Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Ein stórur partur av rús­ evnunum, sum koma til Før­oya, verða smuglað við Norrønu úr Danmark. Tað bendir alt á, tí at kalla hvørt grundlógarhoyr, sum hev­ur verið í Føroya rætti í ár, hevur verið nakað eftir, at Nor­røna er komin til landið. Ein, sum dømdur varð í rús­evnismálinum í hinari vikuni segði eisini, at vandin fyri at verða tikin, var minni, tá ið ferðast varð við Norrøn­ un, enn tá ið farið varð um­ vegis flogvøllin í Kas­trup til Før­oya. Í gjár vórðu fýra menn millum 32 og 24 ár í rættinum, skuld­settir fyri at hava smugl­að 200 gramm av hassji til Føroya. Tað vóru tveir danir, sum komu til Føroya við bili mána­morgunin. Teir vórðu hand­tiknir klokkan 14.10, tað vil siga nakað eftir, at teir vóru komnir til Føroya. Sambært ákæruvaldinum høvdu teir fjalt hassjið í eykja­hjóli­num í bilinum. Báðir noktaðu seg í fyrsta umfari sekar. Annar danin varð har­ aftrat skuldsettur fyri fyrr í ár at hava smuglað 200 gramm av hassji til Føroya. Hinir skuldsettu vóru tveir ungir føroyingar, sum ákæru­valdið segði skuldu taka ímóti hassjinum og selja tað í Føroyum. Annar noktaði seg sekan í fyrsta umfari, men hin játt­ aði og valdi at greiða rætti­ num frá. Fyri ikki at ávirka rann­ sókn­irnar hjá narko­politinum, sum hevur ill­gruna um, at aðrir luttakarar í hesi smug­ ling­ini møguliga gan­ga leysir. Hesin maðurin varð eisini skuld­settur fyri at hava keypt eina ókenda nøgd av hassi til egna nýtslu og at hava selt nakað víðari. Nógvur peningur er í handli við rúsevnum. Í Før­ oyum kostar eitt gramm av hassji nú 250 krónur. Brutto­ inn­tøkan av tveimum kilo av hassji hevði tí verið ein hálv millión krónur. Teir báð­ir seljararnir skuldu fáa 10 prosent av søluni, tað vil siga 50.000 krónur. Tosaðu kortini Men eftir at annar før­oy­ ing­urin hevði lagt kortini á borðið, valdu teir báðir dan­ ir­nir at gera tað sama og játtaðu seg sekar. Teir vórðu dømdir seks mán­aða fongsulsrevsing. Teir vórðu latnir leysir, tí teir skulu sita seinni. Føroyingurin, sum játtaði seg sekan, varð eisini latin leys­ur. Hann fekk fýra mán­ aða fongsulsrevsing og skal sum danirnir sita dómin sein­ni. Hin føroyingurin helt fast við, at hann var ósekur. Han­sara varðhaldsfongsling varð long við tríggjr ferðir 24 tím­um. Aftur stórt rúsevnismál Tvey kilo av hassji vórðu fjald í eykahjólinum á bilinum hjá tveimum monnum, sum mánamorgunin komu til Føroya við Norrønu. Tríggir av monnunum hava longu fingið dóm Tillukku - Tillukku - Tillukku - Tillukku - Tillukku - Til Tillukku - Tillukku - Tillukku - Tillukku - Tillukk Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo Tunnilsdagin 29. sep. - opið til kl. 20.00 Hoppiborg & Pylsuvognur BORG, Runavík kl. 11.00 - 14.00 BORG Klaksvík kl. 16.00 - 19.00 SUPER FØÐINGARDAGSTILBOÐ Kaffi og køkur til øll vitjandi Øll eru hjartaliga