Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Starvið: Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Heilsumálaráðnum. Aðalstjórin er ovasti leiðari fyri Heilsumála­ ráðið. Høvuðsuppgávur: · Leiða og samskipa arbeiðið í stjórnar ráðnum · Samskipa og fyrireika uppgávur á máls økjum hjá stjórnarráðnum, nevnd niðanfyri · Fyrireika lógir, kunngerðir og reglugerðir innan virkisøkið · Hava eftirlit við stovnum undir stjórnar ráðnum · Tryggja at aðrar viðkomandi uppgávur, sum hoyra virkisøkinum til, verða framdar Førleikakrøv: Kravt verður, at umsøkjarin hevur: · kandidatútbúgving frá lærdum háskúla · týðandi leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðs­ marknaðinum. Umráðandi er, at tann, ið verður settur: · hevur góð leiðslu­ og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl · hevur gott strategiskt skil og er slóðbrótari í verkseting av strategiskum arbeiði · dugir at seta greið mál og skapa úrslit · dugir væl at raðfesta, samskipa og útdelegera · hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga · hevur góðar málførleikar · megnar til tíðir at arbeiða undir stórum trýsti Tann, ið verður settur, skal hava gott innlit í politisk viðurskifti og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í einari politiskari fyrisiting. Týdningarmikið er, at viðkomandi hevur vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir. Nærri greining av starvinum sæst í starvs­ og persóns­ profilinum (www.tinganes.fo) Setanarviðurskifti: Starvið er tænastumannastarv. Starvsheitið er aðalstjóri og er flokkað í 39. lønarflokki. Harumframt er ein mánaðarlig viðbót uppá 4.955,08 kr. Viðbótin er ikki eftirlønar gevandi. Tey fyrstu 2 árini eru at rokna sum royndarár. Setanarøkið fevnir um Heilsumálaráðið, stovnar undir tí, Løgmans­ skrivstovuna og hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin er í løtuni Heilsumálaráðið. Umsókn: Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsgongdarlýsing og møgulig viðmæli skulu stílast til løgmann og sendast til: Løgmansskrivstovan Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri Tinganes Postboks 64 110 Tórshavn ella info@tinganes.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2012 kl. 12.00. Starvið verður sett frá 1. januar 2013 ella eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, tlf. 30 60 00 ella 55 10 30. LØGMANSSKRIVSTOVAN Prime Minister’s Office VIT DRAGA EINA LÍNU · VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI · VIT VILJA VITA · VIT BRÓTA SLÓÐ Heilsumálaráðið umsitur m.a. kommunulæknskipanina, heilsutrygdarskipanina, koppsetingar, fólkaheilsuátøk, apoteksverkið, sjúkrahúsverkið, heilsugranskingarmál og viðgerðarstovnar móti rúsevnismisnýtslu (www.hmr.fo) AÐALSTJÓRI TIL HEILSUMÁLARÁÐIÐ Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum aðalstjóra at standa á odda fyri Heilsumálaráðnum