mánadagur 24. september 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo deildin
Høgni Midjord, sum er útleigaður
úr HB til FC Suðuroy, slapp ikki
sjálvur á vøllin vegna nakrar treytir
í sáttmálanum, men hann var hóast
alt fúsur at úttala seg til Rás2 eftir
dystin.
– Tað gekk galið beinanvegin.
HB setti seg á dystin og fekk fleiri
møguleikar. Longu áðrenn teir
fingu fyrstu málini høvdu teir einar
tríggjar 100% møguleikar, sigur
Høgni, sum metir at málini fekk HB
at slaka nakað.
– Tað gav meiri pláss til okkum,
men vit vóru ikki vandameiri
enn nøkur innlegg, segði Høgni
Midjord.
Tað gekk galið
beinanvegin
Høgni Midjord:
Pætur Albinus
Tað var lítið annað enn heiðurin,
sum FC Suðuroy hevði at spæla fyri
í heimadystinum ímóti HB sunnu
dagin. Tað sást, og tað sást sanniliga
eisini á HB, at teir høvdu nógv at
spæla fyri. Teir løgdu nevniliga
nógv fyri frá byrjan í eini roynd at
fáa øll trý stigini, sum skuldi styrkja
støðu teirra í stríðnum um bronsu
heiðursmerkini, sum samstundis
geva pláss til evropeiskan hondbólt
komandi kappingarár.
HB byrjaði væl
HB legði bragdliga fyri í góðveðr
inum í Vági sunnudagin, har teir frá
fyrstu løtu royndu at leggja trýst á
heimaliðið. Longu í fyrsta minutti
var Rókur av Fløtum Jespersen
tætt við, men skotið fór beint við
síðuna av.
Eftir góðar 20 minuttir gav HB-
trýstið úrslit og teir reyðu og svørtu
løgdu seg á odda 1-0. Tað var eftir
eitt mál, har Símun Samuelsen var
sloppin ígjøgnum í vinstru síðu
og legði innfyri málið. Har var
Christian R. Mouritsen klárur og
smekkaði bóltin í netið.
Síðani ganga bara tríggir minuttir,
og so hevur HB økt um munin til
2-0. Tað var Fróði Benjaminsen, sum
vann bóltin á miðjum vølli, og eftir
gott einmansavrik sendir hann
leðurkúluna avstað og endar hon
eisini í málinum.
FC Suðuroy formáddi sær ikki
nógv fram eftir vøllinum í fyrra
hálvleiki, og gjørdist hálvleiksstøð
an eisini 2-0 til HB.
HB gavst ikki
Í seinna hálvleiki helt HB fram við
at mynda dystin. Teir dugdu væl at
halda upp á bóltin, men FC Suðuroy
stóð tó væl í verjupartinum.
10 minuttir fyri leiklok noyddist
málmaðurin
hjá
FC
Suðuroy,
Stanislav Kuzma, av vøllinum eftir
samanbrest við Stanislav Kuzma,
og gav hetta møguleikan til 17 ára
gamla málverjan, Kára Jacobsen.
Seinastu fimm minuttirnar av
dystinum fekk HB tvey mál, sum
staðfestu sigurin. Fyrst var tað
Gunnar Haraldsen, sum skeyt sítt
fyrsta mál fyri besta liðið hjá HB.
Hetta kom eftir ein returbólt, sum
hann stútaði í málið. Ein minutt
fyri leiklok økti Alex José dos
Santos til 4-0, tá ið hann við einum
dundurskoti staðfesti trygga og
uppiborna HB-sigurin, sum lyftir
teir upp á fjórða pláss, bara eitt stig
frá bronsuni og atongumerki til
evropeiskan fótbólt.
Hjá FC Suðuroy hevði ósigurin
lítið at siga. Teir hava nevniliga
ongan møguleika at lívbjarga sær í
Effodeildini og skulu spæla í næst
bestu deildini komandi ár.
albinus@sosialurin.fo
HB leggur
eftir bronsuni
Símun Rógvi Hansen hevði aftur
hesaferð fingið møguleikan í
HB-málinum heldur enn Teitur
M. Gestsson, sum annars hevur
staðið flestu dystirnar í ár. Símun
Rógvi segði í práti við Rás2 eftir
dystin, at hann ikki hevði nógv
at gera, tí at HB stýrdi øllum
dystinum.
– Vit vístu beinanvegin, at
vit vildu vinna dystin, og so
koyrdi tað bara harfrá. Vit fingu
longu fyrsta møguleikan aftaná
sjey sekund, og tá ið vit eftir 20
minuttir koma á odda 2-0, legði
tað ein dempara á dystin og vit
vistu, at FC Suðuroy fór at fáa
tað trupult. Síðani koyrdu vit
tað bara róliga í hús, segði Símun
Rógvi Hansen.
Tað var ikki fyrr enn í allar
seinastu minuttunum, at HB
fekk økt til bæði 3- og 4-0, men
tað var ikki tí at HB fór at hugsa
um næsta dystin.
– Vit royndu at fáa triðja
málið beinanvegin, tí vit vita,
at 2-0 er ein vandamikil leiðsla
og tað kunnu koma tilvildarlig
mál, sigur Símun Rógvi, sum
nú saman við liðfeløgum sínum
fer at royna eftir bronsuni og
evropeiskari luttøku til komandi
kappingarár.
– Tað er tað, vit fara at royna
eftir. Teir møta Víkingi næsta
dyst, og vinna teir ikki tá somu
leiðis sum vit vinna, so yvirhála
vit teir. Tað er tí, vit sikta eftir
nú, staðfestir Símun Rógvi.
Nú fara vit
eftir bronsuni
Símun Rógvi Hansen:
Fótbóltur Við tryggum 4-0-sigri á FC Suðuroy í Vági hevur HB nú otað seg fram á eitt fjórða pláss og leggur av
álvara trýst á KÍ í stríðnum um bronsuheiðursmerkini og atgongd til evropeiskan fótbólt komandi kappingarár