mánadagur 24. september 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Við Løkin í Runavík fekk NSÍ
sunnudagin vitjan av TB, sum
berjist fyri lívinum í Effodeildini
og í einari beinleiðis uppgerð við
B68 nú av álvara hevur lagt trýst á
toftamenn, sum í alt ár hava roynt
at skáka sær undan niðurflyting og
nú eru í stórum vanda.
NSÍ eru tryggjaðir undan niður
flyting, og samstundis sum tað
skuldi gerast sera trupult at vinna
sær týdningsleysa 6. plássið, so
mátti bara staðfestast, at NSÍ als
ikki hevði eins nógv at spæla fyri
sum TB.
Lotið ávirkaði
Tað var eitt lítið lot frá Toftavatni
ímóti Runavíkini, og hetta ávirkaði
eisini spælið. NSÍ fekk møguleikan
at spæla við vindinum í rygginum í
fyrra hálvleiki, og hóast teir royndu
at gera sær dælt av hesum, so sást
skjótt, at teir komu í klørnar á
einum TB-liði, sum bardist fyri
lívinum. Spælið var gott til tíðir,
serliga Sjúrður Jacobsen og Árni
Frederiksberg mynstraðu seg væl
frameftir, men komnir nærri mál
inum var lítið bit í hjá NSÍ, sum
allan hálvleikin á tamb stríddist
við at fáa ein avgerandi stóran
møguleika. Ein slíkan fekk Andrias
á Líknargøtu eftir innlegg, men
Ivan Stojkovic var kvikur úr TB-
málinum og vardi fyri skotinum úr
stuttari fjarstøðu.
Fyrri hálvleikur endaði mál
leysur.
Venjarin avgjørdi
Í seinna hálvleiki tók vindurin til,
og nú var tað TB, sum skuldi royna
seg við honum undan. Tað var
Magnus H. Olsen, sum bant spælið
hjá NSÍ saman, og gjørdi hann tað
eisini frálíka væl leingi, men tá ið
TB ressaðist við og kom longri fram
á vøllin at leggja trýst á, var vandi
á ferð. Gilli Sørensen vísti kvikleika
sín í vinstru síðu, og átti hann eisini
eina góða roynd umvegis fríspark,
sum fór tveir metrar upp um
málið.
Tá ið góðir 20 minuttir restaðu
í, setti leikandi venjarin hjá TB,
Milan Kuljic, seg sjálvan á vøllin fyri
Ragnar B. Tausen. Hetta skuldi vísa
seg at vera ein góð avgerð. Hann
hevði bara verið á vøllinum í tveir
minuttir, tá ið hann hevði lagt TB á
odda 1-0. Tað var eftir eina verjuvillu
hjá Pól Jóhannusi Justinussen, at
Milan Kuljic slapp at renna næstan
hálva vøllin púra leysur og sendi
bóltin framvið NSÍ-málverjanum.
Rómur var sjálvsagt á TB-leikar
unum og teimum lutfalsliga nógvu
trúgvu áskoðarunum, sum høvdu
leitað sær langa teinin inn í Eystur
oynna.
Fyri at verja um leiðsluna setti
TB Dimitrije Jankovic, sum annars
hevði verið fremsti maður, aftur
í verjuna at hjálpa til. Mótsvarið
hjá NSÍ var at seta Pól Jóhannus
Justinussen í álopið, men longu
sendingarnar fram á vøllin var
matur fyri TB-verjuleikararnar, sum
duga væl júst at rudda bóltarnar
burt.
Hetta megnaðu teir tað, ið eftir
var av dystinum, og kundu tvøra
menn tískil fegnast um trý sera
kærkomin stig til botstríðið, har
teir høvdu frætt, at B68 einans fekk
eitt stig burturúr sínum dysti. Hetta
merkir, at TB nú røttu megin niður
flytingarstrikuna er trý stig framm
anfyri B68, meðan NSÍ ikki kann
iðra seg alt ov nógv um at hava tapt
ein so at siga týdningsleysan dyst.
albinus@sosialurin.fo
Kuljic væl ávegis at lívbjarga TB
Effo deildin
Fótbóltur Leikandi venjarin hjá TB, Milan Kuljic, valdi at seta seg sjálvan á vøllin ímóti NSÍ við Løkin í
Runavík sunnudagin, og tað tók honum bara tveir minuttir at gerast sigursharri í einum sera týdningarmiklum
1-0-sigri. Hetta gevur TB trý kærkomin stig til botnstríðið, har B68 alt meiri líkist einum niðurflytara
Helgi L. Petersen hjá NSÍ metti
eftir dystin, at teir høvdu møgu
leikarnar, men at tað síðani kom
at kosta, at teir misnýttu teir.
– Hetta var ikki tað, sum
vit ætlaðu. Vit vóru væl við í
dystinum og vóru betri í fyrra
hálvleiki. Vit høvdu nógvar
møguleikar, men tá ið vit ikki
megna at skora og støðan leingi
er 0-0, so er tað hetta, sum kann
henda. Teir skora og teir megna
at halda tað heim, segði Helgi
eftir dystin.
– Vit royna at koyra Pól
Jóhannus (Justinussen, red.)
longri fram á vøllin og seta Jens
(Joensen, red.) í álopið. Vit lossa
og tað gevur okkum nakrar støð
ur, men tíverri fingu vit ikki tað
útjavnandi málið, helt hann
fram.
Komandi vikuskifti fáa teir
vitjan av B36 í einum at kalla
týdningsleysum dysti.
– Tað verður ein dystur, har
liðini kunnu sleppa hondbrems
ini. NSÍ og B36 plaga at borga
fyri málum, so tað vænti eg, at
tað eisini verður tá, segði Helgi
L. Petersen í práti við Rás2 eftir
dystin.
Verjuskansin
hjá
TB,
Óli
Johannesen, var eftir sigurin sjálv
andi sera væl nøgdur, men var tó
eisini lítillátin.
– Tað var ein spennandi dystur
við møguleikum í báðum endum,
men vit vóru somikið hepnir at fáa
málið, sum avgjørdi tað, sigur Óli,
sum eins og onnur tvørafólk vóru
glað fyri at Milan Kuljic valdi at
seta seg sjálvan inn á vøllin.
– Tað var júst tað, sum skuldi
til. Vit vórðu fleiri ferðir dømdir at
vera rangstaddir, men vit vistu, at
einaferð fóru teir at verða fangaðir.
Tað hendi so, Milan Kuljic fekk ein
fríleypara og skoraði trygt, greiðir
Óli frá.
TB er nú væl fyri í dystinum um
at verða verandi í Effodeildini.
– Fyri okkum hevði tað alt at
siga, at vit vunnu í dag, tí nú kunnu
vit avgera tað sjálvir. Sum vit hava
spælt seinastu dystirnar, so fara vit
ikki niður, segði Óli Johannesen at
enda.
albinus@sosialurin.fo
Hetta hendir tá
ið tú ikki skorar
Hetta hevði alt at siga
Helgi L. Petersen:
Óli Johannesen:
Myndir: Álvur Haraldsen