Danielsen B36 á odda aftur, og
løtu seinni økti Lukasz Cieslewicz
til 4-2 aftaná trunkaspæl. Ímóti
dystarenda skoraði Páll Klettskarð
aftur, men nærri kom KÍ ikki at fáa
eitt týdningarmikið stig í orrustuni
at vinna sær evropeiska luttøku.
KÍ skal komandi vikuskiftið til
Norðragøtu at takast við Víking.
B36 skal til Runavíkar at spæla
ímóti NSÍ.
Mugu verja betur
B36-málverjin, Meinhardt Joensen
ásannaði aftaná dystin, at teir í B36
kunnu nú harmast um, at verða
seks stig frá evropeiskari luttøku,
men at teir í B36 ikki hava verið
betur enn stigatalvan vísir. Teir
ætla tó at enda árið væl, og vóna
at kunna røkka einum fimta plássi.
Hjalgrím Elttør hjá KÍ ásannar, at
teir mugu binda meira fyri afturi
í verjuni, tí lykilin til at vinna fót
bóltsdystir er, at ein stendur væl í
verjuni. KÍ hevur hugsað ov nógv
um undirhaldið og ov lítið um
stigini, sum nú byrja at mangla í
roknskapinum.
heris@sosialurin.fo
Evropeiska plássið
hjá KÍ er í vanda
Fótbóltur KÍ misti eitt avgerandi fet í stríðnum at vinna
sær evropeiska luttøku til komandi kappingarár, tá KÍ
á heimavølli tapti fyri B36 í einum málríkum dysti
Heri Simonsen
Fyrst undir upphitingini fekk
hann at vita, at hann ikki kundi
spæla ímóti felagnum hann er
leigaður frá.
Fyrr í ár var gjørdur ein
leigusáttmáli millum HB og
FC Suðuroy um skálvíkingin,
Høgna Midjord, sum áður hevur
spælt við tí besta mansliðnum
hjá B71. Høgni Midjord fekk
ikki nógva spælitíð á besta
liðnum hjá HB, og tí freistaði
spælitíð við besta liðnum hjá
FC Suðuroy, sjálvt um hetta
fyri unga skálvíkingin hevur
merkt nógva eyka ferðing
millum meginlandið og Suður
oynna. Men ein kjansur við
effodeildini hjá FC Suðuroy
var meir lokkandi enn nógvir
dystir við 1. Deildarliðnum hjá
HB.
Var í góðari trúgv
Sunnudagin var so dystur á
skránni í effodeildini millum
FC Suðuroy og HB. Høgni
Midjord spurdi seg fyri, um
tað var loyvt, at hann spældi
við hendan dystin, og fekk
hann at vita, at hetta var lag
á manni. Av somu orsøk valdi
skálvíkingurin ikki at fara í
føðingardag hjá einum góðum
vinmanni leygarkvøldið, fyri
at kunna verða optimalt fyri
til dystin í Vági millum FC
Suðuroy og HB. Best sum hann
hitar upp saman við hinum 10,
sum vóru settir at byrja inni
ímóti HB fær Høgni Midjord
ein ordans kjaftfisk: Av tí, at
hann er leigaður út frá HB til
FC Suðuroy kann hann ikki
spæla ímóti HB. Skálvíkingurin
sum var farin ta longu leiðina
til Vágs, og hevði forsakað
gott vinarlag leygarkvøldið,
var soleiðis hildin til tað turru
rukku.
Ikki kunnaður
Tað ergrar Høgna Midjord,
at hann soleiðis var noyddur
at tveita eitt heilt vikuskiftið
burtur til onga verðins nyttu.
Tað sum ger hann serliga vón
brotnan er, at tá leigusáttmálin
var gjørdur millum HB og FC
Suðuroy var gjørdur, var hann
ongastaðni kunnaður um, at
hann ikki kundi tørna til fyri
FC Suðuroy í einum dysti ímóti
HB. Tá hann so fær ein illgruna
undan dystinum sunnudagin,
og fer at spyrja, um hann ikki
eigur at leypa hendan dystin
um, fær hann bara at vita, at
tað er eingin trupuleiki, og at
tað var bara at møta vesturi
á Eiðinum í Vági til dystin.
Høgni Midjord harmast um,
at ein ikki kann líta á tað, sum
sagt verður einum, tá blekkið
í einum leigasáttmála millum
tvey fótbóltsfeløg er tornað.
Hann ætlar ikki at gera meir
burturúr málinum, men hann
vónar, at hvørki hann ella nakar
annar sleppur at uppliva slíkt
rukkulív, sum hann upplivdi í
fremstu fótbóltsdeildini í Før
oyum ígjár.
heris@sosialurin.fo
Leigusveinur
hildin til rukku
Fótbóltur Høgni Midjord, sum er
leigaður út frá HB til FC Suðuroy fór
longu ferðina til Vágs til onga nyttu
Høgni Midjord
Mynd: Norðlýsið