mikudagur 26. september 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur:
Í komandi Miðviku verður greitt frá Tummas á Skipanesi sum í 1913 fór
at arbeiða á eini hvalastøð í South Georgia í Falklandsoyggjunum.
Undir tingsetuni var hann heima á
Sandi og ferðaðist, tá legðist hann
og var burtur frá tinginum eina tíð.
Men so kom hann norður aftur og
arbeiddi, hann kundi ikki lata vera
– skrivaði betonkningar í hópatali.
Tað var tó sjónligt fyri okkum, at
tað var av yvirhuga.
Hann var einar tvær reisir inni
í krambúð mínari og keypti ymiskt,
sum Gigga hevði biðið hann um til
børnini. Men hann dugdi so illa at
hugsa um, hvat best hóskaði. Nakað
keypti hann, restin kundi steðga
til Sigrið kom til Havnar. “Tá eg nú
komi suður aftur, kemur hon norð
at ferðast, so kann hon sjálv keypa
meir!”. Gigga slapp ongantíð norð, tí
hann legðist skjótt aftaná, at hann
var suður aftur komin.
Tað sást á honum í summar, at
hann var merktur, og sum veturin
leið vistu øll, at tað bar skjótari og
skjótari móti deyðanum. Hóskvøld
8. februar 1923 slóknaði hann. Eg
kann lítið ætlað, hvussu sorgartung
tey eru har heima, Gigga, børnini
og gamli Winther. Vit eru nógv her
í Havn, sum eru sár um hjartað, tí
vit vóru so góð við M.W. Vit goyma
so mong mong ljós, vøkur minni frá
ungmannafelagstíðini, og tað hava
vit mest honum fyri at takka.
Mads á ovastalofti í Geil
Nú eitt kvøldið var eg niðri í Geil.
Eg kom í tankar um “ovastaloft”. Eg
hevði ikki verið har uppi í mánaðir
ella ár, og so kom eg at teinkja uppá
MAW, sum lá deyðasjúkur. So fór eg
upp einsamallur. Eg gekk spakuliga
upp gjøgnum trappuna, og eg
tonkti: “Hesar trappur hevur MW
ofta gingið. So kom eg upp. Hurðin
var burturtikin, men hongslini vóru
enn. Henda vegin gekk hurðin inn
eftir. Soleiðis plagdi MAW at taka
í hurðina og lata hana upp. Her á
gólvið hevur hann stigið, tá hann
kom inn um. Sum hetta kamarið
goymdi nógv minnir! Nú var tað
fult av tapetrullum og øðrum, men
pappírið á bróstinum og skrávegg
inum var tað sama, vindeygað við.
Eg sá aftur fyri mær kamarið, sum
tað var í 1907-08. Har stóð seingin.
Beint innanfyri hurðina, har stóð
borðið frammanfyri vindeyganum
við øðrum endanum móti kaminuni,
og við hin borðendan stóð stólurin,
MW plagdi at sita á. Frammanfyri
borðinum plagdi eg at sita. So kom
Mads Winther. Hann hevði etið
nátturða, nú skuldi skrivast til
Baldursbrá. Blákardúsin var altíð
til reiðar. Eg roykti nógv og MW
enn meira. Fest var í pípuna, og so
sessaðist MW við rygginum móti
skjøldrinum og vinstra alboga á
borðendanum, og so byrjaði hann
at diktera. Sum hann roykti pípu
eftir pípu, og sum tað lá raðið fyri
honum at seta saman í høvdinum.
Skúladagarnir í K., Petrinusøgurnar,
Faðir Vár, Árið runt og so mangt,
mangt annað, har bleiv skrivað. Eg
var bara eitt reiðskap, eini skrivara
karlur. Kanska eg onkuntíð kundi
skumpa til hann við onkrum tolilig
um innfalli til dømis í Petrinu
søgunum, men MW var sálin, hann
áttu æruna fyri allar søgurnar.
Sum vit kundu flenna, tá vit funnu
okkurt stuttligt, tað er, sum eg
hoyri og síggi hann enn, tá Petrina
antastaði Rasmus Effersøe yviri á
Skansanum, ella tá Petersen fekk
marruna, ella tá teir dekoreraðu,
og Hans Andrias fór niðan til kon
sulin at lána fløgg, og Mads (M.A.
Jacobsen) hjá bøkjaranum helt sína
við fremmandum orðum spekkaðu
røðu. Tá sat MW við orðabókini
frammanfyri sær, sum vit grinu.
Byrjandi vár, eitt lítið deiligt petti,
hevði hann skrivað á kontórinum
ella heima á vertshúsinum. Hann
bar mær arkið, so eg kundi skriva
tað inn í Baldursbrá. Eg minnist,
at tað var ein deiligan stillan vár
dag í mars 1908. MW hevði verið
úti í haganum og gingið aftaná
kontórtíð. Hann var eitt frílufts
menniskja. Tá kontórið var stongt,
so út at ganga, lurta eftir fuglaljóði,
ánni sum tutlaði, alduskvatlið – alt
ávirkaði hansara bleyta lyndi.
Hevði hann ikki gingið so nógv
úti í tí fríu natúr, so kundi hann
heldur ikki hildið út at arbeitt,
sum hann gjørdi. Fyrst var tað
kontórið, har arbeiddi hann sum
ein hestur í tí myrka holinum, har
aldri ein sólstrála kom inn. So var
tað býráðið, har arbeiddi hann ikki
minst, løgtingið og so mangt annað
offentligt. Og so Ungmannafelagið.
Hann var sálin har. Hann helt øllum
uppi við sínum ungdommiliga sinni
og sínum sjáldsomu gávum. Hann
var jú væl eldri enn teir flestu av
okkum, men minst líka ungur í
sinninum.
Mads og Ungmannafelagið
Sum hann var interesseraður í
teimum Baldurbrá’um, sum eg var
blaðstýrari av. Eg royndi altíð at
tekna so vøkur “høvd”, og hetta
dámdi honum so væl. Hann legði
eisini altíð doyðin á at skriva so
vakrar søgur til míni bløð, tí hann
helt meg lesa so væl upp. Og sum
honum dámdi væl míni løg og mín
sang. Hann rósti mær ov nógv fyri
sangin, men hann gjørdi meg glað
an (ikki innbilskan), og eg sang av
hjartans lysti fyri honum og hinum
og gjørdi kanska hann glaðari
viðhvørt. Tí óivað var tað mangt
sum nívdi hann.
Um summarið 1910 var eg á
sorinskrivarakontórinum
fyri
Gunnar Winther, sum var settur
sýslumaður í Fuglafirði. Við hvørt
plagdi Mads at sita og syngja, m.a.
háskúlasangir og ofta minnist eg at
hann sang henda sangin:
Den Jomfru tog sig Kaaben blaa
og ud i Lunden saa monne hun
gaa.
Imod saa blid en sommer.
Lykkelige Lind! Du staar saa bold,
som hvert dit Blad var af røden
Guld.
Imod saa blid en Sommer
Du tørst ikke ved at rose mig
langt bedre Lykke Gud undte dig.
Imod saa blid en Sommer
Tá hann sang henda sangin kendi
eg altíð á mær, at hann fann ugga
í honum. Tí hann helt kanska við
hvørt onnur hava tað betri. Tey
høvdu ikki so nógv sum nívdi sálina.
Orðini, sum lindin svarar jomfrúnni
aftur, minti hann á, at onnur eisini
høvdu sítt at stríðast við.
Glaðari var hann, tá hann sang:
“Store Freja, hun havde et smykke
af Guld”, og tann sangin sang hann
ofta.
Ja nógv gott er at minnast aftur
á hjá mær.
