mikudagur 26. september 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Lítið vardi tað okkum, at 17.
desember 2011 skuldi gerast
ein so minniliga syrgiligur og
tungur dagur fyri okkum. Vit
høvdu øll glett okkum at fara
til Havnar at hátíðarhalda 70
ára føðingardag vermóðurs
saman við tær og stóðu øll so
fín og veitsluklødd og bíðaðu
eftir at sleppa upp á deildina
til tín at halda føðingardagin,
tá tungu og skelkandi boðini
bórust um, at tú vart farin
heim.
Hetta kom sum ein skelk
ur fyri okkum øll og tyktiskt
sera óveruligt, tá vit løtu
seinni øll stóðu rundan um
teg, júst soleiðis sum tú elsk
aði tað, at hava alla familjuna
samlaða um teg.
Orð tykjast so fátøk, tá eg
nú skal festa nøkur minn
ingarorð um teg á blað, tí eg
haldi ikki orð finnast, sum
kunnu lýsa, hvør tú vart.
Hetta vita vit øll, sum fingu
tann stóra framíhjárætt at
liva tætt upp á teg.
Í august í 1992 giftust eg
og Birna, og tá kom eg at
kenna teg sum verfaðir. Eg
minnist, tá vit saman fóru
undir at innrætta íbúðina í
kjallaranum hjá tykkum, og
eins og fyri hini børn tíni,
legði tú alla tína tíð og hegni í
at gera komandi heim okkara
til eitt gott og hugnaligt stað
at verða.
Sum árini gingu, komu
vit at hava nógv við hvønn
annan at gera, tá eg kom at
arbeiða hjá tær. Serliga týði
lig eru árini, tá vit bygdu
smoltstøðina á Glyvradali.
Hetta gjørdist ein sera góð
og lærurík tíð fyri meg, har
tú altíð gekk undan og vart
ein fyrimynd á øllum økjum.
Hendan tíðin hevur eisini
myndað og ment meg sum
persón.
Smoltstøðin var krúnan
á lívsverki tínum, og var
tað eisini har, tú nýtti mest
starvstíð síðstu ár tíni. Hóast
tú so dánt orkaði at ganga
upp trappurnar á smoltstøð
ini, vart tú - tær so líkt - til
arbeiðis heilt til tað síðsta. Og
hóast kropsliga orkan var við
at ganga undan, so megnaði
tú við tínum smittandi jaliga
og skemtingarsama lyndi at
skapa gleði og trivna fyri øll
rundan um teg.
Um eg við fáum orðum
skal seta eina yvirskrift yvir
lív títt, so vildu orðini verið
hesi: Lívsvísdómur, lívsgleði,
áræði, trúgv, kærleiki og
trúfesti, og mong munnu tey
vera, sum gjøgnum árini hava
notið gott av hesum. Títt
óvikiliga, inniliga og dagliga
samfelag við tín Harra og
Frelsara og tín ómetaliga per
sónliga styrki legði lunnar
undir tað framúrskarandi lív,
sum tú livdi, og sum so mong
onnur hava notið gott av - og
enn í dag njóta gott av.
Í meðan eg siti og skrivi
hesar linjur her á smoltstøð
ini, fella eygu míni á eitt slitið
ark, sum hongur á vegginum,
á tí stendur skrivað “Stúrið
ongum fyri, nei latið í øllum
tað, sum tit ynskja, koma
fram fyri Guð í ákallan og
bøn við tøkk!” Fil. 4,6. Hetta
saman við mongum øðrum
ørkum, sum hingu ymsa
staðni runt á smoltstøðini,
var títt dagliga breyð meir
enn nakað annað. Tú elskaði
Guðs orð meir enn nakað
annað og kendi týdningin av
at kenna tað og at liva eftir tí.
Minnist tær mongu ferðir vit
vóru samlað sum familja, har
tú tók Guðs orð og so mangan
siteraði Sálmarnar, og var tað
serliga hesin, sum ofta bleiv
siteraður : “ Sælur er maður,
ið ei fylgir vándra manna
ráði, ið ei stendur á syndara
vegi og ei situr í spottara lagi;
men hvørs hugur stendur til
Harrans lóg og yvir lóg hans
grundar dag og nátt. Hann
er eins og træið, plantað
við áarløkir, ið aldin gevur í
tøkum tíma, og hvørs leyv ei
følnar; alt, ið hann ger, honum
eydnast skal.”
