Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak SU´ararar skipa fyri kjakfundi og veitslu 3. november Í ár vóru 35 ár síðani, at SU – Sosialistiskt Ung­mannafelag – varð endurstovnað á triða sinni og dagurin verður hildin við fundi um dagin og veitslu um kvøldið tann 3. november. “Vit vilja fegin kjak­ ast um, um tað er neyð­ ugt við einum ung­ dómsfelagsskapi sum SU, um søguliga per­ spektivið og nú­tíð­ina”, sigur Eyðólv Dimon, sum er ein av fyri­reik­ arunum. Fundurin fer eisini at umrøða spurningin, um “frælsið hevur ment seg og um Javn­aðar­ flokkurin er ein topp­ stýrdur flokkur ella ein fólkslig rørsla”. Har­ umframt verður tjak um, hvør orðar politikkin. Gomlu SU´ararnir hittast klokkan trý í Sjónleikarhúsinum, har Jóannes Dals­gaard, fyrrverandi løgtings­lim­ ur, fer at leggja upp til orðaskifti. Eitt pallborð við fyrrverandi SU´arum fer at skifta orð um javn­aðarhugsjónina og hvørja ávirkan hon hevur á dagsins politkk hjá flokkinum. Gomlu ungsosialist­ arnir vóna, at limir í SU, politikkarar og álitisfólk floksins, valevni og limir møta upp og fáa íblástur, nú borgarliga rákið rekur á kíkin. “Vit, ið vóru virknir SU'arar í sjeyti- og áttati­ árunum hava ofta tosað um at hittast og fáa eitt kjak um javn­aðar­ hug­sjónina við atliti at floksins politikki. Higar­ til hevur tað verið tos, men nú verður tað so”, sigur Kathrina Linden­ skov Holm. Hon er í fyri­reikingarbólkinum saman við Eyðólvi Dim­ on, Tonnie Strøm, Elini Linden­skov og Hall­steini Sigurs­son. Tey vóru øll virkin síðst í 70-árunum og í 80-árunum. SU var rætti­ liga virkið hesi árini og t.d. vóru eini 30 SU´arar á politiskari legu í Svøríki í 1979. Felagið skipaði fyri nógvum fundum, skeiðum og seminarum. Eisini hevði valevni á list­um til løgtings- og bý­ráðsval. Upprunaliga var SU stovnað í 1965 og felagið setti stundum dags­skránna í ung­ dóms­politikki og lands­ politikki tey fyrstu árini. Fyrst í 70-árunum sovnaði virkisemið, men í 1974 royndu nøkur ung javnaðarfólk at birta lív í aftur felagið, men tað ændi bara eitt stutt skifti. Síðani á vári í 1978 hevur felagið tó verið meira og minni virkið. Hesi seinastu árini hevur felagið aftur fingið góðan byr. Fyrireikararnir vóna, at fólk, sum hava verið uppi í arbeiðnum í SU, kunnu taka myndir og annað tilfar úr goymsl­ unum og hava tað við ella senda tey til Hallstein@posta.fo Kostnaðurin fyri til­ takið tann 3. november og veitsluna um kvøldið er 600 kr. Fólk verða biðin at melda seg til fyri 15.okt. Tilmeldingin er við at flyta peningin á kontonr 9181 1362781 í Eik. »Gamlir« ung­ sosialistar hittast Munur á borðum! Hanus Samró Á ST aðalfundi í New York Í síðstu viku savnaðist sam­ gongan rundan um borð­ ið í Tinganesi, har fíggj­ ar­lógin fyri 2013 var til umrøðu. Samstundis sam­ gongufelagararnir viðgjørdu fíggjarlógina, sat undirritaði rundan um borðið hjá donsku sendistovuni í Washington. Búskaparfrøðingur greiddi frá búskaparstøðuni í Amerika, eins og saman­ber­ ingar vórðu gjørdar mill­ um danska og amerikanska búskapin. Amerika Búskaparfrøðingurin hevði ikki nógv gott at siga um Amerika. Arbeiðsloysið var 8.1 prosent, undirskotið á fíggj­arlógini 7.3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, með­an samlaða skuldin var 73 prosent av brutto­ tjóð­ar­úrtøkuni. Av saml­ aðu arbeiðsfjøldini vóru 64 prosent tøk á arbeiðs­markn­ aðinum, og tað var tað lægsta síðani 1979, tá arbeiðsloysið millum ung var 25 prosent. Hvussu koma amerikanarar burtur úr kreppuni? Støðan er so mikið álvarsom, at sama hvør