mánadagur 24. september 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Í hálvtfjórða ár hevur 29 ára gamli
Sveinur Justinussen verið niðri, og
tað einasta, sum hevur verið at sæð
til hann í føroyskum hondbóltshøpi
hesa tíðina, var í tríggjar mánaðir, tá
hann í praktikktíðini var heima og
spældi við StÍF. Men meðan hann
hevur verið niðri, hevur hann stórt
sæð einki gjørt við hondbóltin.
– Eg byrjaði at spæla hondbólt,
tá vit fluttu niður, men eg var ikki
drúgvur, tí knæið, sum eg havi verið
ringur í í eini 12-15 ár, argaði meg so
mikið nógv, at eg ikki fekk spælt tað
stóra. So tað bleiv til tað, at eg gevst
aftur, eftir at eg hevði vant í einar
tríggjar mánaðir, og eg kom ikki í
gongd aftur, sigur Sveinur.
– Men hesa tíðina, eg havi verið
niðri, havi eg allíkavæl hildið meg
í formi og havi gjørt nokk so nógv
við tað. Eg havi bæði runnið og vant
í fitness-sentri einar tríggjar ferðir
um vikuna, tí mær dámar væl at
vera væl fyri.
Nú hann hevur verið burtur frá
føroyskum hondbólti í nøkur ár,
heldur hann tað enn vera kanska í
so tíðliga at gera nakra niðurstøðu
um, hvat er øðrvísi, men hann rósar
Alexanduri Johansen og Mariusi
Joensen, ið hann heldur vera fínar
venjarar:
– Vit plagdu altíð at hava onkran
útlending, so tað er eitt sindur
øðrvísi við føroyskum venjarum.
Men vit hava einki kvøld verið færri
enn 20 til venjing, so tað hevur verið
øgiliga hugaligt, og at menn eru so
spentir at venja, fortelur væl eisini,
at venjararnir duga síni ting, sigur
Sveinur.
– Serliga haldi eg tað vera stutt
ligt at síggja, at teir hava dugað
nokk so væl at slúsa ungar spælarar
inn, tí her eru fleiri ungir við góðum
evnum.
Brendu ov illa
Dysturin á Skála í gjár, har StÍF
byrjaði landskappingina við at
taka ímóti Team Klaksvík, gjørdist
ikki tann heilt stóra avbjóðingin
hjá strandingum, tí talan bleiv um
ein sera sannførandi og knúsandi
31-13 sigur, ið kanska segði minst
líka nógv um gestirnar, sum um
vertirnar. Mitt í fyrra hálvleiki var
støðan 9-1, og tá mundi standa teim
um flestu greitt, at her bleiv eingin
spenningur…
– Nei, har var ikki tann stóra
mótstøðan, so hetta bleiv ein nokk
so lættur dystur hjá okkum. Klaks
víkingarnir eru akkurát byrjaðir
og hava eisini mist nógv fólk, so
teir høvdu ikki so nógv at bjóða,
staðfestir
Sveinur
Justinussen
sjálvur var toppskjútti við átta av
teimum 31 málunum hjá strand
ingum.
– Eg haldi, at skjótálopini rigg
aðu nokk so væl hjá okkum, og
verjan stóð eisini sera væl, tí teir
fingu jú bara 13 mál. Levi Nybo og
Eli Gærdum skiftust um at standa
í málinum, og báðir stóðu væl. Men
vit brendu ov nógvar upplagdar
kjansir, sum vit áttu at havt fingið
mál burturúr.
Sveinur heldur, at teir í StÍF
samanumtikið komu væl í gongd
við dystinum í gjár, sjálvt um tað
er eitt sindur ringt at siga, tá mót
støðan ikki var so stór. Men hann
staðfestir, at fleiri ting riggaðu, og
at teir nú bara mugu leggja seg eftir
at vera skarpari, tá teir avslutta.
– Góð ferð var á spælinum, og til
tíðir haldi eg, at vit vóru hampuliga
væl samanspældir eisini, men tað
verður nokk betri, tá vit hava spælt
nakrar fleiri dystir. Vit hava jú ikki
spælt meira enn tveir venjingar
dystir undan kappingini, so fyrstu
landskappingardystirnir fara helst
eisini til at fáa nógv upp á pláss.
Nú hesin fyrsti dysturin er farin
aftur um bak, er Sveinur sum so
eisini nøgdur við sítt egna avrik og
at tað gekk so væl, sum tað gjørdi:
– Fyri mítt viðkomandi snýr tað
seg her og nú um at fáa dystarvenj
ing og at koma inn í tað aftur, og
hetta var so ein byrjan. Knæið, sum
hevur verið rættiliga svingandi,
er øgiliga gott nú, so eg vóni bara,
at tað fer at halda, sigur Sveinur
Justinussen.
hilmarjan@sosialurin.fo
atlantic airways deildin
StÍF - Team Klaksvík 31-13 (15-5)
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Pætur Joensen 7 (2), Teitur Nilssen 5, Jørmund Joensen 3, Jón
Rasmussen 3, Marius Joensen 2, Steinar Prestá 2, Jógvan G. Joensen 1
Team Klaksvík: Sámal Olsen 5, Beinur Heðinsson 2, Kjartan Jacobsen 2, Andrias
Ellingsgaard 1, Dánjal Kjærbo 1, Heri Thorsteinsson 1, Vilhelm Vilhelmsen 1
Sveinur aftur í StÍF
Hondbóltur Ein hin evnaríkasti spælarin í føroyskum hondbólti, Sveinur Justinussen, er nú komin heimaftur,
og í gjár var hann sum toppskjútti við til at tryggja strandingum eina góða byrjan í landskappingini
Í gjár byrjaði Atlantic Airways-
kappingin í manshondbólti, og um
einar tvær vikur fer eisini Sunset-
kappingin hjá kvinnunum í gongd.
Hetta hevur Miðlahúsið aftur í ár
valt at sett sjóneykuna á, so í Viku
blaðnum, sum í dag verður borið í
hvørt hús, er hópin av hondbólts
tilfari.
Samrøður eru við umboð fyri øll
liðini í Sunset- og Atlantic Airways-
kappingini, og eisini er annað tilfar
at finna í serblaðnum um hondbólt,
ið er størri og meira rúgvusmikið í
ár enn í fjør.
Hondbóltur í Vikublaðnum
vika 39 24. september 2012
Ókeypis lýsingarblað
Vikutema
2012-2013
Hondbóltur
13
2012 - 2013
Sveinur Justinussen, sum eftir útlegd í hálvtfjórða ár nú aftur
er at síggja í føroyskum hondbólti, var við sínum átta málum
toppskjútti, tá StÍF í gjár smurdi Team Klaksvík av
Mynd: Álvur Haraldsen