fríggjadagur 28. september 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
26 ár eftir bussvanlukkuna undir Valaknúkum
sita bundin
– Tá vit koma norður á
Norðskála, kemur ein kona
upp í bussin, sum vit kendu.
Hon skuldi eisini til Klaks
víkar við jólagávum, men
hon vann ikki vegin fram. Vit
sótu høgru megin í bussinum,
maður mín, Steinbjørn, við
Súsonnu dúrandi í fanginum.
Páll sat vinstrumegin.
Hvat hendir nú?
Í útvarpinum vóru hugna
ligir jólasálmar frá eini guds
tænastu – í menniskjum var
góður tokki. Klokkan var
11:50. Nú kemur ein mót
koyrandi bussur, sum skuldi
framvið okkara bussi. Mann
hevur nú fingið varhugan
av, at vegirnir eru ógvuliga
hálir.
Um nakar heldur tað vera
óneyðugt at sita í trygdar
belti, tí mann klárar at halda
sær føstum í einum akfari,
sum fer bóltandi, vil Poulina
fegin vera við til at avlíva ta
mýtuna:
– Eg náddi bara at hugsa,
»Hvat hendir her?« So var
alt rumbul og ruðuleiki, og
eg visti ikki, hvat vendi upp
og niður. Tú fellur ikki í óvit,
men missir skilið fyri javnvág,
og fært einki gjørt at stýra
støðuni. Centrifugalmegin er
øgilig, og vit vórðu slongd úr
bussinum, minnist Poulina.
– Hvat hendi? Hví siti eg
her? Eg var ísakøld og føldi,
at tað var galið við hálsinum
og nakkanum. Skógvarnir
vóru vekk. Lastikkið um
hestahalan var vekk. Stein
bjørn var næstan kvaldur í
slipsaknútinum. Vit høvdu
øll djúp bløðandi sár, skeinir
og skursl fleiri staðni. Eg var
skelkað, og tað er ilt at seta
orð á. Páll fann eg beinan
vegin, og Steinbjørn var eis
ini har. Men hvar var okkara
lítla genta? Vit vóru frá okk
um sjálvum.
Føst undir bussinum
So síggja tey hendan bussin,
og har inni var eitt stórt
kaos.
– Steinbjørn gjørdi alt
sum stóð í hansara makt at
finna Súsonnu. Hann finnur
hana undir afturendanum
á bussinum, har motorurin
er. Motorurin var framvegis
í gongd. Hon liggur næstan
øll undir í sjógvi, og tað var
fløðandi sjógvur. At fáa hana
leysa var ógjørligt. Tó fekk
hann trýst eina tasku undir
høvdið á henni. Hon var uttan
vit. Tá verður beinanvegin
sagt, at krani mátti til, fyri at
fáa lyft bussin, tí hon kundi
ikki hálast undan.
Tað gekk skjótt, at forbí
koyrandi bilar vóru á stað
num. Men hetta var áðrenn
fartelefonirnar, so tann, ið
kom fyrst, mátti koyra til
bensinstøðina í Skálabotni
at ringja eftir hjálp.
– Tað er løgið,
sum mann reager
ar, tá mann fær
skelk. Minnist, at eg
trættist við Jógvan
Esmar
Ósá,
sum
var ein av løgreglu
monnunum á stað
num, at eg mátti
sleppa norður við
jólagávunum.
Fór
jú úr Havn í jólahýri
við jólagávum og
føðingardagsgávum
frá familjuni á Argjum,
fastrini hjá okkum í Havn
og okkum sjálvum. Hevði
hesi ørindi at avgreiða fyri
so nógv av skyldfólkunum
her. Skilji tað ikki í dag – tað
er sum at eg noktaði at finna
meg í hesi broyttu støðuni.
Hetta skuldi vera ein stutt
ligur dagur!
– Tvær tyrlur komu á
staðið, og har var so mikið
hált, at mann ikki fekk
staðið á beinunum. Rajani
skurðlækni, sum var til eina
jarðarferð úti í Runavík, varð
skjótt boðsendur, tí allar
læknakreftir máttu stíga til.
Hann fór við Steinbjørn og
Súsonnu á Landssjúkrahúsið
við aðrari tyrluni. Tað galt
um at gera skjótt av, tí lær
leggurin var illa brendur, og
har vóru trý opin beinbrot í
vinstra beini.
Mín revsing
Poulina slapp ikki við tyrl
uni, men koyrdi suður við
einum frá tilbúgvingini á
Skálafjørðinum.
