Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein ?? Síða 8 ??? Kjak á síðu 13 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað er tað, sum meirilutin í Tórs­ havnar býráð hevur at bjóða sín­ um borgarum til hvørt barnið – umframt eitt hálvt prosent í skatta­lætta. Mikið tos hevur verið um hetta eina skattaprosentið, sum høv­uðs­ stað­ar­komm­unan ásetti fyri nøkr­ um ár­um síðani til tess at fíggja bygg­ing­ini av nýggja ellisheiminum, Boða­nes­heiminum. Vit kunnu halda tað vit vilja um ein slík­an hátt at fíggja almenna bygg­ing, men við tí ovurhonds tørvi sum er á eldrabústaðum, so má ein kommuna sum Tórshavnar komm­ una taka nøkur serlig stig til tess at fáa gongd á slíka bygging. Tá kommunan lovar, at hetta skatt­a­prosentið skal avaftur, so skal eitt slíkt lyfti sjálvandi halda. Tórs­havnar Kommuna boðaði í gjár­kvøldið frá, at meðan generelli skatt­a­lættin einans verður heitt hálvt prosent, so skal hitt hálva pro­sent­ið nýtast til at styrkja um hjá barn­a­familjunum. Andstøðan í býráðnum hevur ført fram lyfti um barnakekk. Hóast int­en­t­i­ónirnar helst eru góðar, so hevur ein kommuna rætt og slætt ikki heimild til slíkt, og tí nyttar tað einki. At Fólkaflokkurin eigur fíggj­ar­málaráðharran, hjálpir tó ov lítið. Her krevst ein lógarbroyting í løg­tingi­num – so til Fólkaflokkurin hev­ur fing­ið raðfylgjuna upp á pláss, so verður tann ætlanin at bíða, líka mikið, hvør mannar Tórs­ havnar býráð eftir ársskiftið. So kann man spyrja, hvussu ein komm­una kann reka skynsaman skatt­a­politikk, tá hon ikki kann lata botn­frádrátt og barnakekkar, og tá er mát­in við barnafrádráttinum helst tann besti. Kommunan hev­ ur jú trupulleikar við lækkandi barn­a­tali, so tí er tað so upplagt, at komm­unan bøtir um korini hjá barn­a­familjunum. Við at hækka barna­frá­dráttin úr 5.500 krón­um upp í 8.000 krónur – frígevur komm­ unan 2.500 krónur fyri hvørt barnið – ella á leið 250 mjólkapakkar, um teir verða keyptir í bestu til­boðs­ hand­lum. Uttan iva hevur samgongan í Tórs­havnar kommunu sín meiriluta upp á pláss fyri fíggjarætlanini. Men um hetta er størsta stríðsmálið mill­um sam­gongu og andstøðu, so er væl sakt­ans ikki so nógv at stríð­ast um, tí lættin verður veittur barna­fam­ilj­unum – og tí hava havn­ ar­borg­ar­ar tann »positiva trup­ul­ leika«, at allir flokkar berjast um at vilja tryggja bestu umstøður hjá barn­a­fam­i­l­j­u­num... 250 mjólkapakkar í lætta P/F Vága Floghavn hevur í dag undirskrivað sáttmála við Articon um at byggja nýggj­an tænastubygning og far­støð. Sáttmálaupphæddin fevn­ir um 109,9 milliónir krón­ur. Arbeiðstøkan fevn­ ir millum annað um at gera stand­pláss framman fyri tæn­ast­u­bygn­ing­in og far­ støð­ina, upp­fylli­ng, komu og frákoyringarvegir, nýggj­ an tænastubygning, farstøð og annað. Arbeiðstakarin fer nú alt fyri eitt undir at rigga til, og væntandi byrjar ar­beið­ið um mánaðarskiftið ok­tob­ er­/­nov­em­ber. Alt arbeiðið