Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 115 - 20. juni 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 115 - 20. juni 2000 Leiðari søkist til Barnagarðin á Teigunum á Sandi Sands Bygdarráð hevur sett á stovn ein dagstovn til børn í Sands kommunu í aldrin- um 0-9 ár. Stovnurin er ein sjálvsognarstovn- ur, sum hevur pláss fyri 10 vøggustovubørn- um og 20 barnagarðsbørnum. Væntandi verður stovnurin klárur til at taka ímóti børnum 1.9.2000. Hervið verður søkt eftir leiðara til dagstovnin á Sandi at byrja 1.8.2000. Starvið er eitt fulltíðarstarv. Vit sóknast eftir leiðara: • Ið er útbúgvin pedagogur (el. líkn.). • Hevur leiðaraevni. • Hevur hug til at vera við at seta sín dám á endamálsorðingina fyri stovnin. • Ið er opin fyri nýhugsan. • Í samstarv við nevndina og foreldur gera teir fysisku karmarnar klárar. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmála- stýrið og Føroya Pedagogfelag. Meira fæst at vita við at venda sær til bygd- arráðsskrivstovuna, tlf. 361034. Umsóknir saman við viðmæli og upplýsing um útbúgving, skulu í seinasta lagi 10.7.2000 sendast til Sands Bygdarráð, 210 Sandi. Sands Bygdarráð Vágs Skúli Søkt verður eftir 2 lærarum skúlaárið 2000/ 2001. Størvini, sum eru tíðaravmarkað, verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønar- flokkunum 18.1 til 27.4. Umsóknir við ljósriti av próvskjølum skulu vera skúlanevndini í hendi í seinasta lagi mánadagin 03. juli 2000. Vágs skúlanevnd 900 Vágur P/F GRANNSKOÐARAFELAGIÐ RASMUSSEN & WEIHE Bókhald/skrivstova Fyri ein av kundum okkara í Tórshavn søkja vit eftir einum fólki til bókhald og skrivstovuarbeiði. Arbeiðið umfatar bókhald og alt vanligt skrivstovuarbeiði. Tann, sum settur verður í starvið, má kunna arbeiða sjálvstøðugt. Praktiskar royndir eru tí ein treyt. Løn sambært avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. juni 2000. Nærri upp- lýsingar kunnu fáast við at ringja til Rasmussen & Weihe, lokal 23. RASMUSSEN & WEIHE Statsautoriserað grannskoðarafelag P/F An associated firm of Á Glaðsheyggi P.O. Box 30 FO-110 Tórshavn Tlf. (+298) 311017 Fax (+298) 311018 Sp/f nr. 267 e-mail: rasmussen @rasmussen.fo Http://www.rasmussen.fo Skrivstovuhølir til leigu Skrivstovuhølir til leigu í bygningi ytst á Argjaboða. Bygningurin stendur í náttúru- vøkrum umhvørvi, við sjóvarmálan. Nærri fæst at vita hjá el & tele, tlf. 354 354. Jóansøkuhald í Neystinum Tann 23. juni tendrar NEYSTIÐ jóansøkubál á sjónum framman fyri felagshúsinum. Kl. 18 Grillin verður tendrað. Søla av grillmati, øli og sodavatni Kl. 20–21.30 Johan Danielsen (Two of Us) spælir vísir og sangir Kl. 21.30 Húsakórið syngur Kl. 22.15 Koma 6-mannafør rógvandi við logandi faklum á árunum Kl. 22.30 Báltala Kl. 22.45 Bálið verður tendrað Felagssangur saman við Húsakórinum Kl. 24–02.00 Johan Danielsen spælir dansitónleik NEYSTIÐ Ishøj Havn CARL ELI NOLSØE ”AMUELSEN Árið 2000 hevur higartil sanniliga verið eitt ríkt og spennandi talvár, og enn eru nógv stór og avbjóð- andi tiltøk í væntu. Í sein- astu viku funnu vit