mánadagur 24. september 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dúgligani hevur verið kjakast
um
ískoytisútbúgvingar
seinastu dagarnar. Málið tók
seg upp, eftir at tað kom fyri
dagin, at Mentamálaráðið,
við Bjørn Kalsø á odda, hevur
goldið fyri ískoytisútbúgving
hjá lærarum.
Hetta er sjálvandi lær
arunum væl unt og tað er
hugaligt at síggja, at hesir
hava fingið møguleikan at
førleikamenna seg. Eisini er
tað hugaligt, at Bjørn Kalsø
hóast alt dugir at síggja, at
ískoytisútbúgvingar eru til
gangs fyri tey starvsfólk, sum
fáa hesar. Øll starvsfólk vilja
loysa starvsuppgávu sína
á besta møguliga hátt. Fyri
at hetta skal vera gjørligt,
er sera neyðugt, at hesi
starvsfólk áhaldandi verða
førleikament. Herumframt
er
vanlig
starvsfólkarøkt
neyðug.
Bjørn Kalsø vísir í miðl
unum á, at Mentamálaráðið
er arbeiðsgevari hjá nevndu
lærarum, ið nú hava fingið
teirra
ískoytisútbúgving
goldna av Mentamálaráðnum.
Herumframt førir Menta
málaráðharrin
fram,
at
ráðið onga heimild hevur
at gjalda fyri ískoytis- og
eftirútbúgvingar hjá starvs
fólki, sum starvast hjá øðrum
arbeiðsgevara enn Menta
málaráðnum. Hetta er eitt
ordans langskot, har Bjørn
Kalsø veruliga langar bóltin,
sum varð spældur til hansara
og Mqentamálaráðið, yvir til
kommunurnar.
Øll vita, at Mentamálaráð
harrin varar av skúlaøkinum,
men Bjørn Kalsø er ikki stjóri
fyri skúlarnar í Føroyum.
Hetta taka aðrar kvinnur
og menn sær av. Tað er hesi
góðu fólk, sum stjórna ein
støku skúlunum og ikki
Bjørn
Kalsø.
Møguliga
metir Bjørn at so er, av tí at
hann sitir í mentamálaráð
harrasessinum, samstundis
sum
hann
er
útbúgvin
lærari.
Nei,
Bjørn
Kalsø
varar so sanniliga av øllum
útbúgvingarøkinum.
At
Bjørn Kalsø soleiðis snildliga
sendir bóltin yvir sum sína
vallarhálvu
er
at
kasta
ábyrgd frá sær.
Bjørn Kalsø sendir bólt
in so langt yvir um sína
vallarhálvu,
at
bólturin
eisini fer ein túr framvið
Heilsumálaráðnum og Al
mannamálaráðnum. Tí er
sera viðkomandi spurningur,
hvat ráðharrarnir í hesum
báðum ráðunum siga til
málið! Og hvar er útbúgv
ingarpolitikkurin, sum heild,
hjá Landsstýrinum?
At Bjørn Kalsø langar
bóltin víðari kann í ringasta
føri føra við sær, at starvsfólk
ikki vilja arbeiða í fíggjarliga
veikaru kommununum, tí
at her eru eingi útlit fyri
førleikamenning. Tað kann
heldur ikki vera rætt, at tað
almenna, sum Bjørn Kalsø
er partur av, tá tað hóvar
honum, bert rindar fyri før
leikamenning hjá nøkrum
einstøkum starvsfólkum.
Bólturin, sum Bjørn Kalsø
soleiðis langaði fram á banan,
hevur ikki gjørt annað, enn
at sett hann í ógvusliga rang
støðu. Hetta kanst tú gera
betur Bjørn!
Svárt var at síggja í
Degi og Viku, tá tveir
gøðingarkálvar av Sandi
– verdir kr. 10.000 hvør,
vórðu brendir sum rusk
á Sandvíkarhjalla. Tað
fyrsta ein hugsar er, at
her er nakað spinnandi
galið.
Vit hava tíbetur eina
heilsufrøðiliga
starvs
stovu, vit hava lands
djóralækna,
og
tey
arbeiða vónandi eftir
onkrari lóg. Kortini líkist
tað ongum at blaka
luxusmat út sum ring
asta rusk, serliga
•
tá vit vita, at fólk
finnast í flatskatta
paradísinum Føroyar,
sum einans sjáldan
hava ráð til at keypa
kjøt.
•
tá vit vita, at “Hjálpin”
og onnur góð fólk
fáa yvirskotsmat frá
handlunum, eftir aft
urlatingartíð at býta
út til treingjandi.
•
tá vit síggja fjøld av
heimleysum misnýt
arum sjúklast burtur
og ganga til grundar
av svongd og kulda.
ES hevði fyri árum síð
ani trupulleikar av yvir
skotsmati, fjøllum av
smøri, høvum av víni
og líkn. sum blivu beind
burtur sum rusk ella
oyðiløgd við eitri. Hetta
hildu
nógvar
røddir
vera bæði ómoralskt
og grátuligt í einum
heimi, sum svøltaði. Tí
bleiv sett forboð fyri at
destruera mat. Í stað
in fingu hjálparfelags
skapir matin at býta út
í londum, har tørvur var
á tí.
