Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Tað er nógv skrivað um Niels Winth­er. Her skal bert endurgevast tað, sum Christoffer Michael Olsen skrivaði um hann í síni dagbók: 1850 12.1. Samledes jeg med flere her af Byen hos Jacob Kjelnæs paa Niels Winthers anmodning for at samtale om adskilligt for Landet gavnligt. Vi havde været der én gang før. 21.2. Embedsrejse til Vaagø. Gudmund Effersøe, Niels Winther og Magnus Jacobsen havde været på Vaagø angaaende et Testamente, som Arvingerne ville rive op igen og erklære for ugyldigt. Á hesi ferðini hendi ein syrgilig van­lukka. Tað vóru fleiri menn i ferðini. Nakrir teirra gingu til Oyrar­gjáar eftir einum báti, sum teir skuldu rógva til Fútaklett. Men ein hvirla holvdi bátin, og 4 mans drukn­aðu. Ein pápi, Michael í Kálvalíð, stóð á landi og sá sínar einastu tveir synir drukna. 14.4: Paa Winthers anmodning Forsamling i Arbejdsskolen angaa­ ende Køer og Trøer. 30.6. fer Niels Winther sum ferða­fólk við Hector til Dan­mark­ ar. 1851 Tað var fólkatingsval 1. juli. Tað vóru fýra valevni. Hvørt teirra hevði sínar stillarar. Millum stillararnar hjá landfútanum Lunddahl vóru prestarnir Djurhuus og Sørensen. Stillarar hjá Niels Winther vóru bókhaldari Jacobsen, forvaltarin Nolsøe, læknin Nolsøe og Schrøter prestur. Vágamenn høvdu stillað H.C. Müller upp, og faktor Joen Djone­ sen Nolsøe var uppstillaður av norð­ingum og eystringum. Valdagin var í Havn bert úrslitið fyri Suðurstreymoy kent, og tað var ikki so hugaligt fyri Niels Winther, sum bert fekk 27 atkvøður. Fútin fekk 118, Müller 2 og Nolsøe onga. Samlaða úrslitið kemur 9. juli, og tað vísir at Niels Winther er valdur við 428 atkvøðum, eftir hann kemur fútin við 408 atkvøðum. Valluttøkan var 969 ella 68%. 23.7 kom Neptunus úr Danmark. Millum ferðafólkini vóru “Niels Winther med sin Forlovede Nicoline Kjærgaard”. 3.9 fóru Niels Winther “som Folke­thingsmand og Johan Weihe, kongs­bonde fra Solmunde, som Landsthingmand” til Danmarkar. 1852 10.4 “kom Hector, med den kom Rigs­dagsmændene Winther og Weihe”. 13.5 “udkom det første Blad, der nogensinde er trykt paa Færøerne, Færingetidende af N. Winther, koster 4 sk Stykket”. 16.7 var aftur fólkatingsval. Val­e­vni vóru H.C Müller og N.C. Winther. 23.7. Ved sammentræden af de forskjellige Valgnævn, vistes det, at Examinatus juris Winter er valgt til Folkethingsmand for Færøerne med 93 Stemmer mere end min Fætter H.C. Müller. 12. 9 fara Winther og Weihe báðir niður aftur. Við á ferðini er “Jomfru N. Kjærgaard”. 11.11. I Efteraaret er N. Winther og Jomfru Kjergaard bleven gifte i Kjøbenhavn. 1853 Nú er aftur fólkatingsval í februar. Valevnini hesa ferð eru Niels Winter og prósturin Jørgensen. Úrslitið fyri hvørt valdømi var: Hervið var Winther afturvaldur við 180 atkvøðum fleiri enn prósturin. 29.4. komu báðir ríkisdags­menn­ inir heim við Neptunus 27.7. fer Niels Winther niður aftur 8.9. endar løgtingssetan. Niels Winther hevur ikki møtt hesa setuna, tí hann var í Keyp­manna­ havn. 1854 5.4. komu Niels Winther og konan við Havfruen. 30.8. fara tey avstað aftur við Hector. 1855 9.8. fer Niels Winther við Nordlyset niður sum fólkatingsmaður 1856 22.4. kom Niels Winther til Føroya við Havfruen. Hetta ár leggur Niels Winther frá sær sum fólkatingsmaður, og í 1857 flutti hann Hjørring, har hann gjørdist blaðstjóri á Hjørring Amttidende. Hann doyði í 1892. ∆ Sjálvur er Niels Winther jarðaður i Danmark, men á Svínaryggi liggja pápi og systir hansara. Tí er ein partur av hansara søgu varðveittur í gamla kirkjugarði. Vit hava ókent tilfar um Niels og Mads A. Winther Niels Winther: Okkara fyrsti politikari Ein beiggi Niels Winther var Mads Andreas Winther (1813-1879), sýslu­ maður í Sandoyar sýslu. Ólavur Clementsen hevur skrivað um ættina í Kvørnini nr. 11 í 2008. Tá ið hann doyði skrivaði Dimma­ lætting m.a.: »Han var paa Grund af sin Naturlige Begavelse, der var udviklet ved stadigt Selvstudium, en af vore kundskabsrigeste og mest alsidige Personligheder. Der­ til kom en renhed i Karakteren, der gjorde ham elsket og agtet af alle, der lærte ham nøjere at kende. Som medlem af Lagtinget i de første Aar (1852-1854) havde han betydelig Indflydelse....men skarpe partistridigheder i Lagtinget be­ virk­ede, at han trak sig tilbage i de senere Aar af Amtmand Dahlerups Embedstid. (Hann varð aftur ting­ maður 1861-1865. Vor lille Befolkning, for hvem han følte saa varmt, ser i ham en af vores bedste Sønner stedt til Hvile.« Ein sonur Mads var Niels Kristoff­ur Winther (1852-1934), gift­ur við Elisabeth Marinnu Mohr (1846-1921). Hann gjørdist eisini sýslu­maður í Sandoyar sýslu og seinni í Vestmanna. Ein sonur Niels var Mass Andrias Winther (1871-1923). Hann varð í 1909 fyrsti býráðsformaður í Havn. Seinni gjørdist hann sýslumaður í Sandoynni. Tað er nógv skrivað um hann. Henda lýsing av Mads er úr skjalasavninum hjá Petur Alberg: M. A. Winther Nú er Mads Winther deyður. Leingi hevur hann verið sjúkur, og í allan vetur hevur hann ligið. Hann var í løgtinginum í summar, men hann var so ússaligur, orkaði lítið og einki at eta, og hann sá ógvuliga illa út. Valdømi Tils Jørgensen Winther Norðoyggjar 90 6 84 Eysturoy 214 108 106 Suðurstreymoy 61 29 32 Norðstreymoy 99 17 82 Vágar 78 22 56 Sandoy 90 71 19 Suðuroy 164 55 109 Tilsamans 796 308 488 Niels Winther við húski. Úr »Nú er tann stundin...« Súsanna Katrina (1813-98) og Mass Andrias Winther (1813-79) Henda og fylgjandi myndir eru úr Kvørnini n M.A. Winther – vinmaðurin hjá Petur Alberg