mánadagur 24. september 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
atlantic airways deildin
Hilmar Jan Hansen
Hóast vestmenningar vóru á
odda so at siga allan vegin í fyrra
hálvleiki,
fingu
kollfirðingar
teir aftur eina løtu fyri steðgin,
løgdu seg á odda og høvdu
hálvleiksleiðsluna – og hugdu so
annars ikki aftur um seg aftur í
restini av dystinum, ið endaði við
tryggum og uppibornum sigri til
KÍF.
At VÍF fekk eina dreymabyrjan
og einki riggaði hjá KÍF at byrja við,
stóðst ikki minst av, at kollfirðingar
brendu eitt hav av møguleikum,
meðan vestmenningar í løtum
fingu víst, at teir eru væl fyri og
veruliga hava styrkt sær liðið, men
enn restar nógv í í samanspælinum,
og í gjár vóru ov nógvir spælarar í
sjálvdrátti.
– Eg má viðganga, at eg hevði
væntað ein javnari dyst, har tað
ikki vóru meira enn eitt ella tvey
mál á muni, tá samanumkom.
Nú bleiv tað nokk so javnt í fyrra
hálvleiki, men eftir steðgin haldi eg,
at vit orkaðu betur enn teir, sigur
vinstri bakkur hjá KÍF, Hans Eli
Sigurbjørnsson, ið var toppskjútti
við tíggju málum, harav tey seks
vóru í opnum spæli og hini fýra
brotskøst.
– Jakob Jónsson segði við
okkum áðrenn dystin, at vit vóru
betur fyri kropsliga og at tað skuldi
nokk geva úrslit í seinna hálvleiki.
Tað passaði eisini øgiliga væl við,
hvussu dysturin bleiv.
Hans Eli heldur, at fyrimunurin
hjá KÍF er, at liðið er tað sama og at
spælararnir eru væl samanspældir,
so hjá teimum snýr tað seg snøgt
sagt um at arbeiða víðari við tí, liðið
longu hevur, og tí var tað alt liðið, ið
stóð aftan fyri sigurin.
Sjálvur hevur 18 ára gamli
toppskjúttin ikki so góðan hug at
varpa ljós á sítt egna avrik, men
ásannar, at tað mundi vera í lagi:
– Eg havi vant øgiliga hart síðani
síðsta kappingarár, so tað er deiligt
at síggja, at tað gevur úrslit, sigur
hann.
Hjá kollfirðingum var høgri
bakkurin, Andrias Nielsen, eisini
væl upplagdur, og ikki minst gjørdi
málverjin, Jaspur Joensen, nógv um
seg, tá hann serliga ímóti endanum
tók nógvar royndir frá VÍF, so tí
var einki at siga til, at hann slapp
at krýna avrikið við seinasta
brotskastinum í dystinum – sum
hann sjálvandi eisini setti inn!
hilmarjan@sosialurin.fo
KÍF orkaði betur
Hondbóltur Kollfirðingar vóru í gjár gestir hjá VÍF og sínum
fyrrverandi venjara, men vístu seg at roynast betur, vilja
meira og – ikki minst – at orka betur, tí KÍF vann uppiborið
Hilmar Jan Hansen
Dysturin í ítróttarhøllini á Hálsi
var ikki bara ein grannauppgerð,
men eisini ein dystur, har
Kyndil skuldi vísa, hvør dugur
var í styrkta liðnum, nú fleiri
spælarar eru komnir heimaftur
og teir yngru eru blivnir eitt
ár eldri, umframt at H71 nú
aftur stendur í tí støðu, at eitt
meistaraheiti skal verjast.
Liðini fylgdust í eitt lítið
korter av dystinum, men so fór
H71 stormandi avstað og bara
økti um munin, so hálvleiks
leiðslan var 18-11. Hetta var eisini
nakað, venjarin hjá hoyvík
ingum var sera væl nøgdur við:
– Tað var deiligt at síggja,
at menn eru væl fyri og høvdu
rætta hugburðin, tí mínir spæl
arar vóru klárir frá fyrsta bríksli.