Aftur til gøðingar
kálvarnar av Sandi. Tað
er ómoralskt og grátu
ligt, at bóndin ikki bara
kundi fáa kjøt sítt aftur
at selja úr fjósinum til
privat fólk.
Her má Føroya Løg
ting taka sær um reiggj
og gera eina nýggja
hóskandi lóg.
“Abbi tín fær seyðir
hjá honum eingin neyð
er”, yrkir Hans Andrias
Djurhuus.
Eg undri meg ofta
yvir, hvar løgtingslimir
okkara í grundini liva
reint mentalt. Eru teir
til staðar í samfelagnum,
ella liva teir bara í eini
yvirtryggjaðari
makt
verð við seyði í hjallinum,
merkjaklæðum og stór
um skattalætta í staðin
fyri at føra realpolitikk?
Takið tykkum sam
an og steðgið hesum
óvirðiligu mannagongd
unum í Føroyum.
»Abbi tín fær
seyðir, hjá
honum eingin
neyð er.«
Oddvør Johansen
Opið bræv til Landsverk um
trygdina í Sumbiartunlinum
Rúni Lisberg
Nú eru nógv ár síðani eg
seinast setti hendan spurn
ingin til Landsverk. Enn ein
nýggjur landsverkfrøðingur
er settur í djúpa leðurstólin
á kontórinum í Havn, men
einki hoyrist um, nær hann
ætla at seta pening av til
tað arbeiði, sum enn bíðar
teimum í Sumbiartunlinum.
Síðani 1997 hava vit bíðað
eftir, at ljós skuldi setast upp
í tunlinum og at skúmgummi
mátturnar, sum stórur partur
av tunlinum er bjálvaður við,
skulu dekkast til við betong,
og at okkurt skuldi gerast við
vandamiklu stálstengurnar,
sum standa út úr vegginum.
Men einki orð hoyrist, hvørki
frá okkara landspolitikarum
ella frá Landsverki.
Málið sær ikki út til at
verða lagt á hillina, men inn í
eitt skáp, og hurðin læst væl
og virðiliga.
Tunnilin,
sum
svingar
sum eitt S, er fyri ein stóran
part bølamyrkur. Uml. 1700
metrar av teimum 3200
metrunum sært tú onga
ljósglæmu yvirhøvur, munn
arnir síggjast ikki, og einki
ljós er enn komið upp at
hanga. Tonk, um nú t. d. ein
bilur
steðgar
upp/missir
streymin og kemur at standa
myrkur
í
hesum
myrku
svingunum inni í tunlinum,
har loyvt er at koyra við 80
km/t. Hvat ræðuleiki kann
ikki standast av, um ringast
vil til?
Fleiri 100 metrar eru
tapetiserað við einum slagi
av skúmgummi, ið er einar
50 mm. tjúkt. Tunnilin er
sera
vátur.
Skúmgummi
mátturnar verða nýttar til at
fanga teir nógvu smáu vatn
lekarnar, so teir ikki renna/
dryppa og oyðileggja asfaltið
á vegnum.
Vatnið rennur niður eftir
útsíðuni á máttuni og niður
í rabattina/skervin í veg
síðuni.
Hesar mátturnar útgeva
lívshættisligan royk, um tær
koma í samband við eld, og
eru ikki loyvdar í einum tunli,
uttan so, at tær eru dekkaðar
til við betongi e.l.
Vágatunnilin t. d. fekk ikki
loyvi til at lata upp alment,
fyrr enn hesar máttur vóru
dekkaðar.
Tonk hvat ólukka, sum
kann standast burtur úr, um
tað skuldi hent, at eldur kom í
ein bil har hesar máttur eru?
Stálstengurnar sum end
urskin hanga á, stinga fleiri
metrar frá vegginum og
inn til asfalt kantin. Grovt
sagt hanga hesar stengur í
passandi hædd til at klippa
heysin av tí/teimum, sum
sita í síðuni inn í móti
vegginum, um ein bilførari
gerst óheppin og koyrir út
í rabattin. Fyri ikki at tosa
um, um hetta skuldi hent fyri
eina motorsúklu.
Hatta má og eigur at
gerast tryggari, fyri okkum
sum koyra ígjøgnum tunn
ilin?
Tað er so mangan komið
fyri, at grót liggur á vegnum
í tunlinum, og hevur hetta
eisini verið sera vandamikið.
Minnist eg rætt, so skal loft
og veggir í einum ein vegtunli
reinsast fyri hvørji 2-3 ár.
Nú eru 15 ár gingin, og vil
eg enn einaferð seta Lands
verkfrøðinginum
hesar
spurningar:
1. Nær
verður
peningur
settur av til hesir sera
vandamiklu
manglar
í
Sumbiartunlinum.
2. Nær eru loft og veggir í
tunlinum seinast reinsað/
skrótað?
3. Hvør tekur ábyrgdina um
ein slík ólukka hendir?
Bjørn Kalsø er rangstaddur
Óluva í Gong