Tá eg skuldi fara til Noregs gjørdi
Niels veitslu í ungmannafelagnum
eitt leygarkvøld. Har helt hann
røðu, vakra og inniliga. Vit sóust
aftur í Bergen um summarið, tá
stevnan var í Voss, og hvat var hann
ikki glaður. Tað var annað lívið enn
at sita á tí myrka kontórinum. Eg
minnist tað kvøldið Nova fór avstað
aftur frá Bergen. Allir føroyingarnir
vóru umborð farnir og stóðu
stúgvaðir úti í borðinum. Uppi á
kommandobrúnni stóð Mads og helt
avskeðsrøðu inn móti fólkarúgvuni,
ið stóð inni á Festningskeiuni. Tá
streymaðu orðini frá honum, hann
stamaði ógvuliga lítið tað kvøldið,
og pussugt var at hugsa um tann
blandingin av norskum, donskum
og føroyskum hann talaði.
Úttalan var ongantíð hansara
sterka siða men eldhugaður og
hjartaligur var hann, og tað bøtti
um hitt.
Og tá norrøna stevnan var her
1911, tað vóru aftur minnisríkir
dagar og Mads var sálin í øllum.
Ja, nógv er at minnast um Mads
Winther, nógv vakurt og gott.
So
doyði
ungmannafelagið.
Mads bleiv sýslumaður og flutti
frá Havnini. Viðhvørt var hann
at síggja í Havnargøtum, vit hitt
ust og heilsaðust: “Góðan dag,
vælsignaður, hvussu hevur tú tað?”
Men prátið bleiv ongantíð langt,
hann hevði nógv ørindi at útrætta
og stundaleysur var hann enn.
Og nú er hann deyður, okkara
kæri Mads Winther. Ov ungur! Bert
gott og væl 50 ár. Hann virkar ikki
meira millum okkum, men alt tað
hann sáddi í Ungmannafelagnum
av føðilandsalski og øðrum góðum
kenslum, tað gróði í okkum, og vil
blíva við at bera frukt í nógv ættar
lið.
Signað verði minni hans!
Havn, sunnudag, 11. Febr. 1923.
PeturAlberg
Tað kann lesast meira um M.A.
Winther í bókini um Petur Alberg.
Meira um Jens Wenningsted
Jens varð konfirmeraður 14. mai
1821 á Viðareiði eftir í nøkur ár
at hava fingið undirvísing av S.
Sørensen, presti. Ummælið, Jens
fekk, var Kundskab: udmærket god.
Opførsel: god
Húsini Uppi í Stovu hjá M.A. Winther (e)
Sigrid og Mass Andrias Winther (y) og børnini
v.f. Torbjørg, Sólrun og Kartni
Meira um Liljuna
Hetta er eitt ískoyti til frásøgnina
hjá Byrger Heinesen í Miðvikuni
fyri tveimum vikum síðani um tá
ið Knørrur sigldi á Liljuna. Byrger
greiðir frá:
Knappliga hoyrdi eg ein so
ógvuligan gang og loypi upp. Tá
fer Knørrur drívandi aftur við
borðinum á Lillie. Hann hevði rent
sprytið gjøgnum bjargingarbátin
hjá okkum.
Allir av manningini komu bein
anvegin upp á dekkið, bæði úr ka
húttini og lugarinum. Eg havi spurt
Rudolf í Garðinum í Klaksvík um
standin í lugarinum. Hann greiðir
frá, at stýrimaðurin rópti niður í
lugarið og biður menninar bjarga
sær umborð á Knørr. Hetta fingu
sjey mans gjørt, áðrenn Knørrur
dreiv aftur við borðinum á Lillie.
Tann seinasti var Rudolf.
Hann sær ketuna, sum gongur
frá stevninum fram í endan á
sprytinum. Hann loypur á ketuna
og hálar seg upp á sprytið. Tað var
lættari sagt enn gjørt. Tað var so
nógvur ísur á sprytinum, at hann
kundi ikki fevna um tað.