mánadagur 24. september 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í sambandi við at J. Símun
Hansen og Robert Joen
sen í ár høvdu fyltt hundr
að,
verður
skipað
fyri
heiðursløtu í Skúlanum við
Ósánna komandi leygardag
klokkan 14.
Gunvá við Keldu, borg
arstjóri bjóðar vælkomin og
greiðir frá, hví býráðið hevur
tikið stig til hetta tiltakið.
Ingrið H. Dalsgaard, dóttir
J. Símun Hansen greiðir
frá um pápa sín – sama ger
Magna Thomasen um pápa
sín, Robert Joensen.
Jóan Pauli Joensen, pro
fessari í siðsøgu greiðir frá
um bókmentirnar hjá Ro
bert og Símun og tann týdn
ing, tær hava havt fyri sína
samtíð og síðani.
Felagssangur, barnakór
og 17 Sangarar eru eisini
á skránni. Alex Sólstein
og Jógvan við Keldu fara
at greiða frá um J. Símun
Hansen og Robert Joensen,
hvussu teir minnast hes
ar menn sum sínar starvs-
felagar – Robert fór í 1941
í starv sum skrivari hjá
Klaksvíkar Kommunu, og
var hann har til 1982. Símun
var lærari í Klaksvík frá 1950
til 1978.
Eftir framløgurnar, verð
ur boðið til ein kaffimunn,
samstundis sum framsýn
ingar við bókaverkum teirra
verða at síggja og ljóð og
filmsbrot verða at síggja í
skúlastovunum uppat mið
høllini í Skúlanum við Ós
ánna.
Framsýningin
stendur
uppi í Skúlanum við Ós
ánna leygardagin 29. og
sunnudagin 30. september.
Vikuna eftir verður ein
partur av hesi framsýning
eisini at síggja á Klaksvíkar
bókasavni.
Um Robert Joensen: Fødd
ur 28. august 1912 í Klaksvík,
sonur Jacob Joensen úr
Gerðum og Súsannu Joen
sen úr Leirvík.
Robert var giftur við
Petrinu Poulsen Jacobsen úr
Klaksvík, og fingu tey tvær
døtur Súsonnu og Magnu.
Sum átjan ára gamal
fór Robert til Danmarkar
at ganga í skúla og tók
studentsprógv í 1935. Síðani
fór hann at lesa guðfrøði.
Robert var heima, tá ið 2.
heimsbardagi brast á, og
fór ikki niðuraftur. Í 1941 fór
hann í starv sum skrivari
hjá Klaksvíkar Kommunu,
og har var hann til 1982.
Robert Joensen andaðist
19. mai 1997.
Bøkur eftir Robert Joen
sen:
1942 Klakksvíkar bygd í
søgu
1946 Útróður 1845-1945
1958 Royvið
1959 Bøleiðin
1960 Greivabitin
1961 Glaða og brenna vita
1962 Grindaboð í Havn
1968 Býta seyð og fletta
1972 Vambakonan
1974 Høgtíðir og veitsluhald
á vetri
1979 Fåreavl på Færøerne
1979 Minnismyndir og
søgubrot 1
1981 Forn føroysk
boðsending
1983 Ymiskt um seyð og av
seyði
1986 Knassar eru tit
1989 Glaðingarstøð í
Føroyum
1990 Minnismyndir og
søgubrot 2
Umframt bøkurnar hevur
Robert Joensen skrivað fleiri
greinar, søgur og yrkingar í
ymsum tíðarritum.
Um J. Símun Hansen:
Føddur 19. oktober 1912
í Klaksvík, sonur Hans
Christoffer Hansen og Hen
rikku Sofie Joensen bæði úr
Klaksvík.
Símun var giftur við Jó
honnu Margrethu Rasmus
sen av Kirkju, og fingu tey
børnini Eyðfinn, Henrikku,
Ingrið og Christian Martin.
Símun tók læraraprógv
á Føroya Læraraskúla í 1938
og var lærari í Klaksvík frá
1950 til 1978. Eisini var hann
blaðstjóri á Norðlýsinum frá
1955 til 1966.
Símun Hansen andaðist
3. januar 1986.
Bøkur eftir Símun Han
sen:
1960 Havið og vit 1. partur
- Norðoya skipa- og
handilssøga
1966 Havið og vit 2. partur –
Minniligir dagar
1966 Norðdepil – eitt 100 ára
minni
1971 Tey byggja land I –
Fugloyar sókn
1973 Tey byggja land II –
Svínoyar sókn
1975 Tey byggja land III –
Viðareiðis sókn
1977 Tey byggja land IV –
Kunoyar sókn
1978 Tey byggja land V –
Húsa- og Mikladals sókn
1980 Tey byggja land VI –
Klaksvíkar sókn
1981 Tey byggja land VII
– Klaksvíkar sókn (seinni
partur)
1983 P. F. Kjølbro 1913-1983
Saman við Sámali Petersen
gav Símun Hansen í 1959
út “Sangbók morgun- og
samkomusangir”, og í 1965
“Sangbók til skúlabrúks”.
Eisini hevur Símun skrivað
fleiri greinar í bløðum og
tíðarritum.
Robert og Símun 100 ár
Robert Joensen
J. Símun Hansen
Nøvn