Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Av og á hava stungið seg søgur upp í miðlunum, har fólk hava greitt frá, at tey sum børn ella ung vórðu misbrúkt kynsliga, og seinastu mánaðirnar hava heilt nógv fólk verið á Facebook og aðrastaðni á netinum og sagt sínar søg­ur. Fleiri av hesum søg­um hava verið merktar av beiskleika og vreiði. Men mikudagin var ein ráðstevna, har orð vórðu sett á henda kynsligu mis­nýtslu­na, sum hevur merkt hópin av fólki fyri lívið. Hetta var ein faklig ráð­stevna við nógvari upp­lýs­ing, og fyri at strika undir hvussu illa mis­nýtsl­an fer bæði við teim­um misbrúktu og teirra avvarðandi, stóðu nøk­ur fólk fram og søgdu frá, hvussu tey høvdu havt tað og eisini, hvussu tey høvdu fótað sær. Hesar frásøgnirnar vóru so sterkar, at í tú í myrka salinum hoydist, hvus­su rørd fólk vóru. Fá eygu vóru turr. Hagtølini eru ræðandi, men semja er um, at upp­ lýs­ing er eitt tað besta amboði at basa mis­nýtslu­ ni, og málið er at koma allari kynsligari misnýtslu til lívs. víð­ari. Eftir at hon hevur lat­ ið upp, hevur hon stríðst við skyldkenslu, tí so nógv onn­ u­r hava fingið ilt. - Hon hevur fleiri ferðir sagt, at best var, um hon hevði tagt, men hví skuldi hon einsamøll ganga við øll­ um, segði maðurin. Hann bakkaði Seinsta persónliga frásøgnin kom frá eini ungari kvinnu, sum varð kynsliga misbrúkt av einum dreingi, frá tí at hon var átta, til hon var 13 ára gomul. Hon segði einki við nakr­ an, men eina ferð hon var hjá eini vinkonu, segði hon vin­konu­ni frá síni uppliving. Hon legði vinkonuni eina við, at hetta var eitt loyndarmál, men vinkonan fór til mam­ mu sína, sum ringdi til Kris. Tað var gentan í dag fegin um. Hon segði, hvussu ringt hon hevði havt tað eina ferð, hon og vinkonan høvdu ver­ ið í Danmark. Hon visti, at drongurin ella maðurin var í Dan­mark, og hon var ræðslu­ slig­in fyri at møta honum. Ein dag, hon var inni í eini kiosk, tók óttin yvir, og hann rann heim til íbúðina, har tær gistu. Seinni hevði hon tosað við hann, og hann vardi seg við, at hon hevði verið við uppá tað. - Tað passaði ikki, tí eg var bara eitt barn og ikki greið yvir havt tað var, segði tann unga kvinnan. Tá ið hon tosaði við hann, hevði hann biðið um fyri­gev­ ing. Hon svaraði ikki, hug­di bara uppá hann, og end­in var, at hann fór. - Tað var hann, sum bakk­ a­ði, og tað gjørdi mær væl, segði kvinnan. betri sømdir í Føroyum oysku lóggávuni er, at tann skuldsetti ella meldaði per­ són­urin hevur rætt til at sita í einum høli við síðuna av og hoyra, hvat barnið sigur. So­ leiði­s er hvørki í Danmark ella í Íslandi. Er barni so vaksið, at tað skil­ir hetta, kann tað gera, at barn­ið ikki vil tosa. Annars er tað eisini tor­ ført fyri eitt barn at skula fortelja um slíkar upp­ livingar fyri einum fremm­ and­um menniskja, sum po­litist­urin er. Omaná tað er barnið kanska hótt við av­leið­ingum, um tað sigur søgu­na nakrastaðni. Bæði Linda Margrethe Hessel­berg og Jens Jensen løgdu dent á, hvussu stóran týdn­ing tað hevur, at ikki onn­ur fólk fyrst fara at fáa barn­ið at greiða frá, áðrenn mál­ið kemur til politiið. Tað kann ávirka frágreiðingina hjá barninum, og i ringasta føri kann ákæra ikki reisast, tí frágreiðingin, sum barnið sein­ni gevur politinum, ikki er nóg álítandi. Hon er litað av, at barnið longu er út­ spurt, søgdu tey. Jens Jensen segði, at tá ið mál um kynsliga misnýtslu verða meldað, eru fólkini oftast í svárari kreppu. Ofta ring­ir onkur annar fyri tey, og tað hendir, at tey venda sær til onkran politist, sum tey kenna og kanska hava serligt álit á. Í hvussu er til barnaverndina Ofta verður spurt, um tað er rættari at fara til barnaverndina við einum máli um misnýtslu ella ill­ gruna um misnýtslu. Tað ber til at fara bæði støð­ini, men vilja fólk ikki fara til politiið, eiga tey í øllum førum at fara til barna­verndina. Ofta kemur tað ikki fram, at eitt barn hevur verið mis­ brúkt kynsliga, fyrr enn fleiri ár eru gingin. Tá kann vera ógjørligt at fara í rætt­in við málinum, tí 10 ára fyrn­ ing­ar­freist er, eftir at barnið er fylt 18 ár. Fleiri mál hevur politiið verið noytt at sleppa av tí orsøk. Tað kann gera fólk beisk, at málið verður slept, og tann meldaði onga revs­ ing fær, men soleiðis er lógin eina­ferð, søgdu umboðini fyri politiið. - Men eg havi tó ongantíð møtti fólki, at tey hava angr­ að, og ofta hava tey sagt, at tað hevur gjørt teimum væl at hava sagt, hvar var hent, segði Jens Jensen. Tey mintu á, at politstar eins og øll onnur menniskju kun­nu fara skeiv, og halda fólk ,at politiið í onkrum føri hevur handfarið eitt mál skeivt, skulu tey ikki bara góð­taka tað. - Um so er, klagið politiið, eisini um tit fáa tað betri av tí, segði Linda Margrethe Hessel­berg. Tey hildu eins og onnur, at ynskiligt væl, um tað gekk skjót­ari at kanna slík mál. Kynsliga mis­ nýtslan skal heilt burtur Tøgnin er brotin var heitið á ráðstevnuni, sum mikudagin var í Norðurlandahúsinum um kynsliga misnýtslu í Føroyum