mikudagur 26. september 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Skerjing rakt
sjúkrahús meint
Tey seinastu fimm árini
er fíggjarkarmurin hjá
landssjúkrahúsinum
í
Reykjavík
(Lands
pítalanum) skerdur 32
milliardir
íslendskar
krónur, og tað hevur
havt stórar avleiðingar.
– Vit royna at forða
fyri, at støðan gerst
hættislig, ella at trygdin
hjá sjúklingunum kemur
í vanda, sigur forstjórin
á sjúkrahúsinum, Björn
Zoëga, við fjølmiðlarnar.
Hann sigur, at enn hava
skerjingarnar ikki hótt
trygdina hjá sjúkling
unum, men at tað er
starvsfólkinum fyri at
takka. Í hesum sama
tíðarskeiði er starvs
fólkatalið minkað úr
5.200 í 4.500. Ein onnur
avleiðing av skerjing
unum er, at sjúkrahúsið
kann ikki endurnýggja
tann tøkniliga útbúnað
in, sigur forstjórin.
Íslendsku læknafel
øgini hava sagt seg stúra
fyri
teirri
versnandi
støðuni á Landspíta
lanum og í heilsutæn
astuni sum heild.
Velja fremmand
mál frá
Í danska ídnaðarfelag
num eru tey alt annað
enn fegin um, at danskir
ungdómar
velja
tey
fremmandu málini frá, tá
tey velja sær lærugreinar
í miðnámsskúlanum.
Tøl hjá skúlaverkin
um vísa, at franskt er
næstan ikki at finna í
studentaskúlunum long
ur, og at tað eru bara fá,
sum velja týskt, tá tey
skulu finna eitt annað
fremmant mál enn tað
enska. Harafturat vísa
tølini, at bara trý prosent
av studentaskúlanæm
ingunum velja trý mál
sum høvuðslærugreinar.
Fyri bara sjey árum síð
ani høvdu 41 prosent trý
fremmand mál á høgum
stigi.
Í danska skúlaverk
inum eru tey hørm um
gongdina, og tað eru tey
í ídnaðinum eisini. Tey
vísa á, at í ídnaðinum er
tað ein stórur fyrimunur,
at eitt nú verkfrøðingar
hava hollan málsligan
førleika afturat verk
frøðiútbúgvingini.
Vantandi reinføri
á fiskavirkjum
Tey bæði seinastu árini
hevur norska Matvøru
eftirlitið
fleiri
ferðir
staðfest,
at
reinførið
er ikki nóg gott í fiska
ídnaðinum, og tí fer
eftirlitið skjótt undir
eitt skipað eftirlitstiltak
á virkjum, sum arbeiða
hvítan fisk.
Robin Martinsen hjá
matvørueftirlitinum sig
ur við kringvarpið NRK,
at á eftirlitsferðunum
hava tey millum annað
staðfest fiskaleivdir í
maskinunum og gamlan
skitt á veggjunum og á
gólvinum. Men hóast
hetta vantandi reinføri
aftra virkini seg ikki við
at senda sínar vørur í
handlarnar.
Norska matvørueftir
litið hevur einki dømi
um, at nakar er vorðin
sjúkur av at eta fisk, sum
ikki er reinur, men tann
møguleikin kann ikki
útilokast, sigur eftirlitið
við NRK.
arni@sosialurin.fo
Fyri nøkrum døgum síðani
royndi
Bjarne
Corydon,
fíggjarmálaráðharri,
at
sannføra danir um, at næsta
ár fer tað at ganga betur við
búskapinum og uppaftur
betur í 2014, og at nógv nýggj
arbeiðspláss fara at koma
afturat. Bankamenn og bú
skaparfrøðingar tóku ikki
undir við honum, og tað
ger ídnaðurin heldur ikki.
Tvørturímóti.
Í einari spurnarkanning,
sum
Arbejderbevægelsens
Erhvervsråd
hevur
gjørt,
svara 60 prosent av teimum
donsku ídnaðarfyritøkunum,
at tað verða muandi færri ar
beiðspláss í ídnaðinum um
fimm ár enn nú. Bara tvey
prosent vænta fleiri.
