Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 í meldrinum FAKTA Hjørdis Johansen Aldur: 63 ár Bústaður: Tórshavn Útbúgvingar: Námsfrøðingur á DBU í 1971 Master í Drama og Teater Pædagogik í 2011 tøkuroyndir, men tey kunnu hava talent fyri tað. Hygg bara eftir Dirch Passer, sum í veruleikanum var smæðin, men sum hóast tað var eitt stórt talent innan sjónleik, sigur Hjørdis Johansen. Útlendingar ovfarnir um børnini Trý ár eftir at Dramaverkstaðurin varð settur á stovn, varð farið á fyrstu uttanlandsferðina við ein­ um sjónleikarabólki. Síðani hevur onkur bólkur verið uttanlands og framført føroyskan sjónleik á hvørjum ári. Tað at fara út um landoddarnar er ógvuliga menn­ andi og læruríkt fyri ungu leikar­ arnar. Bæði áðrenn, ímeðan og aftan á ferðuna. – Tað er ikki bara sum at siga tað at skula framføra ein leik á føroyskum uttanlands. Í veru­leik­ anum er tað ein stór avbjóðing fyri leikstjóran og leikararnar, tí tá ræður tað í størri mun enn vanligt um at kunna fortelja søguna við millum annað kropsmáli, tí út­ lendingarnir skilja jú ikki tað, ið verður sagt á føroyskum á pall­ inum, greiðir Hjørdis frá. Næm­ingarnir hjá Hjørdis hava fram­ført fyri øðrum børnum í eitt nú Svøríki, Týsklandi, Finlandi, Russ­landi og á Cuba. Allastaðni verða tey væl móttikin og koma heim­aftur við eini rúgvu av rós­ andi orðum. – Tá vit hava verið uttanlands við onkrum leiki verða føroysku børnini róst upp um skýggja, tí tað liggur so væl fyri hjá teimum at spæla sjónleik, hóast tey ikki eru serliga gomul, sigur Hjørdis og leggur afturat: – Útlendskir leikstjórar gerast púra ovfarnir, tá eg fortelji, hvussu nógv fólk búgva í Føroyum. Teir halda tað vera fantastiskt, at vit í ein­um landi við so einans 50.000 íbúgv­um kunnu hava so nógv gávurík børn innan leiklistina, sig­ur Hjørdis. Sjálv hevur hon eitt boð uppá, hví vit hava so nógv gávurík børn innan sjónleik, tón­ leik og myndlist í Føroyum. – Tað hevur kanska nakað at gera við, at føroysk børn spæla nógv og hava tað sum heild gott. Tað kveikir ein kreativitet, haldi eg. Ynskir drama­ skúla í Føroyum Hóast tað ikki eru øll, sum hava gingið á Dramaverkstaðnum, ið velja at fara víðari við sjón­leik­ inum, tá tey gerast eldri, so fegn­ ast Hjørdis um, at tað eru fleiri av hennara næmingum, sum í løtuni eru í ferð við at útbúgva seg innan sjónleik. – Sjálvandi er tað stuttligt, tá eg frætti um onkran av mínum næmingum, sum er farin at í holt við onkra útbúgving innan leiklist. Longu nú er tað eisini onkur,ið hevur gingið hjá mær, sum fyri so vítt livir av sjónleiki í dag, og tað er fantastiskt, sigur Hjørdis og vísir á, at tað eisini eru nógv, sum arbeiða innan leiklist óbeinleiðis. – Tað eru so ótrúliga nógv fólk, sum verða sett í sving, tá ein stórur leikur skal setast upp. Ofta verður bara hugsað um leikstjóra og leikarar, men har eru eisini fólk, ið gera ljós og ljóð, pallsmíð, smyrsl, seymikonur taka sær av bún­um, onkur skal syrgja fyri PR og atgongumerkjasølu og so fram­vegis, so ein stórur sjónleikur aktiverar nógv fleiri fólk, enn vit vanliga geva okkum far um, sigur Hjørdis. Hon dylir ikki fyri, at tað til tíðir er møtimikið at arbeiða við leiklist í Føroyum og at hava Drama­verkstaðin. – Tað er strævið við teimum trongu fíggjarligu karmunum og um­støðurnar kundu verið nógvar ferðir betri, og her hugsi eg ikki bara um Dramaverkstaðin, men um leiklist í Føroyum sum heild, sigur Hjørdis, sum hóast trongar fíggjar­ligar karmar hevur visjónir fyri Dramaverkstaðin. – Tað hevði verið frálíkt, um eg kundi sett onkran før­oy­ing, sum er útbúgvin sjón­leik­ari, í eitt hálvtíðarstarv á Drama­verk­stað­ num. Sum nú er brúki eg nógva tíð upp á pappírarbeiði, sum fylgir við einum slíkum Drama­verk­ staði, umframt at eg undirvísi børn­um og ungum, sigur Hjørdis, sum fær hjálp frá onkrum av børn­unum hjá sær og fyrrverandi næm­ingum á Dramaverkstaðnum at undir­vísa børnum og ungum. – Var onkur professionellur sjón­leikari ella dramalærari til at undirvíst, kundi eg eisini brúkt meira tíð upp á eitt nú at fram­ leiða nýtt tilfar, skriva leikir og so framvegis, greiðir Hjørdis frá sam­ stundis sum hon fortelur um ein framtíðardreym, sum hon vónar gerst veruleiki. – Eg droymi um, at vit fáa eina dramaskúla í Føroyum. Ein skúli, sum virkar eftir sama leisti sum eitt nú Tórshavnar Musikkskúli. Í mínum høvdi er tað als ikki ein ómøguligur dreymur, men nú fáa vit at síggja, sigur Hjørdis og smílist. rannva@sosialurin.fo Myndir: Heinesen Myndir