Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Børn skulu sleppa at spæla Føroysk børn skulu ikki einans sita framman fyri telduni og sjónvarpinum, men eisini vera úti og spæla. – Børn skulu skreiða, standa á rulliskoytum og sleppa at spæla. Tað er í spæli, tey mennast allarmest, sigur Hjørdis Johansen. Í farnu viku vann hon Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri tað arbeiðið, hon ger fyri børn og ung á Dramaverkstaðnum Rannvá G. Fossaberg – Hetta er fantastiska fløvandi, og eg eri púra ovfarin, at tey hava valt meg. Tað eru jú so nógv onnur, sum gera eitt gott ar­beiði fyri børn og ung, sigur 63 ára gamla Hjørdis Johansen, sum hós­dagin í farnu viku fekk Barna­ mentanarheiðurslønina frá Tórs­ havnar Býráð. Í grundgevingini stend­ur mill­ um annað, at »Við dirvi og dugna hevur hon gjørt leik­listagreinina fródliga og for­vitnis­liga hjá okkara børnum og ungu. Við hepnari hond, hegni og sínum bragd­liga lyndi hev­ur Hjørdis Johansen givið lista­verk­staðnum sín ser­kenda dramadám í tónleiki og sjónleiki bæði úti og heima.« Nú Dramaverkstaðurin hevur 15 ár á baki, hava útvið 600 børn og ung í styttri ella longri tíðar­ skeið fingið frálæru innan drama og sjónleik. – At síggja hvussu børnini broyt­ast, tora betur og veruliga menn­ast sum persónar ger, at eg tími mítt arbeiði og síggi, hvønn týdning tað hevur fyri hesi børn­ ini, sigur Hjørdis Johansen, sum sjálv saknaði eitt tilboð sum Drama­verkstaðin, tá hon var barn og hevði stóran áhuga fyri sjón­leiki. Skrivaði leik í 5. flokki Børnini og tey ungu, sum fáa frá­læru innan drama og sjónleik á Drama­vekstaðnum, læra við at spæla ymisk spøl og at spæla leik­ir fyri hvørjum øðrum. Fyri Hjørdis Johansen hevur spæl ein týð­andi leiklut. – Børn skulu skreiða, standa á rulli­skoytum og sleppa at spæla. Tað er í spæli, tey mennast allar­ mest, sigur Hjørdis Johansen og heldur fram: – Sum barn spældi eg nógv, og tá meini eg ordiliga nógv. Eg var eisini nógv úti, kanska serliga tí eg hevði ring bindindi og kláraði illa at sita still, sigur Hjørdis Johansen, ið vil lýsa seg sjálva sum ein orkuríkan persón. Longu frá barns­beini dámdi henni at spæla sjónleik. – Tá eg gekk í 5. flokki skrivaði eg mín fyrsta leik og fekk flokks­ felagarnar at spæla við í leikinum. Minnist meg rætt, bleiv tað tó ongan­tíð til nakra sýning, tá alt kom til alt, fortelur Hjørdis Johansen og flennir. Tá hon var 13 ára gomul hevði Eyðun Johannsen undirvísing í drama og sjón­leiki, men tá var Hjørdis Johansen tíverri ov ung at fylgja undir­vísingini. – Eg minnist væl, hvussu eg ynskti at sleppa til dramalæru hjá Eyðuni, men tað var bert ætlað ung­um, og eg var bara 13 ár og í so ung, sigur Hjørdis Johansen og legg­ur afturat: – Tá eg í 1997 byrjaði Drama­ verkstaðin var tað millum annað tí, at eg mintist aftur á ta tíðina, tá eg sjálv ynskti at læra at spæla sjón­leik, men einki tílíkt tilboð var, greiðir Hjørdis frá. At tørvur var og framvegis er á einum til­ boði um frálæru í drama og sjón­leiki, vísir næmingatalið hjá Drama­verkstaðnum. – Longu frá fyrsta degi komu nógv børn á Dramaverkstaðið. Hóast talið á næmingum hesi 15 ár­ini hevur verið svingandi, haldi eg meg kunna siga, at tað eru nógv børn í Føroyum, ið eru áhug­að í sjónleiki, sigur Hjørdis Johansen, sum hvørt ár hevur mill­um 80 og 100 næmingar á Drama­verkstaðnum. X-Factor mentanin ávirkar Nógv er broytt, síðani Drama­verk­ stað­urin læt hurðarnar upp fyri fyrstu ferð í 1997. Eisini børn og ung eru annarleiðis í dag saman­ borið við fyri 15 árum síðani, held­ ur Hjørdis. – Onkursvegna haldi eg, at børn­ini tá hvíldu betur í sær sjálv­ um og vóru róligari, sigur Hjørdis Johansen. Hon sigur seg kunna merkja, at X-factor mentanin við upptøkuroyndum ávirkar børn og ung. – Tað, at tey síggja ymsar kapp­ ingar so sum X-Factor í sjónvarpi, hevur avgjørt eina ávirkan. Tey fáa eitt annað forhold til tað at traðka fram á ein pall. Tað verið seg bæði positivt og negativt, greið­ir Hjørdis Johansen frá. Hon heldur, at sendingar sum X-Factor kunnu kveikja dreymar hjá børn­um, og tað dámar henni væl. – Tað góða er, at børnini hyggja eftir sendingunum og kunnu spegla seg í teimum vanligu per­ són­unum, sum luttaka. Á tann hátt kunnu tey droyma og fáa eina »hatta vil eg eisini« -kenslu. Tí haldi eg, at upptøkuroyndir eru góðar. Tá fáa øll møguleika at vísa, hvat tey duga, sigur Hjørdis Johansen, sum tó við­gong­ur, at henni ikki dámar viðferðar­hátt­ in av teimum, sum ikki megna at koma víðari í hesum ymsu talent­ kappingunum í út­land­inum. – Ofta verður farið rættiliga illa við taparanum, tað vil siga per­sóninum, ið ikki klárar seg líka væl sum onkur annar. Tann part­in dámar mær als ikki, tí tað kann heilt einfalt kvala tey, sum ikki tora best og eru smæðin. Tað eru ikki øll, sum eru egnað til upp­ í meldrinum – Tá vit hava verið uttanlands við onkrum leiki, verða føroysku børnini róst upp um skýggja, tí tað liggur so væl fyri hjá teimum at spæla sjónleik, hóast tey ikki eru serliga gomul