mikudagur 26. september 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Málverjar
Tomma Petersen
Kristina Brekkstein
Útispælarar
Randi S. Wardum
Jórun S. Ludvig
Turið Arge
Guðrið G. Eystberg
Anja Heinadóttir
Birita Mortansdóttir
Bjarta Johansen
Ásleyg Súnadóttir
Annika Sigurðardóttir
Anna Brimnes
Bára K. Hansen
Sára Sondum
Anna Sofía Hjalt Mohr
Linda av Fløtum
Venjarar
Geir Wardum
Oyvindur Brimnes
Hákun Djurhuus
Í hondbóltsblaðnum, sum kom við
Vikublaðnum mánadagin, hevði
tíverri ein villa sníkt seg inn á
síðuna við kvinnunum hjá Kyndli,
har hópurin hjá VB-kvinnunum var
komin at standa í staðin. Vónandi
bera báðir partar yvir við okkum,
og her prenta vit rætta liðið, sum
fólk so kunnu klippa út og klistra í
hondbóltsblaðið, um tey hava hug
at goyma tað.
hilmarjan@sosialurin.fo
Rætting
Tróndur Arge
Føroyskur fótbóltur hevur leingi
manglað ein ordans endabrest, tá
kappingarárið er komið at enda. Á
hesum økinum hevur hondbólturin
og flogbólturin gingið á odda við
flottum gallaveitslum.
Nú fara Fótbóltssambandið og
Miðlahúsið at skipa fyri einum
veldigum gallatiltakið í Norður
landahúsinum tann 20. oktobur, tá
ársins spælarar verða kosnir.
Miðlahúsið hevur í fleiri ár stað
ið fyri einum tiltaki, har ársins
spælarar verða kosnir. Hesa ferð
verður tað so í samstarvið FSF og
harvið verður ársins spælari eisini
alment viðurkendur sum ársins
spælari.
Venjarar, liðskiparar
og ítróttarskrivarar velja
Tað verða liðskiparar, venjarar og
fjølmiðlafólk, sum skulu velja teir
bestu spælararnar hetta kappingar
árið. Ársins málverji, verjuleikari,
miðvallari, framherji, stjørnuskot,
venjari og spælari hjá monnum og
kvinnum verða kosin, umframt at
ársins lið eisini verður sett.
Í næstum kemur ein listi við
nøvnunum á teimum, sum eru nomi
neraði. Talan verður samanlagt um
20 heiðurslønir, sum skulu latest
spælaraum og venjarum.
Hetta fer alt at fara fram í sal
inum í Norðurlandahúsinum, har
pláss er fyri yvir 400 gestum.
Fyriskiparnir vóna at hetta er
við at seta ein veruligan enda á
kappingarárið, og at hetta verður
ein fastur táttur hvørt ár.
trondur@sosialurin.fo
FSF og Miðlahúsið
Kempi endabrestur
fyri fótbóltin
Fótbóltur FSF og Miðlahúsið fara í
ár at skipa stórum gallatiltaki, tá ársins
spælarar og ársins lið hjá monnum og
kvinnum verða kosin í føroyskum fótbólti
Norðurlandahúsinum verður karmur
um stóra fótbólts gallakvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen