Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eri komin á Lista E til valið til Tórshavnar bý­ráð. Vit hava verið í sam­gongu har í átta ár. Hetta er tann samgonga í Tórshavnar býráð, sum hevur fingið mest av skafti, tí vit hava brúkt kreftirnar til at fremja framstigini. Men hóast tað er tíbetur nógv eftir at gera. Miðbýurin er eitt, sum gongur aftur á hvørjum vali. Gjørdar eru upp í leypar av ætlanum, og har legst bara meir og meir oman á rokan. Stundin er langtsíðani komin til, at býráðið tek­ ur saman um tað, sum finst av hugskotum, og stingur út í kortið, hvat ið skal gerast og hvussu. Eitt gamalt orð sigur, at sein kúgv fær skitið gras. Býráðið skuldi gjarna ikki endað í tí støðuni við sínum centrum. Vit hava ein deiligan bý, eina deiliga Havn, og hon kann gerast upp aftur deiligari við skila­góðum átøkum. Hes­um ætli eg mær at halda fram at arbeiða fyri og havi longu nevnt tjóðpall og konserthøll á eini Skálatrøð, har um­hvørvið á keiini hjá Østrøm verður endur­ skapað. Tað ljóðar eisini spenn­andi at arbeiða við møguleikanum at lata ánna upp aftur á Vaglinum og/ella Áar­ vegnum og annars at skipa ymisk umhvørvi í miðbýnum sum betri heildir og funksjónir til frama fyri fólk og býarlív. Okkum nýtist ikki at gera alt í senn, men tað grundleggjandi skip­ anararbeiðið er um­ráð­ andi, so vit ikki renna okkum føst seinni. Eitt, sum fer at kosta tíð og sveitta, verður at skipa ferðsluna um í einum slíkum tronga sum mið­ býnum í Havn, so hon samsvarar við tey ætl­ aðu nýbrotini og býin annars. Tilsamans verður hetta neyvan nøkur løtt upp­gáva, tí í býráðnum eru í slíkum málum – eins og í almenninginum - ofta líka nógvar mein­ ingar sum býráðslimir, men tað er júst tað, sum verður avbjóðingin hjá teimum, sum verða vald. Eg eri til reiðar at taka avbjóðingina. Miðbýurin má mennast Jógvan Arge býráðslimur fyri Tjóðveldi Ikki bara fínmentan og Tórsvøllur á skránni Brandur í Dali valevni hjá Tjóðveldi til býráðsval í Tórshavn Hvat vil hatta øra nú, er tað helst onkur sum hugs­ar nú valevnislistin hjá Tjóð­ veldinum til býraðsvalið í havn er vorðin almennur ! Tann tankin hevur eisini vent nakrar ferð í ovasti hædd hjá mær. Men svarið er rættiliga einfalt ! Eg vil gjarna gera mun fyri áhugamál sum eg brenni fyri, og mun kann eg bara gera um eg fái ávirkan, antin við at vera valdir í bý­ ráðið ella við at fáa so frætt av atkvøðum, at tey sum sita við valdið vita at tað er ein bólkur av borgarum sum hava nøkulunda somu meiningar og áhugamál sum eg. Eg vil gjarna vera røddin hjá teimum sum kanska hugsa um annað enn tað fín­ mentaða og harvið vísa á, at býráðspolitikur snýr seg um annað enn Tórsvøll, miðbýin, havnir og mentunarhús. Ikki tí, einki er galið við teimum málinum, men nógv eru sum berjast fyri júst hesum áhugamálum og helst hava vit eisini brúk fyri øðrum. Hvat er tað so sum eg vil ? Jú sum øll hini vil eg gjarna hava skattin niður, ókeypis barnagarðar, nýggjan ring­ veg, ítróttarhallir, 50 mtr., svimjihyl, ellisheim o.s.v. Men eg havi tó so gott jørð­ samband at eg veit at hetta er órealisitiskt at gera alt í einum. Her skulu sjálvandi raðfestingar til. Uttan at gloyma børnini og tey eldru er hetta nøkur av teimum áhugamálum sum eg vil brúka mína orku uppá. Nýggja brúgvin um Sandá er sera umráðandi, betri møguleikar fyri ítrótti á Argjum og vesturbýnum og ikki at gloyma betri um­ støður til hunda og rossafólk í suðurstreymoy. Hví eg haldi hesu mál eru umráðandi, og hvussu eg ítøkiliga vil arbeiða fyri