mikudagur 26. september 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er týdningarmikið
at flotin er settur rætt
saman soleiðis at vit á
ein burðardyggan hátt
kunnu
útnytta
allar
veiðuháttir. Um vit til
dømis síggja at línu
flotin er ov lítil, so kunnu
vit lækka landingar av
gjaldið fyri línuflotan,
soleiðis at tað er eyka
lønsamt at gerða íløgur
í línuflotan.
2.4 Fiskaprísirnir lækka á
nógv á øllum marknað
um. Lækka avreiðingar
gjaldið.
Um fiskaprísirnir lækka
á øllum marknaðinum,
so fær hetta fylgir fyri
okkara fiskiflota.
Nú verður landingar av
gjaldið lækkað, soleiðis
at fiskivinnan ikki fer
av knóranum.
2.5 Av biologiskum ávum
má fiskaríið skerjast.
Um vit fáa eitt vánaligt
ár av biologiskum áv
um, so má veiðu nøgdin
minkast. Um vit siga at
veiðu nøgdin má mink
ast til 90 % av tí vanligu
nøgdini, so nýta vit aftur
landingar
avgjaldið at halda veiðu
nøgdina um 90 %.
2.6 Stýra so at fiskað verður
tá fiskurin hevur mest
virði.
Um vit sum dømi siga at
allir mánaðirnir eru líka
góðir at fiska í, so skal
tann vanliga fiskanøgdin
í einum mánaða verða
100/12 = 8,33 %. Um ta
er munur á mánaðum,
kunnu vit við hjálp av
landingar avgjaldinum
stýra soleiðis at vit fiska
tá fiskurin hevur mest
virði.
Ta skal kosta at fiska
tá fiskurin hevur minst
virði.
2.7 Bátar fáa ov nógvan
ungfisk á einari leið.
Økið verður stongt.
Um bátar fáa ov nógvan
ungfisk á einari leið, so
stongir Fiskivinnuráðið
leiðina.
2.8 Ein
fiskastovnur
er
komin út úr líka vekt.
Er ónatúrliga stórur.
Her kunnu vit geva
stuðul til at fiska stovnin
niður á eitt natúrligt
støði. (Geva kilo stuðul)
3. Hvussu máta vit um
vit hava samsvar
millum
fiskanøgd
og fiski orku
Modellið byggir á, at vit
til einhvørja tíð mugu vita
um fiskastovnarnir hava ta
optimalu støddina. Vit mugu
eisini vita um fiskiflotin
hevur eina hóskandi stødd.
Vit hava søgulig tøl fyri
fiskanøgd fiskað undir Før
oyum. Tekin um at vit hava
yvir kapasitet í fiskiflotanum
eru :
- Vit fiska ov lítið hvønn
fiskidag samanlíknað við
hvat ein kann søguligt
kann fáa
- Bátarnir
mangla
fiski
dagar. (Verðandi skipan.)
- Støddar deilingin av fisk
inum er skeiv.
- Gýtingarstovnurin er ov
lítil.
- Kvotan verður ov skjótt
upp fiska.
Hetta eru øll tøl, sum fiski
vinnufrøðingar/økonomar/
fiskimenn kunnu arbeiða
við.
Boðskapurin ið hesi geva
víðari
til
fiskivinnuráðið
vil vera um fiskastovnurin
hevur eina hóskandi stødd
og um samsvar er millum
veiðu og veiðu orku.
4. Hvat er rímilig vinn
ingur í fiskivinnuni
Ein rímilig løn hjá einum1
sjómanni skal út roknast
soleiðis at hann er úti í 180
dagar og
heima í 180 dagar. Við
okkara landingar avgjaldi
stýra vit í stóran mun hvat
lønin hjá einum sjómanni
skal verða. Um vit til dømis
siga at miðallønin hjá einum
sjómanni skal verða 400.000,-
(180 dagar) so vilja tað verða
nakrir, ið tjena meiri og
nakrir minni.
Tað hevur altíð verður ein
kampur millum fiskimannin
og reiðaran um, hvussu stór
an part av kakuni hvør skal
hava. Hetta vil eg ikki blanda
meg inn í.
Hvat viðvíkur for rent
ingini av fiskiskipum er ein
rímilig for renting at lánið er
útgoldið eftir 10-15 ár.
