mikudagur 26. september 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Thomsen
Elsa er vaksin upp á Orgel
byggervej 8 Bispebjerg í Keyp
mannahavn. Foreldrini vóru
Greta og Henrik Thomsen.
Mamman var ektaður Køben
havnari og pápin var ektaður
Sønderjyde, sum kom úr
hugnaligu landsbygdini Jels.
Tá pápi Elsu var føddur fyri
100 árum síðani, hoyrdi hesin
parturin av Jyllandi undir
Týskland.
Henrik flutti til Keyp
mannahavnar,
har
hann
møtti gentuni Gretu, sum
hann seinni giftist við. Tey
vórðu 12 systkin, sum vuksu
upp saman. Elsa er tann
sjeynda í røðini. Mamman
og pápin komu í brøðra
samkomuna í Tórsgøtu 40 á
Nørrebro, har eisini nógvir
føroyingar komu. Elsa kom tí,
saman við sínum 11 systkjum,
at ganga í sunnudagsskúla
í hesi samkomuni, har hon
eisini sum 12 ára gomul kom
til persónliga trúgv á Jesus,
meðan hon sæt undir liðini
á mammu síni undir einum
evangeliskum møti.
Elsa fekk burðardyggan
førning við sær út í lívi,
bæði frá samkomuni og frá
barnaheiminum, sum seinni
kom at roynast sum javn
vágin í lívi hennara, tá hon
sum ung mamma mátti ígøg
num harða lívsroynd.
Elsa ætlaði sær at gerast
sjúkrasystir, sum hon eisini
tók atgonguroynd til, men
soleiðis skuldi tað ikki verða.
Elsa hevði verðið sjúkrasyst
irin í orðsins fullu merking
– systurin hjá teim sjúku og
veiku!
Hansen
Ímillum føroyingarnar, sum
komu í samkomuna í Tórs
gøtu, var Fuglfirðingurin,
Brynleif Hansen, sum var
komin til Keypmannahavnar
at læra til fjarritara. Har
møttust Elsa og Brynleif, og
tey giftust í 1961. Tey fingu
fýra børn: Billy, Filip, Miriam
og Anitu. Billy býr í Jyllandi,
ikki langt frá Randers. Filip
býr í Rio De Janeiro í Brazil.
Miriam býr í Runavík og
Anita býr á Toftum. Inntil nú
hava tey givið Elsu 14 ommu
børn.
Brynleif valdi sær ikki
eina lívsleið sum fjarritari,
men kendi kall at fara út í
Harrans tænastu burturav.
Elsa og Brynleif byrjaðu sína
tænastu millum føroyingar og
danskarar í Keypmannahavn,
samstundis sum tey búðu
í eini íbúð, sum lá næst til
samkomuhølini í Tórsgøtu.
Men Brynleif kendi eitt sterkt
kall at byrja barnaarbeiði
og barnalegur í Føroyum.
Her átti hann ein dyggan
stuðul í Elsu, sum, bert 23
ára gomul, stóð undir liðini
á manni sínum, tá tey lýstu
til fyrstu summarleguna við
Áir í 1965.
Brynleif stóð fyri andaligu
føðini, meðan Elsa syrgdi fyri
likamligu føðini til tey mongu
legubørnini.
Elsa
sigur
mangan, “at vóru tað ikki
tey mongu, bæði menn og
kvinnur, sum komu at hjálpa
teimum við Áir, so høvdu tey
ikki verið komin ígjøgnum,
tí slíkt arbeiði kann ein ikki
gera einsamallur.”
Á sumri í 1967 fluttu leg
urnar til nýggju leguhúsini
í Vatnsoyrum, og í ár eru
45 ár síðani Zarepta varð
tikið í brúk. Zarepta liggur
nær hjartanum hjá Elsu, og
hon gleðist yvir øll tey, sum
igjøgnum hesi mongu árini
hava tikið ábyrgd í Zarepta.
Um
ársskiftið
1968-69
fluttu Elsa og Brynleif inn í
nýbygd hús í grannalagnum
hjá
Zarepta,
men
longu
hálvtannað ár seinni, leygar
dagin 26. september 1970,
legðist myrkur yvir heimið
í Vatnsoyrum, tá Brynelif
var millum tey, sum lótu lív í
flogvanlukkuni undir Knúki
í Mikinesi. Tá stóð anda
ligi førningurin, sum Elsa
hevði fingið í sínum barn
dómsheimi og í sunnudags
skúlanum, sína roynd - hon
søkti Harran og skriftirnar,
har hon fann troyst og styrki
bæði til sín sjálvs og til henn
ara fýra smáu børn.
Nakað seinni fekk Elsa
spurningin, um hon um
hugsaði at flyta aftur til Dan
markar, nú maðurin ikki var
meiri. Elsa umhugsaði aldri
at fara aftur til Danmarkar
at búgva, tí hon kendi, at
Zarepta átti ein so stóran
part av henni. Elsa hevur búð
í Føroyum í 47 ár, og hevur
megnað at gera seg til eitt við
føroyingar bæði málsliga og
mentunarliga.
Djurhuus
Tað rann saman millum
Elsu og Poul Jóhan Djur
huus trý ár seinni. 30 juni í
1973, ein heitan summardag
á ráðhúsinum í Gladsaxe,
vórðu tey vígd, og brúdleyps
veitslan varð hildin saman
við 44 gestum í snotuligu
hølunum hjá KFUK í Store
Kanningstræde 19 í Keyp
mannahavn.
Elsa og Poul Jóhan hava
verið gift í 39 ár. Tey fingu
børnini Andrew og Hervør
Sabina, sum bæði búgva í
Føroyum og hava familju.
Fyrstu 10 árini búðu Elsa og
Poul Jóhan í Vatnsoyrum.
Á vári í 1983 fluttu tey til
Glyvrar, har tey hava búð í
29 ár. Seinastu 22 árini hava
tey virkað sum trúboðarar
innan brøðrasamkomuna í
Føroyum.
Í tíðarskeiðinum 1990 –
1995 vóru tey fyristøðuhjún
í Kristnastovu saman við
Susan og Øssuri Berghamar,
og seinastu 9 árini hava tey,
4 mánaðir í vetrahálvuni,
loyst av sum fyrstøðuhjún á
Malta í Hirtshals. Tey eiga í
dag 19 ommu- og abbabørn,
og langabørnini eru tvey.
ELSE
Else hevur aldri verið kend
sum
frk.
Thomsen,
frú
Hansen ella frú Djurhuus,
men sum ELSE – vores alle
sammen Else.
Á enskum merkir “else”
onnur. Vit, sum kenna teg,
vita hvussu nógv tú livir fyri
onnur, ikki bert í familjuni,
men so sanniliga eisini uttan
fyri familjuna. Tí kunnu vit
á enskum siga um teg: “Your
name is truly ELSE, because
you
live
for
everybody
ELSE!”
Else ynskir at halda dagin
saman við familju, vinum og
kenningum leygardagin 6.
oktober í Berøa í Saltangará.
Har verður opið hús frá
kl.10.00 til kl.14.00
Elsa sigur, at øll eru hjarta
liga vælkomin, og at tað er
eingin tilmelding.
Tillukku
við
degnum,
góða, og takk fyri alt tað, sum
tú hevur verið fyri so mong!
Elsa Djurhuus, Glyvrar,
sjeyti 6. oktober
Frá Thomsen til Hansen til Djurhuus
Mynd tikin í summar tætt við barndómsheimið hjá Elsu. Betongkálvarnir
stóðu har, tá Elsa var smágenta, og minnist nógvar stuttligar løtur her