Eisini var tað stuttligt at síggja,
hvussu teir ungu tordu at fara
inn á vøllin at taka ábyrgd, og
avtalurnar hildu allan vegin
ígjøgnum, sigur Petur Mittún.
– Vit spældu øgiliga væl í
fyrra hálvleiki, har verjan stóð
væl og álopið gjørdi sítt, so vit
vóru langt á odda í hálvleikinum.
Í steðginum tosaðu vit nógv um,
hvussu vit skuldu halda ferðina,
men tíverri eydnaðist ikki at
halda fram í sama stíli eftir
steðgin.
Tað vísti seg, at teir í umklæð
ingarrúminum hjá Kyndli helst
eisini høvdu tosað við stórum
bókstavum millum hálvleikirnar
báðar, tí eftir steðgin var tað
Kyndil, ið setti dagsskránna
fyri tað allarmesta. Nú vóru tað
hoyvíkingar, ið runnu aftaná
í verjuni, meðan teir í Kyndli
mangan komu lætt ígjøgnum og
fingu skorað.
Ári munaði væl
At H71 hevði vunnið sær eina so
stóra leiðslu fyri steðgin, skuldi
vísa seg at gera mín í síðsta enda,
tí tað eydnaðist ongantíð Kyndli
at koma heilt upp í nánd av H71,
fyrr enn í allarsíðstu løtuni, tá
tíðin var ov stutt til, at dysturin
kundi koppa.
Hartil kom so eisini, at Ári
Dam í endanum á dystinum
fann stórspælið fram, so hann
bæði tók eitt brotskast frá
Kyndli og hevði fleiri aðrar týð
andi bjargingar, ið munaðu
væl, so H71 var tey tvey málini
frammanfyri, tá avtornaði.
– Samanumtikið var hetta
avgjørt ein fín byrjan upp á
landskappingina og ein góður
dystur, sum kanska bleiv í so
spennandi ímóti endanum, sigur
H71-venjarin, Petur Mittún, ið
sjálvur hevur eina fortíð sum
spælari hjá Kyndli.
– Skal siga nakað um mót
støðuliðið, so var tað stuttligt at
síggja, at Kyndil fyrst og fremst
byggir á egið spælaratilfar, sum
so verður væl supplerað við øðr
um spælarum. Hjá teimum vísti
tað seg eisini, at tá teir ungu
koma inn, so riggar tað væl,
og eingin ivi er um, at Kyndil
bara manglar at fáa liðið meira
samanspælt, so eru teir eisini við
heilt har frammi.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hvør sín
hálvleik
VÍF-KÍF 26-30 (14-14)
VÍF: Martin Ritto 6, Sámal J. Djurhuus 5, Agnar Joensen 5 (1), Filip Jovic 4, Andrias
Eriksen 3, Rasmus Juncker 2, Magnus á Rógvi 1
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 10 (4), Andrias Nielsen 6, Nicklas Selvig 4, Ási Dam 3, Rúni
Joensen 3, Teitur Joensen 2, Jaspur Joensen 1 (1), Tony Weyhe 1
Kyndil-H71 25-27 (11-18)
Kyndil: Hörður Fannar Sigþórsson 6, Finnur Hansson 5 (1), Frank Askildsen 4,
Ludvík Súnason 3, Høgni Klein Olsen 2, Birgir Poulsen 2, Andrias Sólsker 2, Hans
Áki Dal-Christiansen 1
H71: Bogdan Florea 8 (4), Hallur Biskopstø 5, Tróndur Arge 3, Rúni Højgaard 3,
Sigmundur Nolsøe 3, Rógvi Sørensen 3, Sigmundur Dahl 1, Høgni Djurhuus 1
Hondbóltur Hoyvíkingar stormaðu
avstað í fyrra hálvleiki, uttan at Kyndil
fekk fylgt við, men í seinna hálvleiki
var vent í holuni, tá Kyndil setti ferð á
– men H71 fekk tó hildið fast og vann
Kollfirðingar høvdu munin á vestmenningum í gjár, eftir at byrjanin ikki var nakað
serlig við nógvum brendum kjansum. Men í seinna hálvleiki sat KÍF á tí mesta
Mynd: Álvur Haraldsen