Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tað kann henda, at tað verður neyðugt broyta inn- og útgjald í ALS skipanini næsta ár. Tað staðfestir Alfred Peter­sen, sum er formaður í stýrinum fyri ALS. Hann ásannar, at higar­ til í ár er arbeiðsloysið nógv minkað. Hann ásannar eisini, at nógva­staðni eru útlitini ikki so galið. Eitt nú hugsar hann um uppsjóvarvirkið á Tvør­ oyri. - Í løtuni eru 1200 arbeiðs­leys í ALS, men tá ið ringast stóð til fyri ein­um sløkum ári síðani í novem­ ber í fjør, vóru tey 2000 í tali. Men hóast talið er minkað, hevur arbeiðsloysi kanska verið 1400-1500 fólk í miðal hetta seinasta árið. - So hóast gongdin er beint nú, at meiri verður gold­ið í skipanina, enn tað verð­ur goldið úr henni, verð­ur framvegis talan um stórt hall í ár, leggur hann aftur­at. Men hvussu stórt hallið verð­ur, dugur hann ikki at siga beint nú. - Spurningurin er eisi­ni, hví arbeiðsloysið er mink­ að og um talan er um eina var­andi minking ella ikki. Alfred Petersen sigur, at seinni í ár fer stýrið fyri ALS at meta um støðuna og at meta um, antin tørv­ ur er á at endurskoða skipan­ina. Trýstið minkað Ernst Jacobsen, stjóri í ALS sigur, at, arbeiðsloysið er minkað nakað og tað lættir trýst­ið á henni. Tað merkir, at í ár verður hallið ikki 140 milliónir, sum væntandi var, sum tað sá út við ársbyrjan. Nú verður mett, at hallið í ár verður onkustaðni beint undir 100 milliónum. Sostatt er enn ikki sam­ svar ímillum inngjald og út­gjald, so hesaro gongdini kann ALS ikki liva við í longd­ini. Ernst Jacobsen sigur, at arbeiðsloysið skal nið­ur á eini 800 fólk, áðrenn javn­ vág er ímillum inngjald og út­gjald. Hendan talvan vísir gongdina í arbeiðsloysinum frá 2010 til nú. Talvan vísir, at í løtuni eru 1200 arbeiðsleys. Men grái skuggin omanfyri vísir, hvussu nógv fáa forsorgarhjálp frá Almannaverkinum vegna arbeiðsloysi. Sostatt ber til at siga, at veruliga arbeiðsloysið er toppurin á tí gráa skugganum, ella yvir 1400 fólk nú í september, men í 2011 var tað eitt skifti omanfyri 2200 fólk. Uppeftir stendur talið á arbeiðsleysum og á teimum, sum fáa forsorgarhjálp. Tølini vatnrætt sipa til útgjaldsskeiðið. ALS rindar út 14. hvønn dag, so tað eru 26 útgjald í einum ári. Fyrsta talið 01-10 vísir sostatt til 1. útgjaldsskeið í 2010 og tølini 15-12 sipa til 15. útgjaldsskeið í 2012 Kanna útgjald og inngjald seinni í ár ALS Hóast arbeiðsloysið er minkað, kann tað henda, at útgjald og inngjald mugu endurskoðast, sigur formaðurin í stýrinum fyri ALS Hóast gongdin er beint nú, at meiri verður goldið í skipanina, enn tað verður goldið úr henni, verður framvegis talan um stórt hall í ár av landinum Annars hava 88 farin í barsil­s­skipanina og somu­ leið­is hava 88 fólk hava eru farin undir Samhaldsfasta, tvs. at tey eru pensjónerað. Annars hava 83 fólk fingið dag­pengar, 45 hava fingið avlamispensjón, 9 fingu barna­pengar og 8 fingu uppi­ halds­pengar. Fóru av landinum Men so er eisini ein bólkur uppá 366 fólk, sum eru farin beint av landinum, tá ið tey fóru úr ALS. Hetta er eitt tal, sum stjór­ in í Als, Ernst Jacobsen, er rætti­liga væl nøgdur við. - Vit vita ikki rættiliga, hví hesi fólkini eru farin av landi­num, um tey eru farin at ar­beiða ella í lestrarørindum, sig­ur hann. Men undir øllum um­ støðum er hetta eitt lítið tal, leggur hann afturat. - Hetta talið vísir, at ALS hev­ur prógvað sítt virði og hev­ur víst í verki, at talan er um eina góða skipan, sum stabili­serar samfelagið. - Hetta talið vísir av ál­vara, hvørjar dygdir ALS skipan­in hevur, leggur