av Obama ella Romney vinnur, verður komandi forsetin noyddur at fremja neyðugar sparingar. Búskaparfrøðingurin metti, at 1000 milliardir dollarar skulu sparast komandi fíggjar­ár. Millum annað verður herurin álagdur at spara 9 prosent, men hetta er ikki endaligt, tí teir hava sterkar kreftir í kongressini. Um neyðugar broytingar ikki verða framdar eru útlit fyri negativum búskapar­vøkst­ uri! Harafturat væntaði bú­ skaparfrøðingurin, at ameri­ kanarar verða noyddir at hækka skuldarloftið komandi ár, tí um teir ikki gera tað, endar almenna Amerika í gjaldsteðgi. Harumframt megna teir ikki at halda sínar fíggjarligu skyldir yvirfyri kreditorunum. Framtíðin í Amerika Tað er heldur eingin loyna, at høvuðsboðskapurin í valstríðnum millum Obama og Romney er amerikanski búskapurin. Báðir ynskja at “kickstarta” búskapin við skattalættum, men teir hava tó hvør sína fatan av, hvussu skattalættin skal síggja út. Obama ynskir at fíggja sín skattalætta við at áleggja millióningum skatta­hækk­ ing, so lægri og miðal­stóru inntøkurnar fáa ágóðan av skattabroytingini, meðan Romney roynir at geva bæði miðal- og millióningum skatta­lætta. Eitt annað, ið fyllir nógv í valstríðnum, er arbeiðspláss. Hvussu fáa amerikanara arbeiðsplássini aftur? Kampanjan hjá Romney leggur dent á, at sjey ferðir hevur Obama havt møguleikan at lóggivið fyri, at arbeiðspláss ikki enda í Kina, men hann hevur ongantíð gjørt nakað við tað. Kampanjan hjá Obama vísur hinvegin á, at feløgini hjá Romney hava flutt fleiri túsund arbeiðspláss úr Amerika til Kina, tí ar­beiðs­ kraftin er bíligari, so hann er ímyndin av trupulleikanum. Eitt annað, sum tó ikki fyllir so nógv í valstríðnum, men sum hevur stóra ávirkan á arbeiðsmarknaðin, er immigratión. Amerikanskir búskaparfrøðingar vilja vera við, at um Amerika skal koma burtur úr búskaparkreppuni, skulu amerikanarar skapa millum 75.000 og 125.000 nýggj arbeiðspláss um mánaðin – bara fyri at nøkta eftirspurningin hjá inn­ flytarum! Í hesum sambandi kann nevnast, at 100.000 arbeiðs­ pláss vórðu skapt í august 2012, meðan 400.000 fóru av arbeiðsmarknaðinum. So­ statt gjørdust 300.000 fleiri “arbeiðsleys”! Borðið í Tinganesið Skal ikki gera nógv burtur úr danska búskapinum, men tað var lítið hugaligt at sita rundan um borð­ið í Washington, tá ið bú­skap­ arfrøðingurin greiddi frá búskaparstøðuni í Dan­ mark. Hallið á fíggjarlógini táttar ímóti 100 milliardum krónum, arbeiðsloysið liggur um 8 prosent, meðan danska brúkaraálitið var 0.0 prosent í 2012. Harafturat eru útlitini fyri búskaparvøksturi kom­ andi ár minkandi. Tølini omanfyri eru tikin frá landsbankanum. Hyggja vit eftir bú­ skap­artølunum, sum sam­ gongufelagarnir hava rund­an um borðið úi í Tinga­ nesið, eru vit nógv betri fyri enn bæði Amerika og Danmark. Arbeiðsloysið hjá okkum er lækkað úr 6.3 prosentum niður í 5.3 prosent, eins og tøka inn­ tøkan hjá húsarhaldunum er økt seinasta hálva árið, orsakað av flatskattinum. Nýtsluhugurin hevur tó ikki fylgt jaligu gongdini, men tó metir landsbankin, at útlit eru fyri, at nýtsluhugurin veksur í 2013. Vit hava harafturat fingið hallið á fíggjarlógini til 365 milliónir krónur, men tá eru inntøkurnar frá makrel­ fiskiskapinum ikki tiknar við. Hóast jaligu gongdina, verður samgongan noydd at fremja nakrar sparingar, tí vit hava framvegis hall á fíggjarlógini. Um vit ikki gera tað, enda vit í somu búskaparstøðu sum Danmark og Amerika, og tá verður tað ikki stuttligt at sita rundan um borðið í Tinganesið, tí tá verða sparingarnar uppaftur størri!