Gamalt orðatak sigur, at
maður kemur í mans stað,
men eri eg ikki heilt samdur
í hesum. Tú vart nakað heilt
serligt. Tú elskaði familju
tína fram um alt, og serliga
elskaði og ærdi tú elskaðu
konu tína. Hon var, sum
tú sjálvur segði tað í síðstu
heilsan tíni til hennara, tín
“Juvelur”, og ansaði og røkti
tú fyrimyndarliga væl tínum
skínandi og vakra juveli. Tað
var ein lívslærdómur fyri
okkum at síggja tykkara fyri
myndarliga kærleika hvør
til annan, og at tit so bók
staviliga livdu lyfti tykkara
út, um at elska og æra til
deyðin gjørdi skilnað, ja, á
lívsins síðsta morgni tínum
eydnaðist tær eina síðstu
ferð at fjálga og virða hana
við vøkru orðunum, tú segði
um hana.
At tú livdi langt út um
teg sjálvan, ber lívsverk títt
Bakkafrost best boð um. Tú
hugsaði ikki bert um teg og
tíni, men setti alt títt egna í
veð fyri at skapa virðir, fólki
og samfelagnum at gagni.
Aðrastaðni á smoltstøðin
hongur eitt annað ark við
hesum orðum á: “Tann, sum
altíð kannar eftir vindinum,
kemur ikki til at sáa; og
tann, sum altíð hyggur eftir
skýggjunum, kemur ikki til
at heysta. Orðt. 11,4” Og sigur
hetta nakað um, hvat var títt
“drive”.
Tú søkti aldrin egna æru,
men luttók heilhjartaður í
lokalsamfelagnum. Í mong ár
vart tú komunustýrislimur,
og vart ein av teimum, sum
gekk á odda fyri at fáa Eyst
uroyar Røktar- & Ellisheim
sett á stovn. Sum ungur vart
tú virkin í losjuni, og í fleiri
ár vart tú degnur í Glyvra
kirkju.
Frammanfyri mær her
á telduni á smoltstøðini, er
mynd av tær og barndóms
vini tínum Jørgini, sum tú
helt so nógv av, har tit á
ungun døgum leiktu hond
bólt saman við øðrum. Fót
bólt dámdi tær væl, og var
tú ein dyggur stuðul hjá
okkara fótbóltsfelag NSÍ.
Var eitthvørt serligt høvi í
familjuni, vart tú ikki seinur
at taka pennin í hond, og
hegnisliga sum fáur festi tú
magisk orð á blað, sum fekk
lesaran at undrast. Krúnan á
tí skrivaða av verkum tínum,
man seinasta føðingardag
heilsanin til tína elskaðu
vera, har tú við einum fingri
á I-pad á deyðastrá, festi tólv
so yndislig ørindi niður á
blað, sum sjálvdan man vera
sætt áður.
Eg gangi enn vakt á smolt
støðini, og allastaðni eg vendi
mær, ert tú nærverandi, eg
síggi teg aftur í so nógvum,
her á støðini, og fara kensl
urnar mangan avstað við
mær. Serliga ringt var tað
at koma á støðina fyrstu
tíðina, eftir at tú vart farin.
Eg plagdi altíð at ringja til
tín tá eg kom á vakt, fyri at
vita um tað var nakað serligt
á skránni, til tíðir kennist
hetta sera svárt. Fyri meg
vart tú so ómetaliga nógv:
Verfaðir, vinur, arbeiðsgevari,
ráðgevi, mentor og ein stór
fyrimynd.
Vit sakna teg øll, tú fylti
so nógv har tú vart, tú hevði
so nógvar góðar eginleikar, tú
vart stuttligur, festligur, sjálv
ironiskur, lívsglaður, hjálp
samur,
umsorganarfullur,
kærleiksfullur, arbeiðsamur
og so mangt annað, tú vart
ein framúrskarandi persónur,
og er tómrúmið stórt eftir
teg. Troyst okkara er at vita,
at tá vit øll ein dag koma
heim, so ert tú eisini har
og bíðar okkum saman við
Honum, sum tú setti títt álit
á, og sum tú tænti til fulnar
her á jørð.
Friður verið við minninum
um teg Hans, mín háttvirdi
verfaðir.
á Glyvradali
20. september 2012
Versonur tín Terje
Til minnis um mín háttvirda
verfaðir, Hans Jacobsen á Bakka
Sáttliga syngjandi sorgarlag
málmtungt er hennara ljóð –
lógvin hon syrgir son í dag,
nú hann um sýnu dró.
Ei tú talentina niður gróv,
breiddi út skemt og gleði,
frásøguevnir sum fáur góð,
lagt undir fót mangt kvæði.
Heimkærur vart og vardi væl
oyggj eins og heimbygd tína,
hartaði mangan í skrift og tal -
vágdi í víggj at trína.
Horvin er nú ein bygdarmynd,
tú fylti so nógv, har tú var,
í tí tú mælti var dygd og fynd,
friður veri við tær.
NePtuN
Sólvit Simonsen farin