Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Effo deildin Tróndur Arge – Gøta Hann hevur í fleiri ár lopið kvøkk á føroyskar verjuleikarar, sum halda at fitti og róligi framherjin bara stendur og hugnar sær frammi á vøll­inum. Men so skjótt hann set­ur ferð á, so er tað ongin, sum megnar at fylgja honum. Hóast hann til tíðir sær nakað tungur út, so er kvikleikin ikki til at taka feil av. Toppferðin er hægri enn hjá nøkrum miðverja í landinum. Tað prógvar hann javnan. Hann er ein áleypari av gamla slagnum. At renna aftur í vøllin gevur onga meining. Heldur ikki at renna for nógv, tí so orkar hann ikki at skjóta mál. Hann er tryggur frammanfyri málinum og sinnalagið er av heldur róligari slagnum . Trúgvin upp á seg sjálvan er stór. Hann er ikki sinnaður at broyta seg sjálvan, tí onnur halda at hann skal gera ávís ting øðrvísi. Hann hevur hóast alt verið millum vandamiklastu framherjarnar í landinum síðani 2006, og tað veit hann eisini væl. – Málið er landsliðið Kjakið um Arnbjørn Hansen kann spæla á føroyska landsliðið hevur verið deilt í tvey. Tað eru tey, sum halda at føroyska landsliðið ikki hevur ráð at hava ein “luksus” áleypara, sum ikki rennur eins nógv og hinir á liðnum. Hinvegin, so hevur Arnbjørn Hansen verið við til at vunnið føroyska landsliðnum sjey stig. Hann var millum annað við móti Eysturríki og hevði tá ein til tveir stórar møguleikar. Síðani hevur hann skotið mál móti Litava og Estlandi, tá Føroyar vunnu ávíka­ vist 2-0 og 2-1. So samansetingin við Arnbirni Hansen og landsliðnum er ikki upp­skriftin upp á at tapa í sær sjálvum. Tað er bara blivið til 11 lands­ dystir og tvey mál, men Arnbjørn kundi hugsa sær at økt um tað talið, nú landsliðið skal takast út til dystirnar móti Svøríki og Írlandi á Tórsvølli. – Tað er altíð stuttligt at verða á landsliðnum. Hevur tú ikki tað sum gularót, so er tað ikki eins stuttligt. Eg vóni at eg fái boð, men tað er ikki so at eg siti og bíði ella fari at gráta um eg ikki fái landsliðsboð, sigur Arnbjørn Hansen stutt eftir at dysturin í Sarpugerði er liðugur. Arnbjørn Hansen hevur fram­ vegis landsliðið sum mál, men ásann­ar at hann er nokk blivin ov gamal sum fótbóltsspælari at seta nøs­ina upp ímóti nakrari yrkisleið í fótbóltsverðini. For dovin til landsliðið? Arnbjørn er blíður av lyndi og svarar erligt upp á spurningarnar, men upp á ein skemtiligan hátt. Har er onki gjøgnumhugsað fjølmiðlaspæl við teimum afturgangandi setninginum vit kenna frá úti í heimi. Tað ger hann eisini, tá hann verð­ ur spurdur um hann er for dovin til at spæla á landsliðnum. – Ja, tað eri eg allarhelst. Eg eri ikki ein týpa sum tímur so væl at renna. Og tá eg renni, so dámar mær best at renna frameftir vøllinum, sigur hann við einum smíli. – Tá eg sá landsliðið spæla móti Týsklandi hugsaði eg, at tað var gott at eg ikki spældi við, tí teir høvdu ongantíð bóltin. So nógv hevði eg ikki orka at runnið, sigur Arnbjørn víðari og flennur. Málini, sum Arnbjørn Hansen hevur skotið á landsliðnum, eru bæði komin eftir deyðbóltar. Eftir hornaspark móti Litava og eftir brotsspark, sum Fróði Benjaminsen brendi, ímóti Estlandi. Málini og sigarnir vitna um, at Arnbjørn kann spæla á lands­lið­ num, men hann er sjálvur skjótur at ásanna, at tey málini ikki eru komin móti teimum sterkastu tjóðinum. – Nú hevur tað ikki verið móti Týsk­landi, men kanska er tað tí eg dugi at skora upp á møguleikarnar ella møguleikan, sum føroyingar fáa í einum dysti. Men tað er lands­ liðsvenjarin, sum má taka støðu til um eg eri góður nokk, leggur Arnbjørn afturat. Samrøðan er í løtum álvarslig, men Arnbjørn sparir ikki upp á skemtiligu viðmerkingarnar. Spurdur um hann ikki kann broyta sín spælis­tíl til landsdystirnar er hann skjótur at at svara; – So má eg út í fyrra hálvleiki, sigur Arnbjørn vísandi til mangl­ andi rennu orkuna, og fer aftur at flenna. Arnbjørn hevur altíð spælt sum áleypari og kann ikki minnast, at tað nakrantíð hevur verið øðrvísi. – Eg havi onkuntíð hugsa um tað, men eg haldi eg havi verið so síðani eg var lítil. Eg havi altíð spælt har frammi. Í skúlanum hjálpi eg nokk meiri til í verjupartinum, men tá var vøllurin ikki so langur, sigur Arnbjørn og heldur áfram at smá­ flenna. Tað krevur meiri av hinum á lið­ num, tá ein maður stendur fremst og ikki rennur eins nógv. Tað er tó ikki nakað Arnbjørn hugsar so nógv. – Ikki longur. Nú havi eg spælt so nógv ár í bestu deildini, men um teir eru ónøgdir, so kunnu teir bara finna onkran annan áleypara. Men tað riggar væl hjá okkum. Teir vita hvat eg standi fyri og eg veit hvat teir standa fyri. Eg haldi báðir báðir partar hava góðtikið støðuna, sigur Arnbjørn við eitt sindur av skemti og álvarsemi í senn. Skaðafríur í ein mánað Arnbjørn hevur verið skaddur tað mesta av árinum, men seinastu dyst­irnar er hann komin fyri seg. Formkurvan peikar rætta vegin og nú koma málini eisini. Sunnudagin skor­aði hann tvey mál og bæði vóru týpisk áleypara mál. Tað fyrra til 2-0 var ein fríspæling, har Arnbjørn brádliga kom púra leysur móti málinum. Ein móti einum var hann róligur og rak framvið mál­ manninum og trillaði bóltin í mál. Í seinna hálvleiki økti hann til 3-0, eftir at Sorin Anghel legði inn­fyri úr vinstru. Innfyri skuldi Arnbjørn bara seta fótin á. – Nú havi eg verið skaðafríur í næstan ein mánað. Eg orki betri nú og hugurin at venja er eisini betri, tá tú ikki er skaddur, greiður Arnbjørn frá. Málið er landsliðið Arnbjørn Hansen: Fótbóltur Tað sigur Arnbjørn Hansen, sum skoraði tvey mál í 3-2 sigrinum á Víkingi. Framherjin hevur annars mangan verið mettur at verða ov dovin til landsliðið