mikudagur 26. september 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Gjald fyri valgreinar
Vit taka nú gjald fyri valgreinar í sambandi kommunuvalið. Valgreinar eru greinar frá valevnum og greinar,
sum blaðstjórnin metir sum valgreinar. Kostnaðurin er í lutfallinum 1.000 kr fyri fjórðingssíðu.
Tað tykist mær sera
løgið, at næstan eingin
varpar meira ljós á okk
ara vinnupolitikk. Vit
høvdu
einaferð
eina
vinnulívsdeild hjá Tórs
havnar kommunu, sum
tíanverri er niðurløgd.
Hetta er ein skandala
fyri bý okkara. Tí henda
vinnudeild var bindiliðið
hjá okkum býráðsvaldu
og umsiting út til vinnu
lívið. Serliga um vit
skulu hava eina fram
haldandi
vælferð
av
ymiskum
vinnuligum
og sosialum tænastum,
er tað neyðugt, at vit
sum
kommuna
hava
eina
vinnulívsdeild,
sum kann hjálpa fólki
at fáa gongd á tað fyri
taksemi, tey hava brúk
fyri. Tað er alneyðugt, at
vit stuðla undir okkara
vinnuvirksemi.
Í
londum
rundan
um okkum, er tað sera
kærkomið at fólk, sum
hava ymisk vinnu-hug
skot, verða hjálpt frá
kommunalari síðu við
at koma í gongd við
eitthvørt,
sum
kann
geva framburð, arbeiði
og harvið fáa vit eisini
fólkavøkstur. Uttan eitt
skapandi vinnulív hava
vit heldur ikki fyritreytir
fyri øktari vælferð, so
leiðis er tað bara. Her hjá
okkum tykist tíverri at
vera øvugt. Hetta merkja
vit eisini í dag, har eitt
nú Bacalao er niður
lagt meira ella minni.
Somuleiðis eru alt ov
lítið samband millum
vinnuna, sum enn er
eftir her í Tórshavnar
kommunu.
Tað er neyðugt við
einari skapandi vinnu-
framleiðslu av øllum
slagið í okkara komm
unu. Um vit í Tórshavnar
kommunu
ikki
vera
við til at stuðla undir
verður endin, at vit bert
hava mentan og almenn
arbeiðspláss eftir í Tórs
havnar kommunu.
Vit skulu hava pláss
fyri
øllum
virksemi,
bæði almennum og pri
vatum virksemi. Tá eru
vit á rættari leið. Tí fari
eg at arbeiða fyri, at okk
ara vinnulívsdeild verð
ur latin upp aftur.
Vinnulívs
deildin má
lata upp aftur
Levi Mørk
býráðslimur
Lestrarbýurin Tórshavn
Jógvan Arge
býráðslimur fyri Tjóðveldi
Væl rikin og hugsjónarliga
grundaður
kommunupoli
tikkur er ein fortreyt fyri
at koma á mál við stevnuni
um eitt framkomið og frælst
samfelag.
Ein av okkara størstu iva
spurningum í dag er hugurin
(ella umstøðurnar) at búgva í
landinum. Fólkatalið minkar
og burðartølini lækka. Hetta
er ein álvarsom gongd. Her
legst so lítið aftrat, at talið á
teimum, sum doyggja, saman
við teimum, sum flyta burtur,
er størri enn talið á teimum,
sum verða fødd her ella flyta
hendanvegin.
Verri er, at tað, sum okkum
serliga vantar, eru ungfólk og
kvinnur í burðarførum aldri.
Orsøkin er einføld, at ov nógv
fólk í ungum árum halda seg
fáa meir burtur úr at búgva
aðrastaðni – eina tíð ella fyri
lívið. Talið á teimum, sum
ikki koma aftur, tí tey halda
seg fáa tað betri aðrastaðni,
er mestsum ræðandi.
