Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Tað verður ofta sagt, at jú minni sam­felagið er, jú meira fer fram av kyns­lig­ um ágangi móti børnum og ungum. Hetta vísir eisini ein kann­ing, sum sálar­frøð­ ing­urin Tóra Petersen gjør­di fyri nøkrum ár­um síð­an millum 8. floks­ næm­ing­ar. Hon spurdi 687 næm­ ing­ar, og av teimum høvdu 36 verið fyri kynsligum ágangi. Hetta svarar til 5,5 pro­sent. Sama kanning varð gjørd í Danmark , Ís­landi og í Litava, somu spurn­ ing­ar. Í teimum londunum vóru tølini væl lægri. Undirtøkan fyri kann­ ingini var góð, tí allir næm­ingar uttan tveir svar­aðu. Nógv annað kann les­ast út frá kanningini, eitt nú hvussu nógv børn hava upplivað harðskap í familjuni, upplivað at verða forsømd og svikin, happ­ing, og okkurt barn varð bukað. - Eg kann ikki siga, um tøl­ini eru tey somu fyri 7. og 9. flokk, men eg giti, at tað er tað sama, segði Tóra Peter­sen. Hon helt eisini, at kann­ingar­úrs­lit­ini kunnu vend­ast á. 80 prosent av næm­ing­unum høvdu ikki ver­ið úti fyri nøkrum. - Vit vóna sjálvandi, at talið kemur upp á 100 pro­ sent. Ymisk eyðkenni Hon nevndi eyðkennini hjá føroysku børnunum, sum ikki høvdu tað gott. Tað vóru eyðkenni sum ótti, tunglyndi, at hava ilt í búkinum, ilt í høvdinum, at vera svim­b­ul, lágt sjálv­ virði, sjálv­morðs­tank­ar, einsa­møll og ólukku­ lig, ringan matar­lyst og ymisk sløg av gremj­ing­ u­m. - Eyðkennini kunnu ben­da á misnýtslu, men tað nýtist ikki vera tað. Summi hava okkurt ekstremt sum til dømis ikki at kunna eta okkurt ávíst. Tað verur stundum lagt út fyri at vera depres­ sión, men tað kann vera ann­að. Tað eru eyðkenni sum at víkja frá tonkum og kensl­um, ikki at minnast, ikki at luttaka í nøkrum, meg­na ikki at elska o.a. Summi sova illa, eru uppi at koyra, eru erkvisin og kløkk­ast lætt. Børn við slíkum eyð­ kenn­um kunnu vera so illa fyri, at tey megna illa at ganga í skúla. - Øll gransking sigur, at tað ger mun at hjálpa, og jú fyrr jú betri, og bíligari verð­u­r tað fyri samfelagið, segði Tóra Petersen. Randi Jacobsen Á ráðstevnuni vóru eisini Linda Margrethe Hessel­ berg, ákæri og Jens Jensen, kriminalpolitistur. Tey greiddu frá manna­ gongd­ini, líka frá tí at eitt mál verður meldað, til málið møg­u­liga kemur fyri rættin. Um tað kemur so langt. Tey duldi ikki, at føroyska lógar­verkið á økinum haltar. Linda Margrethe Hessel­ berg segði, at hon ofta verð­ ur spurd, hvat tað skal til at melda siðamisbrot. Tað snýr seg bæði um at royna at forða, at mis­ gerð­irnar h­alda fram, og at fáa staðfest, hvat hent er barninum, og um gerðin kann hava fingið týdning fyri barnið seinni í lívinum. Hon segði eisini, at kyns­ lig­ur ágangur móti børn­ unum eru sera trupul mál at kanna, eisini tí at tað er nakað heilt annað at av­ hoyra børn enn vaksin. Vaksin greiða frá gongd­ ini, meðan børnini siga frá í brot­u­m. Fyri at sleppa frá at av­ hoyra børn í rættarsali er kom­in ein skipan, so børnini verða avhoyrd í einum rúmi, og samrøðan verður tikin upp á video. Útbúgvin í at avhoyra børn Fýra føroyskir politistar hava fingið útbúgving í at gera slíkar avhoyringar. Men eitt óheppið við før­ Randi Jacobsen Søgurnar eru ymiskar hjá fólki, sum hava verið fyri kynsligari misnýtslu, og avvarðandi teirra. Felags