ein- staklingaføroyameista- ran, og komandi tiltak er FM í snartalvi. Talvsambandið avgjør- di á Páskum, at FM í snar- talvi í ár skuldi roynast sum kapping ið ikki var bundin at aðrari kapping. Gamalt var at kappingin var heft við FM einstak- lingkappingina, men nú verður so roynt á annan hátt. Kappingin er fyri øll, ung sum gomul, og byrjar kl. 11.00 leygardagin 1. juli. Kappingin verður skipað á øðrvísi hátt enn undanfarin ár. Talan er um at hava ein opnan bólk við nógvum umførum, men enn er einki avgjørt. Sum nakað nýtt verða peningavirðislønir givnar teim fremstu, og fyri at øll skulu hava ein møgu- leika at ogna sær nøkur oyru verða sokallaðar ratingvirð- islønir eisini givnar. Til- melding er á staðnum og luttakaragjaldið er 50 kr. Talvsambandið heitir á fólk at tekna seg hálvan tíma áð- renn kappingin byrjar. EM fepurin herjar yvir alt landið, men leygardagin 1. juli verður eingin fótbóltur á skránni, tí tá hava fina- listarnir nevnliga frídag undan finaluni sum verður leikt 2. juli. So tað ber til bæði at telva og síggja fót- bóltsfinaluna. Eru spurningar, er møgu- leiki hjá tær at vitja heima- síðuna www.sam-teld.fo/ talv, og síðani klikka á Talv- tos, har møguleiki er seta spurningar og kjakast. GM kappingin í heyst Nú er greitt, at stóra altjóða GM kappingin í oktober verður veruleiki. Talvsam- bandið hevur bíðað eftir svari frá Norðurlendska ráð- harraráðnum um fíggjar- ligan stuðul, og svarið varð positivt. Manningin í kappingini verður ein góður blandingur av sterkum stórmeistarum, ungum altjóða meistarum og síðani tíggju teir fremstu føroysku telvarnir. Fyri teir føroysku telva- rnar er kappingin ein sera góð upphiting til OL, sum byrjar seinast í oktober má- naða í Turkalandi. Telvað verður í Norður- landahúsinum í døgunum 6 - 14. Oktober undir leiðslu FM snarkapping 1. juli Talv: Leygardagin 1. juli verður stór FM snarkapping í Kommunuskúlaskálini. Sera góðar peningavirðislønir verða givnar av altjóða talvdómarinum og dananum Mogens Nielsen. John Arni í Svøriki Føroya besti telvari í løt- uni John Arni Nilssen, hevur luttikið í einari IM kapping í Stokkholm. Níggjunda og seinasta umfar varð telvað sunnu- dagin. John Arni hevur hevur havt eitt sera gott ár 2000 tá talv viðvíkur. Hann hevur otað seg framum John Rødgaard og Heina Olsen í rating og er tí nú nummar eitt á ratinglist- anum í Føroyum. Kravið at ogna sær IM norm í Stokkhólmi varð seks stig av níggju møgu- ligum, men hendan vón brast skjótt hjá John Arna. Hann fekk nevnliga bert eitt stig burturúr fimm teimum fyrstu talvunum. Men John Arni er treiskur av lyndi, og tað prógvaði hann við at vinna trý tey næstu talvini og fekk so- statt fýra stig til hølvdar undan síðsta umfari. Sera flott komið aftur. John Arni møtti vinna- ranum av kappingini, Rasmus Skytte úr Århus í síðsta umfarinum og tapti, men sum heild ein rími- liga góð kapping hjá John Arna og vónandi fleiri av tí slagnum í framtíðini. Sum nakað nýtt, verður í ár skipað fyri serstakari kapping í snartalvi Kappróðurin Í mikudagsblaðnum hava vit stóra frásøgn