hann aftur­at - Fólk rýma ikki longur úr Før­oyum undan arbeiðs­loys­ i­num, sum tey gjørdu undir fyrru kreppuni í nítiárunum, tá ið eini 6000 fólk fluttu av landi­num. Tá ið fluttu fleiri túsund fólk av landinum upp á stutta tíð, men stjórin í AlS held­ur, at vit eiga at fegnast um, at vit onki hava sæð til ta ræðu­myndina hesuferð. Ikki rýmd Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri ALS, er samdur - Fyri tað fyrsta haldi eg, at tað er eitt lítið tal, at 366 fólk eru farin av landinum. Saman­ bera vit við kreppuna fyrst í nítiárunum, fóru fleiri túsund av landinum og kortini høvdu vit eitt arbeiðs­loysi upp á 25%, sigur hann. - Spurningurin er eisini, hvat tey eru farin uttanlands til. Eru tey farin uttanlands í lestrar­ørindum, er tað ikki vist, tað er so vánaligt. Alfred Petersen er kortini sann­førdur um, at tey eru ikki rýmd úr Føroyum í eina arbeiðs­loysisskipan, sum er betri enn tann føroyska. - Vit hava eina arbeiðs­ loys­is­skipan, sum ikki stend­ ur aftanfyri tær í okkara grannalondum, so tað er ikki orsøkin, sigur Alfred Pet­er­ sen. tal, er tað framvegis so, at ung­dómsarbeiðsloysið í Før­ oyum er væl minni enn í øðr­ um londum rundan um okk­ um, staðfestir stjórin í ALS. Tølini hjá ALS vísa, at heili 48% av teimum arbeiðsleysu gentunum undir 20 ár, hava ver­ið arbeiðsleys í meiri enn seks mánaðir og í miðal hava tær longu brúkt 191 dagar í ALS. Hinvegin hava 45% av arbeiðs­leysu dreingjunum 20 ár, verið arbeiðsleysir í meiri enn seks mánaðir og teir hava brúkt 147 dagar í ALS í miðal. Kortini vísir Ernst Jacob­ sen á, at tað hevur stóran týdn­ing at seta kikaran á tey ungu, tí tey hava eitt langt lív fyri sær og skulu helst ikki ganga fyri einki ov leingi við vanda fyri at koma í ringar van­ar. Hinvegin hava tilkomnar kvinn­ur yvir 60 ár, verið í ALS í 500 dagar í miðal og ar­beiðs­leysu menninir hava brúkt 454 dagar í skipanini ALS ger tó vart við, at summi av teimum lang­tíðar­ arbeiðsleysu hava smávegis arbeiði inn ímillum. Ongin munur á Annars vísa tølini hjá ALS, er tað er at lítil og ongin mun­ ur á fólki við útbúgving og teimum, sum onga út­búg­v­ ing hava. Uppgerðin vísir, at - Tað er rættiliga javnt, hvussu nógvar dagar,teir ymsu samfelagsbólkarnir eru í ALS, vísa tølini hjá skipan­ini. - Tey, sum onga útbúgving hava, hava verið í ALS í 351 dag­ar í miðal og tey, sum hava hægstu útbúgving, ella kanditatútbúgving, hava verið í skipanini í 365 dagar í miðal og tølnii ligg­ja har á leið, sama hvat út­búgv­ingar­ stigið er. Kortini heldur Ernst Jacobsen, at tað eigur avgjørt at vera ein stórur fyrimunur at hava eina útbúgving, tí tað er lættari at fáa eitt arbeiði, har ein er yvirkvalifiseraður til, um tað so bara er fyribils, enn at fáa eitt arbeiði, ein ikki er skikkaður til. Tí hevur ALS seinastu tíð­ ina lagt sera stóran dent á at før­leikamenna arbeiðsleys við tilboðum heilt frá skeið í lesing fyri orðblind, kvøld­ skúla og skúla annars til, skeið­um á tekniska skúla og undirvísing til at taka 9. og 10. Flokk, fyri at nevna annað. Samstundis hava vit havt fólk í starvsroynd í vakstr­ ar­húsinum í Vágum og á skótadeplinum á Sela­trað, har tey kunnu gera mein­ ings­fult arbeiði, sum kortini ikki er í kapping við aðrar fyri­tøkur. 429 580 159 530 2013 2014 2015 øll í arbeiði ella útbúgving Arbeiðsloysi – 2010 til í dag 1.000 1.200 1.400 1.600 1.800 2.000 2.200 01-10 04-10 07-10 10-10 13-10 16-10 19-10 22-10 25-10 02-11 05-11 08-11 11-11 14-11 17-11 20-11 23-11 26-11 03-12 06-12 09-12 12-12 15-12 pt øll í arbeiði ella útbúgving