fríggjadagur 28. september 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
26 ár eftir bussvanlukkuna undir Valaknúkum
Súsanna, sum í dag er 29 ára
gomul, hevur sett seg við lítlu
dóttrini, Kiru, sum er fimm
mánaðir gomul. Navnið Kira
merkir rípa av sólarljósi. Hon
eigur eina stórasystur, sum
eitur Ulla. Ulla hevur tann
aldurin, sum Súsanna hevði,
tá
bussvanlukkan
hendi.
Súsanna býr í dag í Odense
saman við manninum, Svend
Hansen úr Klaksvík, sum er
tyrluflogskipari. Súsanna er
skjótt liðug sum miðlagrafik
ari.
– Eg minnist einki frá
sjálvari vanlukkuni. Men við
tað at eg havi mist ein triðing
av mínum førleika, hevur
hon sjálvandi merkt meg tað,
eg minnist.
Beint eftir vanlukkuna
varð Súsanna fleiri ferðir
skurðviðgjørd. Skadda beinið
vaks skjótari enn tað fríska
og varð seks sentimetrar
longri enn hitt. Takast mátti
av beininum, og hon fekk eis
ini húðtransplantatiónir.
– Beinið hevur altíð forðað
mær í at íðka ítrótt. Eg mátti
einki gera, har eg setti beinið
til. Einastu ítróttargreinar, ið
eg kann íðka, er súkkling og
svimjing. Sum genta royndi
eg at spæla hondbólt, men
tað riggaði illa, tí skógvurin,
ið lagdur er undir er so stirvin
og óliðiligur, og tað ber illa til
at renna við stívum fóti, so
tað droppaði eg.
– Eg havi eisini lymfodem
í vínstra beini, og fái viðgerð
fyri hetta. Noyðist dagliga
at brúka kompressiónssokk
líka upp undir rørar, fyri at
halda lymfodeminum niðri.
Tað er eitt sindur strævið.
Gott lív
Onkuntíð hevur Súsanna følt
seg eitt sindur dreingjaliga,
tí hon ikki hevur hildið seg
kunna pyntað seg sum aðrar
gentur við strømmum buks
um og lærstuttum.
– Eg havi viljað fjalt bein
ið, tí tað er skeivt og óskaff
iligt. Beinagrindin er skeiv,
og vøddalagið er burtur. Eis
ini havi eg altíð havt ljótar
ortopediskar skógvar. Alt
var altíð í gráum og minti um
rúmdar– ella kavaraskógv. Í
dag er mann tíbetur komin
longri og kann leggja upp
undir næstan øll sløg av
skóm.
– Tann dag í dag er annað
beinið longri. Tað riggar á
einari leið, men eg havi var
hugan av, at mann torir illa
at koma afturum aftur við
skurðviðgerð, fyri ikki at gera
ilt verri. Eg vil heldur hava
hetta beinið, enn at risikera,
at tað versnar. Hetta er tað
sum er hent við mær, og eg
veit ikki um annað enn at
hava hetta beinið.
– Tað hevur gingið væl at
ganga við børnum, tíbetur.
Eg stúrdi fyri at koma at
sita í koyristóli, men hevði
ongar slíkar trupulleikar. Eg
havi eiheldur trupulleikar
av at ganga. Og eg sleppi í
høghælaðar skógvar í dag,
um tað skal vera, smílist
Súsanna.
Brúkið trygdarbelti!
Tað er ilt at meta um, hvørt
tær tríggjar, sum lótu lív í
vanlukkuni,
høvdu
verið
okkara millum í dag, og um
Súsanna hevði sloppið frá
vanlukkuni óskadd, um øll
sótu í trygdarbelti. Men um
tær sótu íbundnar, endaði ið
hvussu er eingin undir buss
inum.
– Tá vanlukkan hendi,
høvdu vit ikki møguleikan at
binda okkum í trygdarbelti.
Hesin spurningur varð reistur
beint
eftir
vanlukkuna.