Men tað týdningarmikla
sta er at vit justera á miðal
virði. Í hvørjum skipabólki
fara tað altíð at vera bátar,
ið tjena pengar, meðan tað
eisini verða bátar, ið ikki
klára seg. Vit ynskja jú at teir
”tyngstu” bátarnir fara út úr
vinnuni soleiðis at ta verður
pláss fyri at aðrir sleppa
framat.
5. Hvussu stóran
ognar skap kann ein
einkultur aktørur
eiga í fiskivinnuni
Hetta
er
ein
politiskur
spurningur. Mítt boð er at
eingin kann eiga meiri enn
10% í fiskivinnuni í nøkrum
skipabólki ella samlað. Detalj
ur hvussu hesi 10 % skulu
definerast skal útgreinast
nærri.
6. Hvussu kunnu vit
stýra so at nýggir
aktørar kunnu koma
inn í fiskivinnuna
Fiskivinnan
skal
stýrast
soleiðis at tað er um 100 %
veiðu orka til 100 % fisk.
Vit hava sostatt eina
kvotaskipan.
Um
nýggir
aktørar sleppa inn í fiski
vinnuna, so verður støðan
verri hjá teimum, sum longu
eru í fiskivinnuni. Um meiri
veiðu kapasitetur kemur inn
í fiskivinnuna, so viðførir
hetta at onkur má út úr
fiskivinnuni.
Hetta er mítt boð hvussu
vit kunnu regulera, soleiðis
at nýggir aktørar loypandi
kunnu koma inn í fiski
vinnuna.:
6.1 Bert føroysk reiðarí fáa
fiskiloyvi
undir
Før
oyum..
6.2 Manningar og reiðarí
betala skatt í Føroyum.
6.3 Um ein ynskir at sleppa
inn í flotan, skal um
sókn sendast til Fiski
vinnuráðið.
6.4 Fiskivinnuráðið
gevur
loyvir einaferð um árið.
6.6 Fiskivinnuráðið
loyvir
bert at fiski kapasiteturin
veksur við 10 % yvir tvey
ár.
6.7 Um ynski er um 20 %
kapasitet
vøkstur,
so
verður lutakast millum
teir góðkendu umsøkjar
arnar.
6.8 Fiskivinnuráðið
kann
nokta nýggjum bátum
at koma inn í fiskaríið í
tvey ár.
6.9 Gomul før kunnu altíð
skiftast út við nýggja før
um veiðiorkan er tann
sama.
Um vit siga at tað er 100 %
veiðiorka og nú koma 10 %
omaná, so merkir hetta at
veiðiorkan er 110 %. Hetta
viðførir at fíggjarstøðan hjá
øllum bátunum versnar.
Vit regulera jú kilo av
gjaldið soleiðis at fiskanøgd
irnar skulu liggja rundan um
tey 100 %.
Teir bátarnir sum við 100
% veiðiorku høvdu ta ringast
økonomisk fáa reyð tøl. Teir
fara konkurs og fara tí úr
fiskivinnuni. Nú verður aftur
betri samsvar millum fiski
kapasitet og fiska mongd.
Bátarnir fáa eitt betri úrslit.
Tann fríða kappingin millum
bátarnar hevur regulerað
soleiðis at teir bestu halda
áfram við at fiska.
Niðurstøða:
Verðandi støða er ótolandi
og órættvís. Føroya land far
alt ov lítið avkast frá fiski
vinnuni.
Um vit velja at regulerað
fiskivinnuna eftir omanfyri
nevnda leisti so:
- Vit optimalisera avkastið
frá fiskivinnuni.
- Vit fáa samsvar millum
fiska
nøgd
og
veiðu
kapasitet.
- Allir aktørar í fiskivinnuni
hava somu spæli reglar.
- Tann besti sleppur at
fiska fiskin.
- Teir góðu bátarnir vilja
altíð tjena góðar pengar.
- Teir vánaligu bátarnir fara
altíð út úr fiskivinnuni.
-
Nýggir aktørar kunnu
koma inn í fiskivinnuna.
Rættvís skipan.
-
Um tú hevur eitt gott
hugskot, so kann tað
loysa seg at gerða íløgur í
fiskivinnuna.
Modellið er einkult at umsita.
Ta einasta vit skulu vita er
hvussu nógvan fisk vit hava
loyvi at fiska í einari periodu
og hvussu fíggjar støðan í
fiskivinnuni er. Vit regulera
fiskivinnuna við einum land
ingar avgjaldi.