Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Hesi næstu árini fara heili 1346 fólk at detta úr ALS skipan­ini. Tað vísir ein framrokning, sum ALS hevur gjørt. ALS hevur talt, hvussu nógv fólk eru farin úr skipan­ ini síðani 2009 og síðani hava tey eisini mett um, hvussu nógv fara at detta úr skipan­ ini hesi næstu árini til 2015. Uppgerðin vísir, at í 2009- 2011 duttu 166 fólk úr ALS. Men vandi er fyri, at støð­ an verður nógv verri hesi næs­tu árini. ALS metir nevniliga, at í ár fara 178 fólk at detta úr ALS. Samstundis fara heili 429 fólk at detta úr skipanini í 2013 og 580 fólk í 2014. Har­ aftur­at verður mett, at 159 fólk detta úr ALS í 2015. Tilsamans eru tað sostatt 1.346 fólk, sum detta úr ALS hesi næstu árini til. Tá ið ALS hevur gjørt støðu­na upp, hava tey talt øll tey við, sum eru í skipanini. Síðani hava tey hugt eftir, hvus­su nógvar dagar, tey hava brúkt og nær tey so hava brúkt allar sínar 648 dagar. Tí skal hetta avgjørt tak­ ast við fyrivarni, tí nógv kann henda, sum broytir støðu­na. Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, vísir á, at styttri ein er í ALS, størri er møguleikin fyri at fáa arbeiði. - Tað vísa allar royndir, vit hava gjørt okkum. Royn­d­ir­ nar vísa eisini, at møguleikin fyri at fáa arbeiði, minkar rætti­liga nógv eftir eitt ár í arbeiðsloysi, tað vísa tær roynd­ir, vit hava. Men so vísir tað seg, at tá ið tíðin nærkast, at fólk fara úr skipanini, tí tey hava brúkt allar sína dagar, leggja tey nógv meiri fyri at fáa ar­beiði og ofta eydnast tað eisini. - Royndirnar vísa, at nógv fáa arbeiði áðrenn tey brúka allar dagarnar, sigur Ernst Jacob­sen. Hann væntar eisini, at nøkur av hesum, sum nú standa fyri at fara úr skipan­ ini, fáa arbeiði, áðrenn tey detta úr skipanini. Nógv langtíðar­ arbeiðsleys Hinvegin vísir tøl hjá ALS somu­leiðis, at tað eru eisini rætti­liga nógv fólk, sum ganga arbeiðsleys leingi. Uppgerðin vísir, at næst­ an tveir triðingar av teimum arbeiðsleysu, eru arbeiðsleys í meiri enn eitt hálvt ár og meiri enn ein triðingur er ar­ beiðs­leysur í meiri enn eitt ár. Tey, sum eru arbeiðsleys í meiri enn seks mánaðir verða mett at vera lang­tíð­ar­ arbeiðsleys. Hinvegin eru tað bara 7%, sum ganga arbeiðsleys í styttri enn ein mánað. Men tað kann staðfestast, at alt fleiri og fleiri eru lang­ tíðar­arbeiðsleys og at talið er javnt vaksandi. Í Januar í 2008 vóru tað útvið 40%, sum vóru lang­ tíðar­arbeiðsleys, men nú eru tað altso 62%, ella heili 879 fólk. Og í dag er talið á lang­ tíðar­arbeiðsleysum tað størsta í hvussu so er hesi sein­astu fýra árini. Fá ung Tað eru mest tey tilkomnu yvir 40 ár, sum eru lang­tíðar­ arbeiðs­leys, men tað eru eisini nøkur blaðung. Men tey blaðungu eru ikki nógv í tali, tí tað eru bara 45 ung undir 20 ár, sum ganga fyri einki. Kortini vísa tølini, at 248 ung undir 26 ár eru ar­beiðs­ leys. Hinvegin ivast stjórin held­ur ikki í, at tað eru í hvus­su so er nøkur ung, sum ikki eru í ALS, hóast tey í veruleikanum eru arbeiðs­ leys. Talan kann vera um ung, sum búgva heima hjá foreldrunum og sum ongan­ tíð hava arbeitt og sum so­statt onki grundarlag hava fyri at fáa útgjald og sum tískil heldur ikki eru í skipan­ini. - Hóast hetta er eitt stórt Seinastu tvey árini eru 366 arbeiðsleys flutt av landi­ num. Tað vísir ein uppgerð, sum ALS hevur gjørt. Uppgerðin umfatar 3577 fólk, sum hava verið í ALS síðani 1. januar í 2011 og ALS hev­ur gjørt upp, hvat varð av teim­um, tá ið tey fóru úr ALS. Uppgerðin er gjørd so­ leiðis, at ALS hevur kannað eftir, hvørjum v-tali, ella ar­ beiðs­gevaratalið, tey hava fing­ið sína fyrstu løn frá, eftir at tey fóru úr skipanini. Uppgerðin vísir, at næstan helvt­in, ella 1721 fólk, hava fing­ið arbeiði hjá tí privata. Annars hava 456 fólk fing­ ið útgjald frá ALS, men hetta er av tekniskum áðum, tí talan er um fólk, sum hava átt útgjald til góðar frá ALS hó­ast tey annars eru farin úr skipan­ini. ALS metir, at ein fittur partur av hesum er farin í ar­beiði, men annars eru tey býtt sundur ímillum allar hin­ar bólkarnar. Annars hava 339 fólk fing­ ið aðrar lønir frá tí almenna, helst er talan um fólk, sum hava fingið almenn størv. Sostatt er talan um áleið 2100-2200 fólk av teim­um 3577, sum eru við í upp­gerð­ini, sum hava fingið arbeiði, ant­in privat ella alment starv. Hvagar fóru tey 3.577? 1.721 456 374 366 339 88 88 83 45 9 8 Arbeiði ALS Forsorg Farin av landinum Føroya Gjaldstova Barsilsskipanin AMEG Dagpengar Avlamispensjón Barnapengar Uppihaldspeningur Hetta talið vísir, at ALS hevur prógvað sítt virði 366 flutt Hendan talvan vísir, hvar tey 3577 fólkini, sum hava verið í ALS síðani 1. januar í 2011, eru farin. Nógv tey flestu, næstan 2100-2200, hava fingið arbeiði, antin í privatu vinnuni ella hjá tí almenna Yvir 1300 arbeiðsleys detta úr ALS ALS Hesi næstu árini fer nógv fólk at detta úr ALS skipanini og eydnast tað ikki at útvega teimum arbeiði, fara tey undir Almannastovuna 24 31 111 178 210 - 100 200 300 400 500 600 700 2009 2010 2011 2012 Detta úr ALS Hendan talvan vísir, hvussu nógv fólk detta úr ALS í næstum. Tølini fyri 2009, 2010 og 2011 eru staðfest. Teir gráu stabbarnir fyri í ár, og næstu árini, eru metingar, men teir gulu stabbarnir eru nýggjar metingar, har ein partur av 2012 er staðfestur