Nústani í 2009 varð ásett við
lóg, at bussar skuldu hava
trygdarbelti, so í dag eru
tey tøk at brúka. Eg skilji, at
føroyingar ikki eru serliga
raskir at brúka hesi beltini,
sum hanga í bussunum í
dag. Sjálv bindi eg meg altíð
í og eisini mínar gentur. Tað
tekur trý sekund. Sjálvandi
eiga øll at sita íbundin – eisini
teir stuttu túrarnar!
Beiggin Rani, sum var
eftir í Havn, bíðaði til fánýtis
eftir tyrluni við jólamann
inum. Hann varð ansaður
hjá grannakonuni, Lisbeth
Mortensen, sum hann var so
sera góður við. Lisbeth var
skrivari á Bygdaleiðum og
varð uppringd um vanlukk
una, beint sum hon var hend.
Tyrlan setti seg ongantíð í
túnið á Barnaheiminum. Hon
mátti taka lut í tilbúgvingini
undir Valaknúkum.
Anna Randi Hansen
17, Kaldbak:
Brúkar tú vanliga trygdar
belti, tá tú koyrir í bussi?
– Nei, eg brúki ongantíð
trygdarbelti.
Hví ikki? – Eg havi faktisk
aldrin ordiliga hugsað
um at brúkt trygdarbelti í
bussinum.
Veitst tú, at tú hevur
skyldu til at brúka trygdar
belti í bussi, um tað er har?
– Nei, tað visti eg ikki av.
Hvussu heldur tú, at mann
fær bussferðandi at brúka
trygdarbelti? – Eg haldi,
at bussførarin kundi sagt
tað við tey, sum koma upp
í bussin, at tey skulu brúka
trygdarbeltið.
Teitur í Sjúrðagarði
17, Kaldbak:
Brúkar tú vanliga trygdar
belti, tá tú koyrir í bussi?
– Ja, altso ikki altíð, men
viðhvørt brúki eg.
Hví ikki? – Um bussførarin
ikki dugir so væl at koyra,
og eg ikki ordiliga stóli upp
á hann, so brúki eg. Men
tá tað er ein, ið koyrir fínt,
hugsi eg ikki ordiliga um tað.
Veitst tú, at tú hevur
skyldu til at brúka trygdar
belti í bussi, um tað er har?
– Nei, tí visti eg ikki av.
Hvussu heldur tú, at mann
fær bussferðandi at brúka
trygdarbelti? – Bussfør
arin kann lýsa við tí og siga
tað við tey, sum koma inn.
Í heila tikið átti mann bara
lýst meira við tí, tí mann veit
ikki ordiliga av, at mann skal
brúka trygdarbelti.
Lena Jacobsen
17, Stendur:
Brúkar tú vanliga trygdar
belti, tá tú koyrir í bussi?
– Nei, tað geri eg ikki.
Hví ikki? – Eg veit ikki
ordiliga. Eg føli ikki, at tað
er neyðugt, tá ið mann
koyrir í bussi. Mann følir
seg onkursvegna eitt sindur
tryggari í einum bussi enn í
einum bili.
Veitst tú, at tú hevur
skyldu til at brúka trygdar
belti í bussi, um tað er har?
– Ja, eg veit, at eg eigi at
brúka trygdarbelti.
Hvussu heldur tú, at mann
fær bussferðandi at brúka
trygdarbelti? – Tað er eitt
sindur ringt at siga. Mann
átti kanska at lýst meira við
tí, so fólk allatíð verða mint
á tað.
Páll Brim
20, Klaksvík:
Brúkar tú vanliga trygdar
belti, tá tú koyrir í bussi?
– Nei, faktiskt ikki.
Hví ikki? – Eg haldi, at
tað er bara tí, at mann er
so vanur við at ikki brúka
trygdarbelti í einum bussi,
at mann hugsar ikki ordiliga
um tað.
Veitst tú, at tú hevur
skyldu til at brúka
trygdarbelti í bussi, um
tað er har? – Eg havi sæð
hatta tingið, sum blinkar
og fortelur, at mann skal
brúka trygdarbeltið, tá ið
mann kemur inn í bussin. So
ja, eg veit, at mann eigur at
brúka belti, men eg havi ikki
ordiliga hugsað um tað.
