Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Soares eftir fríspæling frá Nenad Saric hevði skorað, men úr ógvuliga góðari støðu mitt fyri málinum sendi toppskjúttin bóltin uppum! Tá vóru færri enn tíggju min­ utt­ir farnir, og sum 1. hálvleikur leið, javn­aðist spælið. Fuglfirðingar tóktust ikki trívast væl við, at heima­menninir lógu so tætt í teim­ um, og at B68 tilvitað royndi at seta ferðina niður. Eftir steðgin var ÍF greitt omaná. Sum tíðin leið varð talan um støðugt trýst á heimamálið, og ÍF hevði eina røð av royndum, sum kundu havt borið mál við sær. Men tað eydn­ aðist ikki. B68 verjan arbeiddi hart, og heimafólkið ofraði seg í besta Landskronastíli. Eina ferð bjargaðu teir á strikuni aftanfyri Hans Jørgensen, sum mundi vera dagsins mað­ur á Svangaskarði, og fram ímóti dystarenda var Bartal Eliasen í góð­ari støðu í brotsteiginum, uttan at tað spurdist nakað burturúr. – Hetta var ikki okkara dagur. Vit høvdu møguleikar at vinna, men bólturin vildi ikki í málið. Serliga í 2. hálvleiki haldi eg, at vit vóru greitt omaná, og tá høvdu vit eina røð av møguleikum, men tíverri eydnaðist tað ikki, staðfesti Dánjal á Lakjuni hjá ÍF. Tá ið Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð, sást tað væl á fuglfirðingunum, hvussu vón­brotnir teir vóru. – Vit vistu einki um úrslitið í Gøtu, men vit vóru vónbrotnir um, at tað ikki hevði eydnast okkum at vinna fulla úrtøku. Kappingin er ikki liðug enn, men nú er tað EB/ Streymur, sum er best fyri. Vit fara at fokusera á okkara avbjóðingar og at arbeiða fyri at fáa fult í Vági sunnudagin. B68 stóð seg væl ímóti okkum, og vit vóna sjálvandi, at toftamenn fara at taka stig frá EB/ Streymi, men tað fáa vit einki gjørt við, var viðmerkingin hjá Dánjali á Lakjuni hjá ÍF eftir dystarlok á Svanga­skarði, har fuglfirðingar spiltu seg burtur soleiðis at skilja, at teir mistu møguleikan sjálvir at gera av, um gullið skal til Fuglafirðar. joannes@sosialurin.fo Effo deildin B68 liðskiparin, Jan Ingi Petersen, fær reyða korti Myndir: Álvur Haraldsen Tóku ikki av Nenad Saric og ÍF tóku ikki av møguleikanum móti botnliðnum av Toftum, og mistu harvið oddasessin