er tó, at tey hava fingið ólekj­ andi sár, sum tey royna at liva við. Tað vóru sterkar søgur at hoyra á ráðstevnuni. Eingin nevndi nakað um, hvat var hent, men tey tosaðu um av­ lei­ð­ingar av ymiskum slag. Ein mamma greiddi frá, tá ið dóttir hennara ein dag breyt saman og fortaldi, hvat abb­in hevði gjørt móti henni. Tey høvdu ringt til politiið, sum í fyrsta umfari bað tey bíða við at koma til Havnar. Hetta góðtóku tey ikki, vendu sær til leiðsluna hjá politi­num, og gentan kom so til av­hoyr­ingar og greiddi frá, hvat var hent. Mamman tosaði um, hvussu tungt tað var at skula bíða í mánaðir eftir rættarmálinum. Tað var kaos í familjuni, sum fór í tví­n­ing­ ar, tí gern­ings­mað­urin var abbi gentuna, og nøkur valdu at stuðla manninum heldur enn gentuni. Konan helt ikki, at sam­ felagið hevði nóg góð tilboð til teirra, sum høvdu verið fyri kynsligum ágangi. Abbin fekk tvey ára fongsuls­revsing fyri gerð sína, og hann skuldi gjalda gentu­ni 30.000 krónur í endur­gjaldi. Misbrúkt í 1o ár So var tað ein ung genta, sum hevði verið misbrúkt av abba­num. Tað var hent, frá tí at hon var fimm, til hon var fimtan ára gomul. Tað stóð nógv á henni, tá ið hon greiddi frá tíðini, meðan tey bíðaðu eftir rættar­máli­num, og abbin gekk runt sum ein fríur maður. Systkinabarn hennara hevði verið fyri tí sama. Gentan upplýsti, at hon var farin niður á skúla, men noydd­ist at gevast, tí hon hevði tað so ringt, og kom heim­aftur. Síðan hevur hon fingið hjálp, er farin aftur í skúla, og tað gongur væl. - Eg eri ein yvirlivari, og hatta hendir ikki aftur fyri meg, segði hon. Nógvir ringvirkningar Ein tann sterkasta frá­søgn­ in kom frá einum man­ni, hvørs kona sum barn var fyri kynsligum ágangi av ein­um manni í familjuni. Maðurin var ógvuliga rørd­ur, at hann helst hevði ver­ið tað fyri uttan at stíga fram, men hann gjørdi tað kort­ini í vónini um at kunna hjálpa øðrum. Við at bróta tøgn­ina. Hol kom á búldin ein dag, tá ið eitt blað kom við eini søgu um eina misbrúkta kvin­nu. Tá læt úr konu hans­ ara, at hatta var lítið í mun til, hvat hon hevði upplivað, mis­brúkt í 10 ár. Hann ypti øksl, men tveir tímar eftir tók hon spurn­ing­ in uppaftur. Tá ringdi hann til mann­ in og bað hann halda seg burtur frá familjuni, sum var familjukær, og tey komu nógv saman til føð­ing­ar­dag­ ar og annað. Í fyrsta umfari noktaði hann, men so játtaði hann at halda seg burtur. Tað gjørdi hann eina tíð, men so møtti hann aftur, og mað­ur konuna fór aftur eftir hon­um. Nú gekk frægari við tí. Maðurin, sum gjørdi seg inn á konu hansara, hevði bið­ið um fyrigeving. Jú, fyri­ gev­ing skuldi hann fáa. - Men tú leppur at liva við tí, sum tú hevur gjørt, restina av lívinum, fekk hann at vita. Men kona hansara hevur havt tað svárt. Fyri fyrsta varð hon sum barn hótt fyri ikki at fara Føroyskt met í misnýtslu Í miðal ein næmingur í hvørjum áttanda flokki er kynsliga misnýttur. Hetta er væl meira enn bæði í Danmark, Íslandi og Litava Skelkandi sannleikar - Eg eri ikki eitt offur. Eg eri ein yvirlivari, søgdu kynsliga misbrúkt á ráðstevnuni, og allur salurin klappaði Gerningsmaðurin Tað átti ikki at verið so, at tann skuldsetti kann sita og hoyra frágreiðingina hjá barninum, sum greiðir frá kynsliga áganginum, heldur politiið