Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Mánanáttina hevði Tjóð­pall­ ur Føroya í Tórsgøtu vitjan av óbodnum gestum, sum høvdu sloppið sær inn í salin við einum fyri eyga: at oyði­ leggja alt, teir fingu hendur á. Og tað eydnaðist teimum væl. Stórur skaði Tað, sum gerningsfólkini lótu eftir sær, vóru kostnaðar­ miklir skaðar. Leikbúnar vórðu skræddir, virðismiklir dúk­ar somuleiðis skræddir, gólv­ið fekk stóran vatnskaða eftir at tey høvdu spælt sær við vatn­slangu og kanska tað, sum var dýrasti umgangurin, var, at ljós-skipanin er púra oyðiløgd. Við ómaki høvdu ófriðarkropparnir kutað hvønn einasta kápul av. Um­ framt vatnskaðan er okkurt gólv­bretti eisini rivið leyst. Eis­ini hevði køkurin havt vitjan og har lógu krúss, tallerk­ar og annað knúst á gólv­inum. Bakdyrnar Nógv bendir á, at gernings­ fólkini eru komin inn ígjøgn­ um bakdyrnar, sum eru í køk­ inum aftanfyri sjálva salin. Henda hurðin stóð opin, tá ið starvs­fólk komu til arbeiðis mánamorgunin. Konfetti var spjatt í øll­um salinum. Lutir, sum ann­ars vóru atkomiligir, lógu allir hultur um bultur. Hild­ið var ikki, at nakað var stol­ið, so nógv bendir á, at gernings­ fólk­ini ikki høvdu annað fyri eygað enn at oyðileggja. Bíða í óvissuni Í gjár var tryggingin á stað­ num og gjørdi skaðan upp, men hon hevur tikið lutirnar til sín og skal gera nærri kann­ingar. Tað kemst serliga av at gólvið hevur fingið vatn­skaða, og tað í løtuni ikki er til at siga, um vætan í gamla træ­gólvinum hevur gjørt meiri skaða enn tað sama. Ungdómsleikurin »Tak teg saman!«, sum skuldi fram­ førast á Tjóðpalli Føroya í kvøld, bíðar nú í óvissuni. Á Tjóð­palli Føroya vóna tey, at tey kunnu finna nýggj høli til henda leikin, og at við­kom­ andi hølini eisini hava neyð­ ugu útgerðina. Umfatandi herverk á Tjóðpalli Føroya Herverk Tryggingin er í gongd við at gera skaðan upp á Tjóðpalli Føroya, sum varð framt mánanáttina. Virksemið á tjóðpallinum er nú nógv skert og leita tey sær eftir øðrum møguleikum at framføra leikir Løgreglan hevur funnið fleiri fingramerki, har her­ verkið fór fram. Hesi eru nú send til Danmarkar til kann­ingar. Løgreglan hevur havt úr at gjørt við at kanna málið um herverkið á Tjóðpalli Før­oya, og í tí sambandi hev­ur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, ikki verið til at fingið fatur á. Vakt­havandi kundi tó upp­lýsa fyri Sosialinum, at kann­ingararbeiðið á stað­num kastaði nøkur fingra­merki av sær, sum nú eru send til kanningar í Dan­mark. Roknast kann ikki við, at úrslitini vera tøk fyrr enn um seks vikur. Hetta kemst av at talan eis­ini er um eina roynd at finna DNA. Vandi er fyri, at fingra­ merkini ikki eru tey hjá gerningsfólkunum, men hjá teimum, sum hava havt sína dagligu gongd á tjóð­ pall­inum. Týsdagin gjørdi løg­ regl­an víðari kanningar og spurdi seg eitt nú fyri hjá fólki í grannalagnum, um tey høvdu sæð eitthvørt óregluligt. Politistøðin í Tórs­avn frættir fegin frá fólki, ið hava varnast eitt­ hvørt illgrunakent í tíðar­ bilinum sunnukvøld kl. 20.30 til mánamorgun kl.7 á øk­inum við Tjóðpall Før­ oya í Tórs­gøtu. Politistøðin í Tórs­havn hevur tel. 351448. albinus@sosialurin.fo Hava funnið fingramerki Myndir: Álvur Haraldsen