Samstundis kemur ein av
landsins størstu ídnaðarfyri
tøkum, Danfoss, við einum
døprum spádómi. Fyritøkan
hevur í løtuni 6.000 fólk í ar
beiði í Danmark, men ávarar
nú um, at verður einki gjørt
fyri at bøta um kappingar
førið, hevur hon ikki ann
að í at velja enn at flyta ar
beiðsplássini í framleiðsluni
av landinum.
Og politikararnir fáa eina
freist.
– Verða eingi ídnaðar
politisk tiltøk sett í verk longu
nú, verður tað, sum vit kalla
framleiðsluarbeiðsfólk, eitt
doyggjandi fólkaslag í Dan
mark um 10 ár, tí Danmark
er ikki kappingarført, sigur
aðalstjórin í Danfoss, Niels
B, Christiansen, við blaðið
Mandag Morgen.
Eingin framleiðsluídnaður
í Danmark um 10 ár
Nógv bendir á, at tað verður meiri enn torført hjá donsku stjórnini at
røkka málinum um vend í búskapinum og fleiri arbeiðspláss næsta ár
Norðmenn vilja
hava betri eftirlit
við tí einstaka
Meiri enn 70 prosent av tí norska fólkinum vilja hava
myndugleikarnar at økja eftirlitið við fólkinum fyri at
fyribyrgja kriminaliteti. Men øll eru ikki líka fegin um tað
Tað er í einari kanning hjá
Institutt for Samfunnsforsk
ning, at tað kemur fram, at í
Noregi er stórur meiriluti
fyri, at tað almenna skal fáa
møguleikar at hava betri
eftirlit við einstaklinginum,
og hvat hann tekst við.
Í
veruleikanum
gjørdi
stovnurin fýra kanningar
bæði undan og aftan á yvir
gangin tann 22. juli í fjør, har
fólk vórðu spurd, hvussu gott
álit tey høvdu á myndugleik
unum.
Tann seinasta kanningin
varð gjørd í summar, og tá
svaraðu næstan tríggir fjórð
ingar av teimum spurdu, at
myndugleikarnir eiga at hava
betri eftirlit við internetinum
fyri at forða fyri kriminaliteti.
Í kanningunum, sum vórðu
gjørdar fyri tann 22. juli í fjør,
var tað bara helmingurin,
sum tóku undir við meiri
eftirliti.
Afturstig
fyri samfelagið
Tað kemur ikki óvart á norska
dátueftirlitið, at yvirgang
urin í Oslo og á Utøya hevur
fingið fleiri norðmenn at
taka undir við meiri eftirliti.
– Veruleikin er helst, at
fólk hava alt ov stórt álit á, at
meiri eftirlit er tað, sum kann
hjálpa, og kemst tað kanska
av, at í roynd og veru er tað
avmarkað, hvat kann gerast,
sigur stjórin í dátueftirlit
inum, Bjørn Erik Thon, við
NRK. Hann vísir á, at nógvir
norðmenn vilja hava vak
myndatól, men at veruleikin
er, at støðugt fleiri tól verða
sløkt, tí tey gera ongan mun.
Sjálvur heldur Bjørn Erik
Thon, at tað verður eitt aftur
stig fyri Noreg sum samfelag,
um politikararnir gera av at
økja eftirlitið. Ein avleiðing
verður, at fólk fara at kenna
seg ótrygg og at missa álitið á
hvør øðrum, sigur hann.
– Tað er tí neyðugt at
hugsa seg sera væl um, tá vit
skulu taka støðu til fyrimunir
og vansar – øðrumegin at
verja tann einstaka og hinu
megin at verja frælsið hjá tí
einstaka, sigur norski dátu
eftirlitsstjórin.
Næstan tríggir fjórðingar av tí norska fólkinum taka undir
við, at tað almenna skal hava betri eftirlit við borgarunum
Mynd: NRK