frá kappróð- rinum á eystanstevnu Næsti FM-róðurin á árinum varð rógvin í Runavík, har eystanstevna var um viku- skiftið. Sum vanligt, varð talan um nakrar sera spennandi róðrar, meðan aðrir sjálv- andi ikki vóru eins spenn- andi, og serliga gjørdi hetta seg galdandi hjá 5-manna- førunum hjá dreingum, og 6-mannaførunum hjá kvinnunum. Millum mest merkisverdu úrslitini var, at Nóls- oyingruin eftir at hava verið fleiri ár í dvala aftur varð ovast á sigursskamlinum. Lesið stóru frásøgnina frá eystanstevnuróðrinum í mikudagsblaðnum. Tannleyst í Fuglafirði 2. deild: Dysturin millum ÍF og EB/Streym, verður ikki varðveittur í hugaheiminum fyri undirhaldandi fótbóltsspæl JÁKUP MØRK ÍF-EB/Streymur 0-0 Líkindini fyri einum spenn- andi dysti millum tvey av ovaru liðunum í deildini vóru góð, tá ÍF tók móti gestunum úr Sundalagsleið- ini leygardagin. Bæði liðini hava higartil í ár staðið seg rættuliga væl í deildini. Serliga fyri EB/ Streym hevur hetta veirð eitt sindur óvæntað, tí nógvir ungir leikarar í ár eru kom- nir á liðið, meðan Fuglfirð- ingar sum niðurflytarar úr bestu deildini, mugu rok- nast til favorttarnar at vinna beinleiðis uppflytingar- sessin. Einki bit í Sum so mundi spæli heldur ikki vera av eini leið leyg- ardagin. Sum skilst, royndu bæði liðini meginpartin av tíðini at spæla bólt, heldur enn at sparka bólt. Trupulleikin var tó, at meðan tað ofta sá vakurt út, tá spælt varð niðan eftir vøllinum, so gekk upp- spælið alt ov seint fyri seg, soleiðis at verjurnar høvdu alt ov góða tíð at umstilla seg. Tilvildin ráddi Eitt sindur sigandi fyri dyst- in, so vóru at kalla eingir málmøguleikar í teir 90 minuttirnar. Gestirnir vóru tó nær við, tá Jón Sigurd Gleiðsheygg skallaði beint við síðuna av eftir hornaspark, meðan fuglfriðingar tað einu ferð- ina høvdu eitt drønandi langskot, sum helst hevði spílað meskararnar út, um tað rakti málið. Sostatt vóru næaskastu royndirnar heldur úrslit av tilvild enn málsóknum spæli, og alt í alt var tað í lagi, at dysturin endaði mál- leysur. ÍF skal nú vinna Úrslitið hevur sjálvsagt við sær, at liðini bæði fingu eitt stig í part, og mett út frá fortreytunum, munnu teir hja EB/Streymi helst vera betri nøgdir um hetta. Í øllum førum kann ikki roknast við nógv meira enn einum stigi, tá farið verður til Fuglafjarðar, og sostatt hevur úrtøkan í hesum før- inum verið nærum optimal. Fuglfirðingar mistu hin- vegin enn eitt týdningar- mikið stig, hjá teimum er nú umráðandi, at nakrir sig- rar verða fingnir til høldar. Oddaliðið, TB, er nú heili fimm stig framman fyri fuglfirðingar, og ansaast má eftir, at hetta ikki økist enn meira, áðrenn farið verður í summarfrí. Komandi vikuskifti eigur ÍF torføran útidyst móti næstbesta liðnum hjá HB, og her má kravið til fugl- firðingar vera trý stig. EB/Streymur skal tá á heimavølli royna seg móti NSÍ, sum higartil hevur staðið seg sera væl. Vinnur heimaliðið tann dystin, mugu teir av álvara metast sum aktuellur partur í oddastríðnum, um enn tað er ein kanska óvæntað lut- tøka í hesum, sum talan tá verður um.