mikudagur 26. september 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
FIFA-forsetin
til Føroyar
í oktober
Fótbóltur Týsdagin 9. oktober kemur FIFA-forsetin,
Joseph S. Blatter á vitjan hjá Fótbóltssamband Føroya
Tróndur Arge
Tá Christian Andreasen, FSF-forseti,
og aðalskrivarin í Fótbóltssambandi
Føroya, Virgar Hvidbro, tíðliga í
mai 2010, vóru á vitjan hjá altjóða
fótbóltssamgonguni, FIFA, bjóðaði
Fótbóltssamband
Føroya
FIFA-
forsetanum, Joseph S. Blatter, til
Føroyar á vitjan, skrivar heimasíðan
hjá FSF.
Ætlanin var síðani, at Blatter
skuldi koma til Føroyar í september
sama ár, men vitjanin varð av ong
um. FIFA-forsetin var ávegis til Før
oyar, men vegna keðiligt veður fekk
flogfari ikki lent í Vágum, og tí varð
vitjanin ta ferðina av ongum.
Ætlanin hevur síðani tá allatíð-
ina verið, at FIFA-forsetin skuldi
koma til Føroyar. Og á aðalfundinum
hjá altjóða fótbóltssamgonguni í
2012, sum var í Budapest, boðaði
Joseph S. Blatter frá, at hann fór
at koma til Føroyar seinni í hesum
árinum.
Nú er so greitt, at føroyavitjanin
hjá FIFA-forsetanum verður týs
dagin og mikudagin, 9. og 10.
oktober.
Fyrr í ár varð undirlagið á Tórs
vølli skift út, og varð hetta arbeiði
gjørt við góðum stuðli frá FIFA. Í
hesum sambandi vitjar Joseph S.
Blatter á Tórsvølli fyrrapartin miku
dagin 10. oktober, har FIFA-forsetin
fer at festa eina plátu, sum prógv
fyri, at altjóða fótbóltssamgongan
hevur stuðlað hesi verkætlan, skriv
ar FSF víðari.
Seinnapartin mikudagin skipa
Tórshavnar Býráð og Fótbóltssam
band Føroya fyri lítlari samkomu
fyri innbodnum.
Umframt at heilsa uppá umboð
fyri FSF, fer FIFA-forsetin eisini at
hitta Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmann, og Heðin Mortensen, borg
arstjóra í Tórshavnar Kommunu.
– Tað er ein sera stórur heiður
fyri okkum, at FIFA-forsetin kem
ur til Føroyar. Hettar er uttan iva
ein av størstu vitjanum, sum Før
oyar nakrantíð hava havt innan
ítróttarøkið. Tað hevur stóran
týdning
fyri
Fótbóltssamband
Føroya, at hava eitt gott og tætt
samband við FIFA, og vitjanin av
Joseph S. Blatter er eisini eitt gott
íkast til at gera Føroyar og føroyskan
fótbólt kendan í útlondum, sigur
Christian Andreasen, FSF-forseti.
trondur@sosialurin.fo
Joseph S. Blatter, FIFA-forseti
Tróndur Arge
Føroyski landsliðsleikarin byrj
aði inni, tá FC Fredericia um
vikuskiftið vann oddabrakið
móti Lyngby í 1.deild. Í kvøld er
mótstøðuliðið eisini úr høvðus
staðnum, men hesa ferð er
talan um danska risan FCK.
Venjarin hjá FC Fredericia,
Thomas Thomasberg, vónar
at liðið hjá honum megnar at
skapa ein spennandi fótbólts
dyst móti FCK.
– Vit vóna sjálvandi, at
dysturin verður spennandi
har við vinna handan eina út
av hundrað, sum vit kunnu
ímóti einum so sterkum liðið,
sigur Thomas Thomasberg
við
heimasíðuna
hjá
FC
Fredericia.
Hóast
uppgávan
tykist
møtumikil, so trýr Thomas
Thomasberg upp á møgu
leikan.
– Nógv skal rigga hjá okkum
um vit skulu hava ein møgu
leika, men eg vil undirstrika,
at eg trúgvi upp á okkara
møguleika,
sigur
Thomas
Thomasberg.
Dysturin
verður
vístur
beinleiðis á sjónvarpsrásini 3+.
Dysturin byrjar klokkan 18.00
føroyska tíð og 3+ byrjar at
senda klokkan 17.35.
trondur@sosialurin.fo
Jóan Símun
við móti FCK
Fótbóltur FC Fredericia og Jóan
Símun Edmundsson taka í kvøld ímóti
FCK í donsku steypakappingini
Havnar
Róðrarfelag
80 ár
Havnar Róðrarfelag fyllir 80 ár
í ár, og av tí sama verður nógv
gjørt burturúr ársveitsluni í
ár.
Havnar Róðrarfelag hátíð
arheldur 80 ára dagin við at
halda eina stóra veitslu fyri
limum felagsins – gomlum sum
ungum, aktivum sum pass
ivum, hjálparfólkum, makum
og øllum sum á onkran hátt
kenna seg knýtt at felagnum.
Ársveitslan verður tann 29.
september og farið verður til
borðs í hølunum hjá Havnar
Róðrarfelag – í bátahøllini.
Jákup Weyhe fer at undihalda,
meðan Chill spælir til dans
aftaná.
trondur@sosialurin.fo