Kostirnir eru bara tveir,
antin at lata standa til ella
gera nakað við tað. Okkara
boð er at smoyggja upp um
armar og gera nakað, sum
munar. Eitt er at fáa ung
dómin at støðast. Annað at
fáa fólk at koma heim aftur
eftir lokna burturferð.
Tað triðja er at gera býin
og landið so atdráttarvert,
at eisini útlendingar kunnu
hugsa sær at búseta seg her
bæði at lesa og arbeiða –
styttri ella longri tíðarskeið.
Listi E vil menna lestrar-
og lærumøguleikarnar hjá
ungfólki og arbeiða miðvíst
fyri bústøðum, asum eru
yvirkomiligum hjá lærlingum
og lesandi. Vit eiga eisini at
ávirka Havnar kommmunu
til at fara upp í slíkar ætl
anir – og kommunan eigur
samstundis at stuðla upp
undir at fjøltátta tann aka
demiska lesturin í Havn.
Eitt veruligt lestrarmiljø
við lestrarbústøðum til yms
an tørv fer at hava so mangt
annað hugaligt við sær. Lív
í býnum, børn og ungfólk í
gøtunum, matstovulív, hand
ilslív, mentanarlív, tónleikalív
o.s.fr. Slíkt ger eisini býin
áhugaverdan fyri onnur.
Sum er ganga um 1400
næmingar á miðnámsskúl
unum í Havn. Á víðkaða
Fróðskaparsetrinum
og
Vinnuháskúlanum eru til
samans úti við 1000 lesandi.
Men vit hava so at siga onki
bústaðarumhvørvi til hesi
fólk.
Skal talan verða um eitt
veruligt
lestrarumhvørvi,
sum eisini sæst aftur í býar
myndini, mugu lestrarbýl
ini útvegast, og tey skulu
verða so nær miðbýnum,
sum gjørligt. Hetta er eitt av
okkara hjartamálum, tí slík
menning fer at koma sam
felagnum og okkum øllum
til góðar.
Kommunupolitikkur er sera týdningarmikil. Hann er
mitt í fólkinum. Umráðandi er, at hesin samfelagstáttur
verður handfarin við hegni og í stórum álvara.
Nýtt barna og ungdóms
hús í Hoyvík
Levi Mørk
býráðslimur
Sum støðan er við verandi
fólkatalinum og barnatal
inum í Hoyvík, sum ikki er
minkandi í mun til aðrastaðir
í kommununi. Noyðast vit
at gera ein nýtt barna og
ungdómshús í Hoyvík. Hetta
kann ikki útsetast longri.
Men hetta er sjálvsagt ein
spurningur um fígging. Men
við verandi tørvi, mugu vit í
komandi tíðum gera nakað
við støðuna.
Sum er hevur TK komm
una eisini ætlanir um hetta,
tað er avsett eitt øki við
Karlamagnusarbreyt
til
endamálið. Somuleiðis eru
eisni góðir bygningar til sølu í
Hoyvík, sum kunnu nýtast til
endamálið. Ì dag húsast bæði
frítíðarskúli, skúli, serstova,
ungdómshúsið KLUBB 188
og nýggja tilboði fyri 3 flokk
í Frítíðarskúlanum í Hoyvík.
Her eru alt ov smáir karm
ar til alt hettar endamálið,
tí tørvurin er sera stórur í
Hoyvík. Ì alt brúka yvir 300
børn og ung somu karmar,
hetter er als ikki í ordan.
Somuleiðis eru hetta als ikki
nøktandi fyri øll tey starvs
fólk sum arbeiða har.
Aðrir møguleikar eru eisni
at útbyggja Hoyvíkar skúla
til eitt nú børn við serligum
tørvi. Hetta havi eg eisni víst
á fyrr og her kundi verið upp
lagt at byrja.
Hetta gongur út yvir kvali
tetin í tí dagliga arbeiðinum,
somuleiðis er talan um børn
og ung sum hava ymiskar
tørvir og núverndi hølir í
Hoyvík eru alt ov smá til alt
hetta virksemi.