Hvussu heldur tú, at mann
fær bussferðandi at brúka
trygdarbelti? – Mann kundi
fingið strangari lógir ella
fingið bussføraran at sagt
tað við seg. Fáa fólk at
gera tað til ein vana at nýta
trygdarbelti.
Rúna Rasmussen
31, Kirkjubøur:
Brúkar tú vanliga trygdar
belti, tá tú koyrir í bussi?
– Eg brúki ikki vanliga
trygdarbelti.
Hví ikki? – Eg haldi, at tað
er ein vanasak. Eg brúki
vanliga trygdarbelti, tá ið eg
koyri bil.
Veitst tú, at tú hevur
skyldu til at brúka trygdar
belti í bussi, um tað er har?
– Nei, tað visti eg ikki av.
Hvussu heldur tú, at mann
fær bussferðandi at brúka
trygdarbelti? – Kanska við
at gera vart við, at tað eru
trygdarbelti í bussinum. Eg
haldi, at tað er ein vanasak,
líkasum tað er ein vanasak
altíð at brúka trygdarbelti,
tá ið tú koyrir bil, so átti tað
verið tað sama í einum bussi.
Eisini um mann sær, at
onnur nýta belti, so verður
mann mintur á tað á tann
hátt.
Ári Hansen
17, Velbastaður:
Brúkar tú vanliga trygdar
belti, tá tú koyrir í bussi?
– Nei, tað geri eg ikki.
Hví ikki? – Mann verður ikki
revsaður, tá ið mann ikki
brúka trygdarbelti í einum
bussi.
Veitst tú, at tú hevur
skyldu til at brúka
trygdarbelti í bussi, um
tað er har? – Ja, tí visti eg
faktiskt væl av.
Hvussu heldur tú, at mann
fær bussferðandi at brúka
trygdarbelti? – Mann kann
fáa tey at brúka trygdarbelti
við at minna tey meira á tað
og fortelja teimum, hvussu
farligt tað, er tá ið mann ikki
brúkar beltið.
Anna Nolsøe
Joensen
15, Miðvágur:
Brúkar tú vanliga trygdar
belti, tá tú koyrir í bussi?
– Nei, eg brúki vanliga ikki
trygdarbelti. Tá ið tað kavar,
biður bussførarin okkum
brúka beltið, so tá brúki eg
tað av trygdarávum, men
annars ikki.
Hví ikki? – Tað er ikki nakað,
eg ordiliga hugsi um. Fólk
koma bara inn í bussin,
seta seg niður, og mann
leggur ikki ordiliga merki til
trygdarbeltið. Mann verður
eiheldur ordiliga mintur á
at brúka beltið, tá ið mann
kemur inn í bussin.
Veitst tú, at tú hevur
skyldu til at brúka trygdar
belti í bussi, um tað er har?
– Eg visti ikki av, at mann
hevði skyldu til at brúka
trygdarbelti.
Hvussu heldur tú, at mann
fær bussferðandi at brúka
trygdarbelti? – Tað er ein
góður spurningur, hvussu
mann fær fólk at brúka belti.
Kanska við at lýsa meira
við tí í bussinum og fortelja
teimum ferðandi, at mann
faktiskt hevur skyldu til
tað. Bussførarin kundi eisini
á onkran hátt sagt við tey
ferðandi og mint tey á, at
tey skulu brúka trygdarbelti.
Eg havi faktiskt ikki vitað av,
at tað eru belti í bussinum.
Ung um trygdar
belti í bussi
Rípa av sól
Í 1986 varð ásett í ferðslulógini, at tað var krav at
nýta trygdarbelti í bili. 23 ár seinni, í 2009, varð
eisini álagt at fáa trygdarbelti í bussar, eins og
fólk í bussi høvdu skyldu at brúka beltini. Býar
bussar vóru undantiknir.
Nú trý ár seinni hava vit spurt nakrar føroyskar
kvinnur og menn, sum koyra í bussi, um teirra
hugburð til at brúka trygdarbelti í bussi.
Orð og myndir: Rannvá Egholm
Møðgurnar, Poulina og
Súsanna Slættanes minnast
aftur á lagnutunga dagin
Mynd: Rannvá Egholm