– Koyrirtúrurin av van
lukkustaðnum til Havnar, er
eitt tað ringasta, eg havi verið
úti fyri. Páll og eg fylgdust
til Havnar. Hann hevur havt
tað ringt, tí eg vildi alla tíð
ina hoyra útvarpið, men før
arin, sum helst var ein skála
maður, royndi at dempa.
Gudstænastan var avbrotin
av vanlukkuni. Eg var greið
um, at tað stóð illa til við
Súsonnu, og væntaði tað
ringasta. Hann, sum koyrdi
okkum til Havnar, hevur
helst óttast fyri, at deyðsboð
komu um Súsonnu umvegis
útvarpið. Hann royndi tað,
hann kundi at leiða tankar
nar aðrastaðni, at tað nokk
fór at ganga. Eg minnist, at
telefonkervið brendi saman
sum so ofta, tá okkurt álvars
lig hendir í okkara lítla sár
bæra samfelagi.
– Eg kendi tað sum, at
hetta var mín revsing, at eg
skuldi vera so býtt og fara
norður at spæla jólamaður
á vetrardegi. Eg hevði sæð,
hvussu
bussurin
lá,
og
hvussu hann hevði skrætt
eyr, steinar og flag oman við
sær. Eg var fyrireikað uppá,
at Súsanna var deyð – eg var
ikki í iva um tað, minnist
Poulina.
Hon livir!
Tá tey nærkaðust Lands
sjúkrahúsinum, tordi Poulina
ikki at fara inn at fáa dómin.
Teir báðir læknarnir, Anders
Harboe Ree, systkinabarn
Poulinu, og Erik Norderø, sáli,
sum var giftur systkinabarni
hennara, stóðu fyri henni
við koyristóli. Hon var ikki
væl fyri, hevði bløðandi sár,
og nakki og hálsur høvdu
fingið løst og skelkurin var
meinur.
– Eg hugsaði, at mann
helst tilvitað hevði sett júst
teir báðar at taka ímóti og
siga mær frá, at vit høvdu
mist Súsonnu, líkasum fyri at
gera tað eitt sindur eirinda
samt.
Vinstra bein var álvarsliga
meiðslað. Men teir søgdu, at
tamarhald var á støðuni,
men at hon var sera álvarslig.
Tað var ein ovurhonds stórur
uggi.
– Eg minnist einki frá
sjálvari vanlukkuni. Men
við tað at eg havi mist ein
triðing av mínum førleika,
hevur hon sjálvandi merkt
meg tað, sigur nú 29
ára gamla Súsanna
Slættanes
Mynd: Rannvá Egholm
»Eg skal bara ein stuttan túr,
har eg koyri seint, so eg kann
halda ímóti við ørmunum,
um eg renni á«
Tað ber tikki til at halda ímóti
trýstinum, um akfarið rennur á, tó
at ferðin er lítil. Vigar tú td 75 kg
og rennur á ein múr við 50 km/t,
skalt tú halda móti einum trýsti á
1,5 tons. Tað kann einki menniskja.
»Eg verði kleimd/ur í akfarinum,
um eg eri í trygdarbelti«
Tað hendir, at fólk verða kleimd
føst inni í bilinum. Men alternativið
er, at tú fært fleiri og álvarsamari
skaðar, um tú verður slongd/ur úr
akfarinum, tí tú ikki vart íbundin.
»Eri eg í trygdarbelti, sleppi
eg ikki út, um eldur kemur í«
Kemur eldur í bilin, er tað betri at
vera íbundin í trygdarbelti. Tí ert tú í
trygdarbelti, er meiri sannlíkt, at tú
hevu vit eftir vanlukkuna.
»Eri eg ikki í tryddarbelti,
verði eg bjargað/ur, tí eg
verði slongd/ur úr bilinum«
Tað er tryggdast at vera inni í
bilinum, um ein vanlukka hendir.
Í flestu førum er bilurin so mikið
heilur, at kabinan sum heild er
óskalað. Vandin at doyggja ella
verða álvarsliga skadd/ur, er 5-10
ferðir størri, um tú verður slongd/
ur úr bilinum.
»Eg havi stoytkodda (airbag),
og nýtist tí ikki trygdarbelti«
Stoytkoddin er umframt trygdar
beltið og ikki í staðin fyri tað.
Brúkar tú ikki trygdarbelti, kann
stoytkoddin vera lívshættisligur.
Kelda: www.sikkertrafik.dk
Mýtur um trygdarbelti
Framhald
á síðu 8