mánadagur 24. september 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo deildin
Tað er sami skaðin, ið hevur
gjørt um seg alt árið.
– Eg havi ein skaða í baklærinum,
sum hevur verið har í næstan alt ár.
Eg spæli eisini hondbólt um veturin,
men eg veit ikki hvussu gott tað er
fyri kroppin. Tað er bara ringt at
lata vera, tí eg tími bæði líka væl,
sigur Arnbjørn.
Við sigrinum á Víkingi og javn
leikinum á Toftum millum B68 og
ÍF, er EB/Streymur aftur oddalið í
Effodeildini nú bara tvey umfør eru
eftir. Men í Sundalagnum hava tey
lært ikki at taka nakað fyri givið.
– Vit hava roynt at staði í hesi
støðuni fyrr og tað kiksaði móti
KÍ á sinni í 2006, so vit taka einki
fyri givið, sigur Arnbjørn Hansen
og leggur afturat, at tað var fyrsta
árið hjá honum í bestudeildini.
EB/Steymur betra liðið
EB/Streymur var omaná í dystinum
í Sarpugerði sunnudagin. Tað var
fitt av vindi og tað ávirkaði spælið
so skjótt bólturin fór upp frá vøll
inum. EB/Streymur hevði vindin
undan í fyrra hálvleiki. Tað bleiv til
tvey mál. Fyrst legði Levi Hanssen
gestirnar á odda eftir uppspæl í
vinstru síðu.
Lítla løtu seinni økti Arnbjørn
Hansen. Helst var tað Levi Hanssen,
sum átti avgerandi avleveringina.
Onkur vildi vera við, at Arnbjørn
helst mundi havt verið rangstaddur,
ella hevur Víkinga verja av álvara
sovið í tímanum.
Víkingur minkaði um munin
til 3-2, men seinna málið kom við
næstan seinasta sparkinum í dyst
inum, so tað náddi ongantíð veru
liga at blíva spennandi.
Eftir dystin stóðu EB/Streyma
leikararnir
og
viðhaldsfólkini
spent og bíðaðu eftir úrslitinum
av Toftum. Tað var stór gleði, tá tað
frættist at ÍF hevði sett stig til, og
tað nú aftur er upp til EB/Streym
at vinna meistaraheitið.
Heldur Arnbjørn fram frá í
gjár, so er tað sannlíkt, at tað
fyri aðru ferð í søguni verður
landskappingargullveitsla hjá EB/
Streymi.
trondur@sosialurin.fo
Gert Hansen:
– Ja, hann er nokk eitt sindur
for dovin. Hann kundi havt
gjørt eitt sindur meiri við tað, so
hevði hann heilt sikkurt verið
fastur maður á landsliðnum,
sigur Gert Hansen, sum er beiggi
Arnbjørn.
– Hann dugur væl at spara
upp á orkuna og rann hann allan
dystin, so hevði hann kanska
ikki orkuna til at seta ferð á tá
hann skal, sigur Gert.
Vit eru bara vanir við tað
eftir hondini. Eg vil ikki siga at
hann beinleiðis er dovin. Hatta
er bara hansara stílur, sigur Gert
Hansen.
Hans Pauli Samuelsen:
– Arnbjørn hevur ymiskar dagar.
Onkrar dagar rennur hann meir
og onkrar dagar rennur hann
minni, men hann dugur væl at
útnytta tað orkuna hann hevur,
sigur Hans Pauli.
– Eg veit ikki ordiliga viðvíðkj
andi landsliðnum. Eg veit tað frá
mær sjálvum, at á landsliðnum
skal ein kunna renna allan
dystin. Kanska eru vit báðir eitt
lítið sindur for dovnir til lands
liðið, sigur Hans Pauli við einum
smíli.
– Tá hann er einsamallur er
hann avslappaður, men tá hann
og Leif Niclassen eru saman, so
er futtur í, sigur Hans Pauli um
Arnbjørn uttanfyri vøllin.
Pætur Dam Jacobsen:
– Landsliðsvenjarin má avgera
um hann er for dovin ella
ikki, men hann hevur havt
nógvar skaðar í ár og er tí ikki
komin í form, sigur Pætur Dam
Jacobsen.
– Eg dugi ikki at síggja hví
hann ikki kann spæla á lands
liðnum, sigur stríðsmaðurin á
miðvøllinum víðari.
Um hann ikki skorar, so kann
eg blíva irriteraður, men skorar
hann so er fínt. Um hann skorar
eitt mál pr dyst, so leggi eg einki
í um hann stendur har frammi,
sigur Pætur Dam Jacobsen
um at spæla á liðið saman við
Arnbirni.
Er Arnbjørn
Hansen for dovin
til landsliðið?