Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fólk, sum hava útbúgving, eru líka hart rakt av ar­ beiðs­loysi sum tey, ið onga útbúgv­ing hevur. Tað vísir ein uppgerð hjá ALS. Hetta stendur annars í skerandi andsøgn til tað van­ ligu fatanina. Vit hava nevniliga leingi fingið upplýst, at 80% av teim­um arbeiðsleysu eru fólk við ongari útbúgving. Men nú er ALS komið eftir, at tað hesin parturin av hag­tøl­unum hevur ikki verið rætt­u­r. Nýggjasta, og eftirfarandi upp­gerðin, vísir, at veruliga støðan er tann, at 623 arbeiðs­leys, ella 48% av teim­um arbeiðsleysu, hava onga útbúgving, og at 684 arbeiðs­leys, ella 52%, hava út­búgv­ing. Í so máta má so bara stað­ fest­ast, at hvat arbeiðsloysi um­ræður, er ikki so vist, at út­búgving er nakar fyri­ mun­ur Samstundis vísir upp­ gerðin, at tað er lítil og ongin munur er á, hvussu leingi tey við útbúgving og tey við ongari útbúgving, eru ar­ beiðs­leys. Men kortini heldur Ernst Jacob­sen, at tað lættari hjá fólki at fáa arbeiði, tí tey hava størri úrval at velja ímill­um enn tey, sum onga út­búgv­ing hava. ­ Tey, sum koma skjótast í arbeiði, er tey, sum lítla og onga útbúgving hava, men tey, sum hava tær bestu út­ búgv­ing­arnar, kandidátar av lærum háskúlum, eru tey, sum eru arbeiðsleys longst. Av teimum, sum hava út­búgving, eru tey flestu ar­beiðsleysu, fólk við mið­ náms­útbúgvingum, tey eru 44% og 30% hava yrki­s­út­ búgv­ingar. Hetta eru helst eisini størs­tu bólkarnir av fólki. Men so eru tað heili 18% av teimum arbeiðsleysu, sum hava miðallangar út­búgv­ing­ ar og 8% hava hægri út­búgv­ ing. Verður hugt eftir hægri út­búgv­ingum, gongst mest stril­ti hjá cand scient, cand merc og arkitektum at fáa ar­beiði og hjá teimum við miðal­long­um útbúgvingum eru tað fólkaskúlalærarar, náms­frøðingar og sjúkra­ røkt­ar­frøðingar, sum eru harð­ast raktur av arbeiðs­ loysi. Og hjá teimum við styttri hægri útbúgvingum, eru tað mer­ko­nomar, laborantar, aka­demi­økonomar og fiski­ vinnu­tøkningar, sum hava ring­ast við at fáa arbeiði. Men hjá teimum við yrkis­ útbúgvingum, eru tað ser­liga fólk við skriv­stovu­út­búgv­ ing í byggivinnuni og í mat­ stovuyrkinum, sum eru ring­ ast fyri. Bara fólkaskúlan Verður hinvegin hugsað um tey ungu er tað meiri enn helvtin av teimum arbeiðs­leysu, sum bara hava fólkaskúlan, men næst­an ein triðingur hev­ur miðnámsútbúgving og 9% hava miðallangar hægri út­ búgv­ingar ella yrkis­út­búgv­ ing. Helvtin hevur onga útbúgving ALS Næstan helvtin av teimum arbeiðsleysu hevur onga útbúgving Útbúgvingar 684; 52% 623; 48% Útbúgving Onga útbúgving Higartil hevur verið sagt, at eini 80% av teimum arbeiðsleysu eru fólk við ongari útbúgving. Men tann uppgerðin hjá ALS hevur ikki verið røtt. Veruleikin er, at størra helvtin av teimum arbeiðsleysu eru fólk við útbúgving. Tá ið arbeiðsloysi umræður, er tað ikki treytaleyst ein fyrimunur at hava útbúgving Hvat arbeiðsloysi umræður, er ikki so vist, at útbúgving er nakar fyrimunur