Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Vit fingu brádliga hugskotið at fara norður við jólagávum til skyldfólk í Klaksvík hend­ an sunnumorgunin. Veðrið var so vakurt, hóast kalt og eitt sløð av kava lá. Nógv hevði verið gjørt burtur úr jól­unum fyri børnum í bæði sjónvarpi og útvarpi, og eg hevði skrivað ein jólasjónleik, sum var væl móttikin í nunnu­skúlanum nakrar dag­ar framm­an­undan. Jóla­ mans­búnin var eisini í við­ før­inum. Hann ætlaði eg mær í umborð á Ternuni, fyri at gleða børnini í granna­ lagnum á Biskupsstøð. Hetta var samanumtikið ein ljósur »stytsti« dagur, sum vit øll gleddu okkum til, greiðir Poulina Slættanes frá. Vónrík 21. desember 1986 var Súsanna Slættanes trý ár. Hon var spent at sleppa til Klaks­víkar við foreldrunum og 13 ára gamla beiggjanum, Páll, at vitja systkinabørnini í Klaks­ vík. Hon var í reyð­um sokka­ buksum og kálvaskinsfeldi. Seks ára gamli beiggin, Rani, vildi heldur vera heima, tí tey eru grannar hjá Barna­heim­ inum, og hetta var dagurin, har tyrlan fór at lenda har við jóla­manninum. Sum siður var, vóru børnini í granna­ lagnum vælkomin á Barna­ heimið hendan dagin. –  Bussurin fór frá Auto klokkan 10:30. Fleiri børn úr hond­bóltsfelagnum Neistanum ætlaðu sær við buss­inum. Tey høvdu ikki fing­ið boð­ini um, at dysturin, tey skuldu leika, var avlýstur, tí tey mangl­aðu dómara. Buss­før­arin gav teimum boðini, so tey ikki fóru til fánýtis, og tí­betur tað, greiðir Poulina Slættanes frá. Hon hevur verið lærari í Sankta Frans skúla í meiri enn ein mans­aldur. – Vit fara so við bussinum niðan eftir Oyggjarvegnum, sum gjørt varð tá, niðan í kuldan. Hálkan kom sum eitt skot. Eingin gav sær far um annað enn ein øðrvísi jóla­ ligan og stuttligan sunnudag. Vit skuldu geva gávur, hitta sysktkinabørn, eta góðan døg­urða og so heim at halda jóla­frí. 26 ár eftir bussvanlukkuna undir Valaknúkum Vit kundu ikki Ferðsluvanlukka Í barnaheiminum í Pedda við Stein gøtu í Havn er aftur leikur og gleimur av børnum. Súsanna, vaksna dóttirin í húsinum, er heima í barnsburðarfarloyvi við døtrunum báðum. Møðgurnar, Poulina og Súsanna Slættanes lata í hesi grein upp dyrnar og minnast aftur á lagnutunga dagin beint undan jólum í 1986, tá húskið var við í bussinum, sum bóltaði av vegnum undir Valaknúkum í Eysturoy Sjálv fekk Poulina staðfesti brák í nakka og hálsgeisla. Steinbjørn hevði brotið fleiri riv og fekk pentur seymaðar í lær og legg. Páll hevði eitt stórt sár í beininum, sum hann mátti skurðviðgerast fyri. Øll 13 fólkini, sum yvirlivdu, vóru flutt á Landssjúkrahúsið til viðgerðar. – Onnur sluppu nógv verri frá vanlukkuni enn vit. Buss­van­lukkan travdi trý mannalív. Tríggj­ar konur doyðu. Tvær teirra vórðu slongdar út gjøgnum rútarnar og lógu undir bussinum. Tær sótu í somu síðu sum vit. So vit kenna okk­um sjálvandi takksom at sleppa við lívinum. Skadd fyri lívið Beinið á Súsonnu var so mikið illa farið, at hon mátti til Danmarkar at fáa viðgerð. Beinið var illa brot­ið og brent, og hon hevði mist stórar partar av vøddum og húð. Sjálv var Poulina ikki ment at fara, tí hon var illa fyri og hevði kraga um hálsin. – Systir mín og táverandi svág­urin fóru niður við Súsonnu ann­an jóladag. Sjálv fór eg niður á Ríkis­ sjúkrahúsið til Súsonnu dagin fyri nýggjársaftan. Tá var tað, sum gekk tað upp fyri mær, at hetta fór at ganga, tó at beinið var illa farið. Tríggjar konur doyðu Eg náddi bara at hugsa, Hvat hendir her? So var alt rumbul og ruðuleiki, og eg visti ikki, hvat vendi upp og niður