hesum fari eg at koma nærri inn á seinni. Bogi Andreasen gliðin á ísinum Heðin Mortensen borgarstjóri Mær kom til hugs vælkenda teknifilmin um Bambi, tá ið eg las greinina um skoyti­ breytina í Dimma­lætting 19. september. Hin eygagóði Bambi verður lokkaður út á ísin, men hann glíður og fløkiskt um síni egnu bein, til hann at enda dettur gjøgnum ísin og má hjálpast uppaftur – illa fyrikomin. Á sama hátt er við vara- borg­arstjóranum Boga Andrea­sen, nú hann ákærir bæði borgarstjóran og fyri­ sit­ingina fyri tilvildarliga fíggjar­stýring, at brúka peng­ ar uttan játtan og at dylja upp­lýsingar fyri býráðnum. Var hetta satt, so var væl skoytað av vara­borgar­stjór­ anum, men her dettur hann lúkst gjøgnum ísin, júst sum Bambi. Varaborgarstjórin letur skilja, at skoytibreytin er keypt av kontu, sum borg­ar­ stjórin umsitur. Sum fíggj­ar­ nevndarlimur og bý­ráðs­limur í fýra ár eigur vara­borgar­ stjórin sum minsta krav at vita, at tað er fíggjarnevndin, sum varðar av og játtar alla fígging av hesi kontu, vanliga nevnd reguleringskontan. Tað var tí eisini fíggjar­ nevndin, sum samtykti at keypa skoytibreytina, og tað var fíggjarnevndin, sum av­ gjørdi at leggja raksturin til hallarumsitingina. At skoytibreytin hevur hall, er knappliga komið øgi­liga óvart á varaborgar­ stjóran, sum sigur seg einki at hava fingið at vita fyrr “enn langt aftaná”. Langt aftaná hvat? Tí hvønn tann einasta mánað síðan januar 2011 hevur fíggjarnevndin og býráðið góðkent mán­ aðar­roknskapin. Og á fleiri av hesum fundum eins og í mentamálanevndini er kunnað um fíggjarstøðuna hjá skoytibreytini. Her er sanniliga einki dult fyri býráðnum og her er heldur einki turkað av uppá ítróttahallirnar. Sum fíggjarnevndarlimur og býráðslimur hevur vara­ borgarstjórin Bogi Andreasen nevniliga góðkent støðuna so hvørt – og tað hevur hann gjørt yvir 25 ferðir til samans í fíggjarnevndini og býráðnum. Varaborgarstjórin veit tí eisini útmerkað, at einki er farið fram til­vildar­ liga, í heimildarloysi ella í duld­um. Ætlanin var, at raksturin av skoytibreytini skuldi hvíla í sjálvum sær, men eftir eina royndartíð vita vit nú, at tað neyvan fer at bera til. Tað er serliga kostnaðurin av at seta breytina upp og taka hana niður aftur, sum kostar væl meira enn mett varð. Býráðið skal tí taka støðu til, um høllin skal á fíggjarætlanina við fastari rakstrarjáttan. eins og aðrar hallir og vallir í kommununi. Eitt er tó vist, skoyti­ breyt­in hevur verið eitt sera væleydnað tiltak á Skálatrøð, sum hevur givið lív í miðbýin í myrkastu vetrartíð. Yvir 50.000 børn og vaksin hava skoytað og stuttleikað sær á skoytibreytini. Summi duga væl. Summi eru sum Bambi. kommunuval 2012 Pengarnir eru játt­aðir og verk­ ætlanin samtykt til Tórsvøll Men nú tá okkara borgarstjóri og javnaðarmaðurin Heðin Mortensen saknaði uppskot til hvat man “annars skuldi brúka peningin til”, vil eg fegin koma við einum uppskoti. Kanska hetta kann vera við til at víðka um hugflogið og síggja heildina. Uppskot: 6 mió. til Tórsvøll 6 mió. til ítrótt ið annars hevur stóran tørv 6 mió. til tónleika og listarumhvørvið 6 mió. til arbeiðsskapandi tiltøk 3 mió. til betra umstøðurnar hjá teimum tilkomnu 2 mió. til “Í menniskjum góður tokki” 2 mió. til ungdómsarbeiði og Margarinfabrikkina 1 mió. til Musikkskúlan og Musikkskúlamiðnám 1 mió. til heimleys 1 mió. til børn við serligum tørvi 1 mió. til arbeiði at leggja tilrættis hvussu vit skipa framtíðar Tórshavn Íalt 35 mió. Rógvi á Rógvu valevni hjá Tjóveldi