skal eft­ir ætlan vera liðugt á vár­ið 2014. Articon hevði lægsta til­boðið við 125 milliónum krón­um. FAERPORT hevði mett samlaða kostnaðin til at vera 102 milliónir krón­ ur. Síðan 27. juli hava Art­ i­con, FAERPORT og Vága Floghavn arbeitt við at fáa kostnaðin nærri teim­um 102 milliónunum á­ljóð­andi metingina. Við um­rað­fest­ ing­um og øðrum hevur tað eydn­ast at koma ásamt um, at arbeiði kann fara í gongd innan fyri nýggju ramm­ una, sum nú er 109.9 milli­ ónir krónur. – P/F Vága Floghavn fegn­ast um at sáttmálin um bygging av nýggjum tæn­ast­u­bygn­ingi og farstøð nú er und­i­r­skrivaður og sær fram til eitt gott samstarv við Ar­t­i­con um hetta týdn­ ing­ar­mikla arbeiði fyri før­ oyska flogvinnu og menn­ ing av hesari, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Flog­havn. Fólkaflokkurin í Suður­ streym­oy er kom­in væl á­leiðis við upp­still­ing­ini til bý­ráðs­val­ið, men nær list­in ver­ð­ur lið­ug­ur, dug­ir Jógv­an Poul­sen, for­mað­ur í val­fel­ag­ num ikki at siga. Fyribils eru tíggju nøvn kom­in á list­an, men tey ætla at fáa fleiri valevni. Sunniva Bjarnastein, sum er renn­ari og fleiri ferðir hevur um­boð­að Før­oyar á Oyggja­leik­u­num, stillar upp. Hini eru Ella Sloan Müller, Poula Han­sen, Sjúrður Olsen, Jan Christiansen, Vagnur Jo­ hann­e­sen, Bogi Andreasen, Heini Magnussen, Rói Poul­ sen og Jógvan Poulsen. Eftir síðsta býráðsval var eitt rættiligt uppstandilsi í sam­ gong­uni í Tórshavnar Býráð, tí nú skuldi kommunan brád­ li­ga hava einar tríggjar borg­ ar­stjórar. Við Heðin Mortensen gjørd­ist Javnaðarflokkurin so sterk­ur sum ongantíð fyrr – so sterkur, sum bara Poul Mich­el­sen og Petur í Gong fyrr hava klárað. Hetta var helst ov nógv fyri Tjóðveldi. Nýggja stjørn­u­ skot­ið ­hjá Tjóðveldinum, sum nú er vorðið til stjørnuskot hjá Fólk­a­flokkinum, skuldi við sín­um 489 atkvøðunum sita væl undir liðini hjá Heð­in Mortensen í flógvum sessi saman við Marin Katr­ inu Frýdal, sum nú er fyrsta­ kvinna í Tjóðveldinum, eftir at stjørn­u­skotið fór at fríggja við Fólka­flokkinum. Men alt tos um hesar borg­ar­stjór­ar ella ráðmenn hvarv sum døgg fyri sól. Í lands­stýrinum tímdu tey ikki at fáast við hetta kom­e­ d­i­u­spæl. Men á valinum komandi fáa vit at síggja, hvør sterk­ ast­ur verður. Telvingin um borg­ar­stjóran í Havn er skit­in – øll triks verða nýtt, so har kann alt henda – um Tjóð­veldi og Javnaðarflokkur ikki tora ella ikki megna at boða frá, at teir halda saman næsta valskeið eins og tey tvey und­an­farnu. Kanska Tórshavnar býráð kann vísa løg­ting­i­num, hvussu blokk­politikkur virk­ ar í verki...? Leita eftir fleiri valevnum Tríggir borgarstjórar í Havn? Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útlit fyri nýggjum stjórn­ar­ samstarvi Hans Pauli strøm Tíðargrein á síðu 17 Jólini nærkast í Føroyum Eyðgerð m. kruse Eygamálið síðu 16 Sáttmálin er nú undirskrivaður Øll hjá hjúkla um barna­ fam­ilj­ur­nar í høvuðsstaðnum