Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Nýggj fiskivinnu skipan fyri Føroyar Martin Pauli Jacobsen Vit hava brúk fyri einari nýggjari fiskivinnu skipan fyri Føroyar. Støðan í dag: 1. Vit hava 100 % yvir kapasitet í fiskivinnuni. 2. Vit geva skattafrádrátt til sjómenn, tí teir tjena ov lítið. Grundin til at nógvir sjómenn tjena ov lítið er, at tað eru ov nógvir sjó­ menn og alt ov nógv fiski­skip. Vit læta við øðrum orðum stuðul til fiskivinnuna, so at flotin skal verða so stórur sum møguligt. 3. Tann fittasti sleppur at fiska. Hetta er korrup­ tión. 4. Menn tjena milliónir av at selja fiskiloyvir, ið teir hava fingið gratis. 5. Ta er eingin yvirordnað strategi fyri fiski­vinn­ una. Tí skulu vit seta á stovn eitt óheft ”Fiskivinnuráð”, ið skal hava ábyrgdina av, hvussu fiskivinnan skal stýrd. Tað skal vera skott ímill­ um ”Fiskivinnuráðið” og ta politisku skipanina/fiski­ vinnuna. Sjá mynd. Fiskivinnuráðið skal mann­ ast av kompetentun fólki, ið ikki hava nøkur egin áhugamál í fiskivinnuni. Fiskivinnuráðið skal hava ein greiðan arbeiðssetnings at stýra eftir. Arbeiðssetningurin hjá Fiskivinnuráðnum kundi verið fylgjandi: 1. Stýra soleiðis at føroyska fiskatilfeingi verður optimalt umsitið. 2. Landingar avgjald verður nýtt at regulera veiðuna. 3. Í miðal skal verða samsvar millum fiskanøgd og veiðu kapasitet. 4. Royna at stýra soleiðis at miðal fiskaríið yvir 5 ár verður mest. 5. Tann mest effektivi skal fiska fiskin. Tann sum fær besta prísin fyri fiskin. 6. Flotin skal verða optimalt samansettur. 7. Skipanin skal vera rætt­ vís. Øll eru líka fitt. (Øll skulu vera líka.) 8. Eingin skal eiga meiri enn 10 % av fiskivinnuni. 9. Nýggir aktørar skulu kunnu koma inn í fiski­ vinnuna. 10. Fiska verður til tey opti­ malu tíðar punktini. 11. Um veiðitrýstið er ov stórt, verður landingar avg­jaldið hækka. 12. Fiskivinnuráðið stýr­ir soleiðis at mann­ingar­ parturin fyri eitt miðal skip er 400.000 krónur. (Fyri 180 fiskidagar.) 13. Heldur eyga við miðal fíggjarstøðuni hjá fiski­ vinnuni og regulerar har­eftir. (Rímiligur vinn­ ingur) 14. Definera hvat er 100 % veiði orka er. 15. Stýrir hvussu nógv kann fiskast í hvørjum tíðar­ skeiði. Kvotaskipan. (Viku, Mánaði, Kvartali..) Hvør skal sita í Fiskivinnuráðnum Veljast skulu kompetentur fólk, ið ikki hava persónlig áhugamál í fiskivinnuni og sum eru reiðilig. Ein bland­ ingur av havfrøðingum, øko­ nomum og og øðrum sum hava skil á økinum. Havstovan og Lands­bank­ in velja skikkaðar kandi­ dat­ar. Man kann mest sita í Fiski­vinnu ráðnum í 5 ár út í eitt. Fiskiveiðu regulering Nýtast skal eitt landingar avgjald at regulera veiði nøgdina. Um vit fiska ov nógv í forhold til hvat biologiskt er loyvt, so hækka vit fyribils landingar avgjaldið. Á henda hátt kunnu vit minka ella heilt stoppa fiskarínum í eitt tíðarskeið. Hetta er tað sokallaða ”Gylfasson & Weitz­ man” prinsipp. Eg havi gjørt nakrar yvir­ bygningar til ”Gylfasson & Weitzman” prinsippið, sum kundi verið væl hóskandi fyri Føroyar. Í tí fylgjandi vil eg taka nøkur dømir fram um hvussu Fiskivinnuráðið kundi regu­ lera fiskiveiðuna. Høvuðspunktini í regu­ ler­ingini eru fylgjandi: 1. Soleiðis regulera vit á kort sigt. (2012-1017) Høvuðsendamálið í hesum tíðarskeiðinum er at minka um veiðiorkuna og at flotin er rætt samansettur. Vit ynskja at minka um veiðuorkuna. Vit velja limir til fiski­ vinnuráðið í 2012. Fiskivinnu ráðið byrjar at stýra fiski­ vinnuni í 2013. 1.1 Skattalættin til sjómenn verður avtikin líðandi til 2018. 1.1 Ár 2013. Sjálvboðin mink­ an av veiðiorku. Vit geva fiskivinnuni møguleikan sjálv at minka um veiðiorkuna. Fiskivinnan fær at vita at vit byrja at leggja eitt landingar avgjald uppá veiðuna soleiðis at teir tyngstu bátarnir fara konkurs og harvið lætta um veiðitrýsti. Fiski­ vinnan fær nú eitt ár til at tillaga seg og sjálvboðið leggja fiskiloyvir saman. Á henda hátt fara bátar út úr flotanum og bátar­ nir, ið erueftir fáa betri umstøður. 1.2 Ár 2014-2017 Minka veiðiorkuna við hjálp av landingar avgjaldi. Vit leggja nú ymiskt landingar avgjald á fiskin fyri teir ymisku veiðu háttirnar. Hetta merkir at teir minst effektivu bátarnir fyri hvønn veiðihátt fara av knóranum. Hetta vil viðføra at meiri fiskur er til teir effektivu bátarnar. Vit regulera spakuliga veiðu avgjaldið uppeftir, soleiðis at veiðiorkan spakuliga lækkar niður móti 100 %. Um veiðu nøgdin er er ov stór hækkar veiðu avgjaldið. Hetta merkir at vit inn­ føra eina kvotaskipan aftur. Aftaná eini 5 ár er veiði­ orkan blivin regulera niður soleiðis at tað er sam­svar millum fiska nøgd og veiðu orku. Nú hevur fiskivinnan møgu­ leikan at tjena pengar. 2. Langtíðar regu­ lering, soleiðis at altíð er samsvar er millum fiska nøgd og fiski kapasitet Nú hevur fiskiflotin fingið eina passandi stødd. Fiski­ vinnuráðið hevur økonomisk tøl fyri allar bátarnar í flot­ anum. Vit kenna rakstrar tølini fyri allan fiskiflotan. Vit regulera landingar avgjaldið soleiðis at ein miðal bátur tjenar pengar. Teir ringastu bátarnir hava null ella minus á botnlinjuni. Kvotaskipanin kann til dømis verða býtt upp í nøkur tíðarskeið. Fyri hvørt tíðarskeið kann man so meta um hvussu stór tann loyvda fiski nøgdin skal vera. Hetta merkir at fyri hvørt tíðarskeið hava vit eina felagskvotu. Vit kunnu stýra veiðina millum skipabólkar við at nýta ymisk landingar avgjald millum skipabólkar. Vit stýra jú hvussu attraktivt tað er at fiska við okkara landingar avgjaldi. Øll fiski­ veiða skal verða MSC góð­ kend. Soleiðis kunnu vit regu­ lera: 2.1 Veiðitrýstið er ov høgt. (Flotin er ikki ov stór­ ur) Um veiðu trýstið á til dømis toski er ov høgt, so hækka vit landingar avgjaldið á toski. Um veiðitrýstið á toski er alt ov høgt, so hækka vit kilo avgjaldið so høgt at tað ikki er nakar vinningur at fiska tosk, men tað loysir seg ikki at blaka toskin út. Hetta vil gera at bátar verða lagdir í nakrar dagar ella vikur. Aftaná nakrar dagar/ vikur kann kilo avgjaldið lækka, soleiðis at bát­ ar­nir aftur tjena pengar við at fiska tosk. Vit loyva ikki at ov nógvur toskur verður fiskaður. 2.2 Veiðitrýstið er ov høgt. Vit hava fingið ov nógv­ an veiðu kapasitet í flot­ an. Vit eru nú endað í tí støðu at vit hava yvir kapasitet í fiskivinnuni. Vit mugu tí í gongd við at regulera veiðu ork­una niður. Hetta gera vit við at hækka land­ing­ar avgjaldið. Hetta vil so føra við sær at bát­arnir við tí ringastu fíggj­ar­ støðuni fara konkurs. Um tað til dømis er yvir­kapasitetur mill­ um til dømis trolarar, so regu­lera vit land­ing­ ar av­gjaldið eyka upp fyri trolara fisk. Við øðr­um orðum regulera vit soleiðis at teir tyngstu bátarnir fá reyð tøl, og mugu leggjast. 2.3 Ov lítil veiðiorka. Til dømis línuflotin er ov lítil. Politikarar og fiskivinna skulu ikki hava atgongd til at blanda seg inn í hvussu Fiskivinnuráðið stýrir. Tað skal vera arbeiðssetningurin hjá Fiskivinnuráðnum, ið regulerar fiskaríið. Arbeiðssetningurin hjá fiskivinnu ráðnum skal verða at stýra soleiðis at miðal avkastið frá fiskivinnuni skal verða so stórt sum møðiligt.   &$$&  ' 2$   ' 4  5 #   # 2$