Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni, og Bjørg Róin, lærari á Føorya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Tú mennir tín málførleika. Tað hevur alt størri og størri týdning at kunna samskifta á øðrum málum, tí samfelagið er vorðið alt meira fjøltáttað, og tí lond gerast meira bundin at hvørjun øðrum. Tú lærir um ymiskleikan millum mentanir. Tað, sum tú lærir við at búgva í øðrum landi í longri tíð, kallast interkulturel kompetansa. Í stuttum er tað at skilja og virðismeta aðra mentan og ikki máta alt út frá kendum heimligum fortreytum og normum. Tú styrkir tína persónligu menning. Tú er einsamøll/einsamallur í einum fremmandum landi, har bædi mál og mentan er øðrvísi enn tað, tú ert vaksin upp við heima. Tú noydist at byrja av nýggjum sosialt – finna tær nýggjar vinir. Tað er mennandi fyri sjálvsálitið, tá tú sært, at tað ber til. Tú setur eina fakliga menning í gongd. Tú hevur nógv at læra í útlondum – ikki einans á serøkjum. Minst líka so týdningarmikið sum servitan er, at tú fært nýggj sjónarhorn til lesturin. Tú lærir aðrar hættir at tulka tekstir og nýggjar hættir at loysa trupulleikar uppá. Tú fært roynt ævintýrhugin. Ein longsul eftir ævintýrinum, tí ókenda. Ævintýrhugurin er oftast besta eggjanin til at fara burtur. Hetta er einasti háttur at fáa útbúgvingina uppá. Tú er noydd/ ur at fara burtur fyri at fáa júst ta útbúgvingina, sum tú ynskir tær, og sum tú ikki fæst her. Ella tú noyðist at fara uttanlands, tí tú sleppur ikki inn á just ta útbúgvingina her vegna avmarkaða upptøku. Tað tekur seg væl út, tá tú søkir arbeiði. Tú vísir yvir fyri einum komandi arbeiðsgevara, at tú dugur at samskifta á øðrum máli enn móðurmálinum, og tú dugir at tillaga teg. Hví útbúgva seg uttanlands? Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Góðan dagin. Mín spurningur snýr seg um okkara 13-próvtalsstiga og 7-próvtalstigan, sum er gjaldandi í Danmark. Eg eri sera nógv í iva um mínar møguleikar at sleppa inn til mína ynskiútbúgving í Danmark. Mítt miðaltal á mínum miðnámsprógvið er beint undir tað, sum nú í summar gav atgongd til ta útbúgvingina, sum eg ætli mær at søkja inn á í 2013. Tað eru fleiri orsøkir til, at eg ivist. Eg havi verið inni á www.ug.dk og havi sæð, hvat miðaltalið í 2012 var fyri at sleppa inn á mína ynskiútbúgving, men miðaltalið, sum stendur har, er miðaltalið eftir tí donsku 7-próvtalsstiganum. Hvar kann eg finna útav, hvat mítt miðaltal svarar til, og skal eg sjálvur gera vart við, at eg havi eitt prógv, hvar miðaltalið er eftir 13-próvtalsstigan. Hvør skal umrokna mítt miðaltal? Geri eg tað sjálvur, mín miðnámsskúli, ella útbúgvingarstovnurin í Danmark????? Takk fyri eitt vónandi greitt svar xxx Svar xxx Tín spurningur er sera relevantur fyri nógv, sum ætla sær at lesa víðari í Danmark. Tá tú komandi vár fert at søkja inn til tína ynskiútbúgving, skalt tú senda títt prógv við og onki viðmerkja. Útbúgvingarstovnarnir í DK kenna væl til 13-próvtalsstigan og rokna sjálvi um til 7-próvtalsstigan. Her kanst tú nágreiniliga síggja, hvussu tað verður umroknað frá 13- til 7- próvtalsstigan : www.ug.dk Søg : karakterskala og so 7-trinsskalaen, so sært tú, hvussu tað verður umroknað við decimalum. Góða eydnu Holger og Bjørg Hey Nær kann man taka næstu ensku máltest í Føroyum? Málmaður Til Málmaður Í Føroyum ber nú til at taka ensku málroyndina - IELTS - ístaðinfyri TOEFL royndina. Leygardagin 24. november 2012 ber til at fara til ensku málroyndina IELTS í Føroyum. Royndin verður í Jónas Broncks Gøtu 25 í Tórshavn. IELTS royndin er ein av góðkendu málroyndunum, sum útlendsk universitet krevja. Leygardagin 24. november er skrivligi parturin, sum er umleið tríggjar tímar frá kl 9:30 til 12:45. Harafturat er ein munnligur partur, sum er ein samtala á umleið 20 minuttir. Munnliga royndin er fríggjadag seinnapart millum kl. 16:00 - 19:00 ella leygardag millum kl. 13:00 - 18:00, eftir avtalu. Tilmelding í goðari tið. Kostnaður: umleið 1.900 krónur Nærri kunning um tilmelding og fyrireiking v.m. fæst á www.edu-danmark.dk/ielts. Vh Bjørg og Holger Tjeklisti áðrenn tú fer uttanlands at lesa: • Hugsa um, hví tú vilt lesa uttanlands. • Byrja í goðari tið – eitt ár framanundan – við at umráða teg og at fyrireika. • Hvat væntar tú av lestrinum? • Finn landið/londini, tú vil lesa í • Ger av, um tú vil lesa alla útbúgvingina ella bert ein part uttanlands. • Fá tær nágreinligar upplýsingar um tey universitet og tær útbúgvingar, tú hugsar um. • Ber saman innihald, upptøkukrøv, umsóknarfreistir og prísir. • Søk um SU-goðkenning av útbúgvingini, so tú veit, um tú fært stuðul. • Ger erna fíggjarætlan fyri fyrsta árið. • Kanna um útbúgvingin kann brúkast, har tú ætlar at brúka hana. • Søk í goðari tíð, áðrenn umsóknarfreistin er úti. • Hygg efter, at alt er rætt fylt út. • Spyr um málroynd er kravd. Søk um undantaksloyvi ella tak roydina, um tað krevst. • Kanna bústaðarviðurskiftini og søk so tíðliga sum gjørligt. • Søk um visum, um tað er neyðugt og kanna tryggingar- og skattaviðurskifti. PROVTALSSTIGIN