Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Effo deildin Jóannes Hansen Í eina viku. So leingi var ÍF á topp­ inum. Tá ið klokkan var farin gott og væl av hálvgum fimm í gjár, var tað greitt, at nú hevur ÍF í hvussu so er tryggjað sær silvurkrónurnar. Tað er ikki so galið, tá ið havt verður í huga, at so ovarlaga hava fugl­firðingar ongantíð verið eftir kapp­ingarlok síðani 1979, tá ið ÍF vann FM fyri fyrstu ferð. Støðutalvan eftir 24. umfar vísti, at møguleiki var fyri, at tað í ár skal eydnast ÍF at endurtaka bragdið frá 1979, og í vikuni upp undir vitjanina á Svangaskarði var – eisini í hesum teigum – kynt uppundir, at nú var FM á stokkinum, og at gøtan fram ímóti gullinum var breið, og at ÍF møguliga longu í Vági næsta sunnu­ dag kundi tryggja sær gullið. Kanska var tað stóra fokus, sum fuglfirðingar nú brádliga kendu seg vera offur fyri. Í hvussu so er, so er tað nú ein veruleiki, at tað eftir mál­leysa javnleikin á Svangaskarði ikki longur er upp til fuglfirðingar sjálvar at gera av, um teir skulu vinna FM ella ikki, og tað eiga teir sjálv­andi at vera vónbrotnir um. ÍF venjarin Flemming Christensen vísti undan vitjanini á Toftum á, at hóast røsku tegn­ar hans­ara ikki høvdu tapt í tíggju dystum og fingið fulla úrtøku burtur úr níggju, so fóru aðrar mekanismur at hótta, nú meistara­ heitið var undir borðinum, og nú mót­støðu­liðið var so trongt av hótt­ anini um niðurflyting. Væl fyrireikað heimalið Bill Jacobsen, sum er settur at standa fyri bjargingarroyndini á Toftum, hevði orduliga gjørt skúla­ ting undan vitjanini úr Fuglafirði. B68 vísti fleiri ferðir betri hug­ burð, enn liðið hevur víst nakrantíð fyrr í ár. Spælararnir ofraðu seg fullkomuliga, broytta uppstillingin vísti seg at rigga væl, og tilvitanin um taktisku bindingarnar var stór allar tíðina. Oddur Højgaard var yvirfrakki hjá Clayton Soares, sum tað ikki sást so nógv til. Ndende var sera skilagóður stýrimaður í verjuni, og Jóhan Dávur Højgaard, sum plagar at vera miðverji, var hesa ferð verjukendur miðvallari, og tað megnaði hann væl. Eftir at hava verið skaddur alt árið var Camara komin seg so frægt, at hann í 52 minuttir var førur fyri at vera fremstur, og Christian Høgni Jacobsen var ytstur á miðvøllinum í vinstru. Í framrættaða partinum hevði heimaliðið ikki so stóra tyngd, men tað vóru løtur og støður, tá ið tað var um reppið, at B68 skoraði, men tað eydnaðist ikki. Størsta møgu­leikan fekk miðverjin Oddur Højgaard eftir deyðbóltsstøðu. Hetta var fram ímóti dystarenda, tá ið ÍF trýsti nógv fyri at skora sigurs­málið. Oddur var leysur mitt fyri, men úr góðari støðu sendi hann bóltin upp um málið. – Vit eru væl nøgdir við okkara av­rik. Sum tað leið fram ímóti dystar­enda, so øktist trýstið, men vit stríddust sera væl, og tað vunnu vit úrtøku burturúr, helt B68 mið­ vallarin André Olsen. Tað kann væl vera, at tað ikki verður nóg mikið við einum stigi, nú TB fekk fult í Runavík? – Vit kunnu ikki gera so nógv við avrikini og úrslitini hjá øðrum. Vit fokusera fult og heilt á okkara avbjóðingar. Í dag vunnu vit eitt stig eftir gott avrik, og tá ið EB/ Streymur kemur higar um eina viku, fáa vit nýggjan møguleika. Vit trúgva framvegis á, at tað skal eydn­ast at varðveita plássið. Kendu ikki vitjunartíðina Serliga í 1. hálvleiki var tað torført at síggja, at gestirnir vóru topplið. Liðið var eitt vet umskipað, nú Karl Løkin var leikbannaður. Kanska spældi tað inn, og ivaleyst hevði tað tørnað heilt øðrvísi út, um Clayton Fuglfirðingar spiltu seg burtur Fótbóltur Toppliðið megnaði ikki at fáa bilbukt við niðurflytingarhótta heimaliðið, sum var stak væl skipað og stríðshugað Bill Jacobsen, sum er settur at standa fyri bjargingarroyndini á Toftum, hevði orduliga gjørt skúla­ting Mynd: Álvur Haraldsen